Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 65 - 7. apríl 2005 tikk í framhaldsdeildini. Hví nýta orku og pening uppá at útbúgva ein bólk, at gera uppgávur sum tú hev- ur toppkvalifiseraði fólk til at taka sær av framman- undan? Er tað sparing fyri samfelagið? Tað er ikki lít- ið ósmæði av ljósmøðrum og leiðsluni harafturat at krevja og vænta, at sjúkra- røktarfrøðingar skulu upp- læra ljósmøður til at gera seg sjálvar arbeiðsleysar! Felagið mótmælir harð- liga, at leiðslan á Lands- sjúkrahúsinum tekur sjúkrarøktina frá sjúkra- røktarfrøðingum og letur ljósmøður yvirtaka sjúkra- røktina og sjúkrarøktar- leiðsluna á Føðideildini. Trygdin hjá sjúkum barnakonum og sjúkum pinkubørnum í vanda ! Føðideildin er ikki bert ein føðideild, men eisini ein sjúkradeild og kann tí ikki samanberast við føðideildir í eitt nú Danmark og øðrum Norðanlondum. Hetta merkir, at deildin eisini er ein sjúkradeild fyri barnakonur og ein neonatal deild. Ein neonatal deild er ein sjúkradeild, har ov tíðliga fødd børn, sjúk børn og børn við breki annars eru innløgd. Á neonatalum deildum í Norðanlondum starvast bert sjúkrarøktarfrøðingar og læknar. Ongin ljósmóð- ir starvast á nakrari neonatalari deild hvørki í Danmark, Noregi, Svøríki, Finlandi ella Íslandi, tí hetta er sjúkrarøktarøki. Felagið mótmælir eisini, at leiðslan á Landssjúkra- húsinum harafturat roynir at billa Føroya Fólki inn, at nevnda umlegging fer at geva eina betri góðsku, - tað meta vit er beinleiðis ósatt, tí hon fer tvørtur- ímóti, at lækka støðið í sjúkrarøktini. Vit vilja eisini minna á, at Føroyar fyri nøkrum árum síðani høvdu hægsta barna- deyðatíttleika í Norðan- londum smb. hagtølum hjá Landslæknanum og hava megnað, at venda gongdini til nú at hava lægsta barna- deyðatíttleika. Hetta er m.a. sera dugna- ligu sjúkrarøktarfrøðing- unum á Føðideildini, ið eru serkøn á økinum, serlæknanum í kvinnusjúkum, barnalækn- unum og ikki minst fyrrverandi barnalækna, Ulrikku Steuerwald, ið legði lunnar undir servit- anina innan neonatala økið, fyri at takka. Brot úr hagtølunum á Føðideildini (databasuni fyri neonatala deild) Føðideildin er, sum áður nevnt eisini ein sjúkradeild, ein neonatal deild. Stórur partur av børnunum verða innløgd sum sjúklingar. Sambært hagtølum hjá Landssjúkrahúsinum fyri 2004: • Fødd vóru 612 børn • Harav vóru 147 børn skrásett sum sjúklingar eftir kriteriunum hjá barnalæknunum. Hetta svarar til 24%. Samlaða tíðin, tey vóru skrásett sum sjúklingar var 1071 døgn og er hetta í miðal 7,3 døgn pr. barn. • 28 børn ( 4,6%) vóru fødd ov tíðliga, tvs. áðrenn 37. viku. • Umframt tey ov tíðliga føddu børnini á LS, vóru á føðideildini í 2004 innløgd 4 onnur ov tíð- liga fødd børn, harav 1 var føtt á Suðuroyar Sjúkrahúsi og 3 á Ríki- sjúkrahúsinum • Trillingar og 9 pør av tvillingum vóru fødd seinasta ár • 98 børn (16%) vóru fødd við keisaraskurði „Keisaraskurður" er ein operatión, ein skurðvið- gerð Á Føðideildiin eru eisini sjúkar barnakonur og er m.a. ein partur av teimum konur, sum fáa keisara- skurð. 98 børn vóru fødd við „keisaraskurði" - tað vil siga, at tað er ein rættuliga stórur partur av barnakon- unum, sum verða lagdar undir skurð, og við hesum, eru at roknað sum sjúkling- ar. Eins og aðrir skurð- sjúklingar hava konurnar tørv á og krav uppá at verða røktaðar av bestkvalifiser- aðu fakfólkum, sum í hes- um føri eru vælútbúnu sjúkrarøktarfrøðingarnir á Føðideildini, sum kunna veita eina dygdargóða sjúkrarøkt. Aðrar sjúkar barnakonur eru m.a. tær, ið hava høgt blóðtrýst, sukursjúku, hjartasjúku, lungnasjúku, sálarliga sjúku, hava krabbamein, eru misbrúk- arar og mangt annað. Eisini er komið fyri konur, ið hava fingið gøgntransplantatión. Heldur ikki er at gloyma tær sárbaru familjurnar og transportar av sjúkum pinkubørnum til sjúkrahús uttanlands. Í uppskotinum hjá leiðsl- uni er eisini ætlanin at skerja talið á seingjar- plássum á føðideildini. Um hetta er ætlanin, verða tað helst tey »frísku«, ið verða skjótari útskrivað og møguliga ambulantir føðsl- ar. Harvið verður tørvurin á ljósmøðrum uttan fyri Føðideildina størri, og ikki inni á Føðideildini hjá teimum sjúku, har sjúkra- røktarfrøðingarnir eru. Tá mamma og barna verða útskrivað, er heilsu- frøðingurin, sum er ser- kønur á økinum, klárur at taka ímóti, so her er onki galið við kontinuitetinum. Intensiv-og Narkosu- sjúkrarøktarfrøðingar útskiftar við ljósmøður - trygdin hjá sjúklinginum? „Viðrakning" er staðið, har skurðsjúklingar verða observeraðir og røktaðir aftaná narkosu til teir eru vaknir og nóg stabilir til at flyta aftur á songardeildina. Her er talan um intensiva, postoperativa sjúkrarøkt. Narkosusjúkrarøktarfrøðin gar, sum eru serfrøðingar á økinum, hava altíð havt hesa uppgávu um hendi og eru so avgjørt, saman við intensiv sjúkrarøktarfrøð- ingum, teir bestu til at útføra hesa uppgávu. Eisini her er ein broyting hend fyri tíð síðani á Landssjúkrahúsinum, tí „onkur" ? hevur nú eisini útdeligerað intensivu post operativu sjúkrarøktina av konum, ið hava fingið „Keisaraskurð" til ljósmøð- ur. Ístaðin fyri at koma í Viðrakning verða konurnar nú fluttar beinleiðis aftur á familjustovuna á føði- deildini, har ljósmøður skulu taka sær av hesi sersjúkrarøktini. Konurnar skulu ikki longur hava besta og tryggasta tilboðið. Hvat er endamálið við at lata sersjúkrarøktina hjá intensiv- og narkosusjúkra- røktarfrøðingum (ið hava ca. 6 ára útbúgving) og eru til taks, yvir til ljósmøður, at umsita ? Er eitt 14 daga skeið nóg mikið til at ljós- møður, ið ikki eru sjúkra- røktarfrøðingar áðrenn, og ikki hava neyðuga før- leikan, kunnu røkja hesa uppgávu ? Er hetta gjørt sum menning ella sparing ? Hevur sjúklingurin og trygdin hjá honum verið í miðdeplinum, tá hetta er gjørt ? ella hevur aktiver- ingin av arbeiðsleysum ljósmøðrum eisini í hesum føri, størri týðning enn trygdin hjá sjúklinginum ? Hvussu virðir Lands- sjúkrahúsið servitanina hjá sjúkrarøktarfrøðingum á hesum øki? Aðrar avleiðingar Ætlaða umleggingin á Føðideildini hevur eisini ta avleiðing, at arbeiðið, sum altíð hevur verið røkt av limunum í Felagnum Før- oyskir Sjúkrarøktarfrøðing- um, uttan haldgóðar grund- gevingar, verður flutt til ein annan fakbólk. Hetta verður gjørt mitt í einum sáttmálaskeiði og er eitt greitt brot á allar ar- beiðsrættarligar reglur, sum partarnir á arbeiðsmarkn- aðinum hava skyldu at halda. Felagið Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar kann als ikki góðtaka, at eitt ar- beiðsøki, sum altíð hevur verið væl og virðiliga røkt av sjúkrarøktarfrøðingum, okkara limum, á henda hátt við væl fyrireikaðum snild- um (grovari manipulatión), verður flutt til ein annan fakbólk. Hetta er greitt í stríð við allar siðvenjur á arbeiðsmarknaðinum. Nú er ovboðið ! Hetta stig kann ikki fatast sum annað enn ein krígsav- bjóðing móti Felagi okkara. Eg vil enn einaferð undir- strika, at vit hava ikki biðið um henda óneyðuga ófrið ! Sjúkrarøktarfrøðingar bera orð fyri at verða fleksiblir, tolnir og hava góð sam- starvsevni. Sjúkrarøktar- frøðingurin er tann, ið er hjá sjúklinginum og hevur ábyrgdina av honum allan sólarringin og er harafturat tann, ið samlar allar træðrir, tað vil siga, samstarvar við allar aðrar starvsbólkar, sum beinleiðis ella óbein- leiðis hava við sjúklingin at gera. Sjúkrarøktarfrøðingar strekkja seg sera langt og tiga oftast, hóast teir eru fyri órættum, fyri at fáa ar- beiðið at ganga so væl sum tilber, og tað ikki skal ganga út yvir sjúklingin. Men nú siga sjúkrarøktar- frøðingar frá, nú er nóg- mikið traðkað á okkum. Nú er ovboðið! Føroya fólk hevur krav uppá at vita, at trygdin hjá sjúkum barnakonum og sjúkum pinkubørnum er ikki nóg góð um umlegg- ingin á Føðideildini verður framd. Vónandi vaknar onkur áðrenn tað er ov seint. Gjørt verður vart við, at Felagið Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar, ikki undir nøkrum umstøðum góð- tekur nevndu umlegging, tí vit meta, at hon er fak- liga óforsvarlig og ikki nøkur sparing og fara vit tí, at taka øll neyðug stig til at forða fyri, at hon gerst veruleiki. Áheitan á Føroya Løgting Felagið Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar vil ikki longur standa sum áskoðari til at Landssjúkrahúsið enn einaferð fremur umlegg- ingar, sum beinleiðis við- føra afturstig í kvalitetinum í sjúkrarøktini og harafturat billar Føroya Fólki inn, at tað bæði er sparing og menning. (ljóm. eru hægri løntar enn sjúkrarøktar- frøðingar). Felagið góðtekur ikki, at sjúklingurin ikki fær best møguliga sjúkrarøktartil- boðið, og at trygdin, í hes- um føri, hjá sjúkum barna- konum og sjúkum pinku- børnum á Føðideildini verður hótt. Sjúkrarøktarfrøðingar hava altíð verið, og eru av- gjørt teir bestu framhald- andi, at tryggja, at sjúk- lingar á Landssjúkrahús- inum, eisini á Føðideild- ini, fáa eina nútímans og dygdargóða sjúkrarøkt. Felagið heitir tí inniliga á Føroya á Føroya Løgting um at støðga ætlaðu um- leggingini á Føðideildini, meðan leikur er góður. Somuleiðis heitir Felagið á Føroya Løgting um at veita neyðugu játtanina til Landssjúkrahúsið so tað aftur kann rekast forsvar- ligt, og ikki noyðist at skerja so rívan á psyki- atrisku deild og sum frætt- ist, at lata aðra ta medi- sinsku deildina annahvørt B6 ella B7 aftur. Skurð- deildin er nógv minkað, har eru 32 seingjarpláss færri í dag enn fyri nøkrum árum síðani. Eitt ávíst seingjartal og ein grundnormering av starvsfólki eisini við ser- vitan eru neyðug fyri at veita eina forsvarliga tæn- astu. Skerjingin hóttir útbúgv- ingina av sjúkrarøktar- frøðingum - enn færri praktikkpláss Annar vandi, ið stendst av støðugu minkingini av sjúkrahúsinum, er at Landssjúkrahúsið sum út- búgvingarstað hevur alt færri praktikkpláss til les- andi frá Sjúkrarøktar- frøðiskúla Føroya. Heldur henda gongdin fram, er vandi á ferð. Her kann eisini hóskandi verða minnt á, at vit í Føroyum hava út- búgvið Sjúkrarøktarfrøð- ingar í umleið 100 ár, men enn eigur Skúlin ikki Tak yvir høvdið! Hvar er virð- ingin hjá politikarum fyri sjúkrarøktini og útbúgv- ingini? Tað harmar okkum almikið, at ongin politikari so mikið sum tekur Skúlan uppá tungu, samstundis sum Landsstýrið setur " himmal og jørð í bevægilsi" fyri at byggja nýggjan Heilsuskúla til enn eina nýggja útbúgving. Hvussu við raðfestingini av skúla- bygging? eru tey 100 árini ikki nóg mikið til at sjúkra- røktarfrøðingar eiga tørn nú? Løggilding ikki til hoyringar Hvar var virðingin fyri sjúkrarøktarfrøðingum, tá lógaruppskotið um løggild- ing av sjúkrarøktarfrøðing- um var fyri í Løgtinginum, nú um dagarnar? Lands- stýrismaðurin í Almanna og Heilsumálum virdi okkum ikki so frætt, at vit fingu "broytta lógaruppskotið til hoyringar" - hetta er átalu- vert, og kann als ikki góð- takast! Hvønn skal Sjúkrahúsið verða fyri? Føroya Løgting og Lands- stýrið skylda Føroya Fólki, at svara fyri, hvønn Lands- sjúkrahúsið skal vera fyri í framtíðini, um hildið verð- ur á við skerjingum og afturlatingum á henda hátt, meta vit, at Sjúkrahúsið verður ikki fyri øll! Framhald av síðu 11 Viðvíkjandi Fleiri sjúkra- røktarfrøðingar heldur enn Heilsuatstøðingar Beinta Pedersen Eg fari at spyrja teg um tú veit hvat heilsuatstøðinga- útbúgvingin er fyri nakað og hví hon kom ? Jú tað er ein breið útbúgving hvar tú kemur runt um allan borgaran : Persónlig røkt, medicin, aktivering og reingering. ùtbúgvingin kom tí sjúkrarøktafrøðingar høvdu ov nógv um oyruni, so heilsu atstøðingarnir kundu lætta um arbeiði hjá sjúkra- røktarfrøðingum. Tað er naka sum eitur samarbeiði, men tað dugi eg ikki at lesa meg til, at tú veit naka um. Er tað nøkur røkt sum er góð, so eru tað heilsuhjálp- arar og heilsu atstøðingar, teir eru um borgaran allan dagin og kunna observerað. Teir flestu sjúkrarøktar- frøðingar eru ikki so glaðir fyri at verða í røktini, teir vilja heldur doserað medi- cin, sárrøkt og tað sum har hoyrur til. Um allir bólkar vóru í røktini, kundi man brúkt hvønn annan og deilt er- faringar, also samarbeiði ístaðin fyri mótarbeiði og magt. Tað er ikki lætt at arbeiða sum heilsuatstøðingur í Føroyum, man rennur seg ímóti einum múrið alla tíðina og nógvar sleppa ikki at brúka sína útbúgving tí sjúkrarøktarfrøðingar hava misskilt. Vit ætla ikki at taka naka frá sjúkrarøktarfrøðingum men at samarbeiða. Vit eru heilsuatstøðingar og vita útmerka at vit ikki hava somu vitan sum sjúkra- røktarfrøðingar. Eg vil enda við at siga, at tað er spell at tú ikki dugur at sýggja útbúgvingina hjá heilsuatstøðingum bara kann gera røktina betur. Tað verður gott tá ið vit eisini fáa eitt stykkið av lagkøkuni og blíva meira virdar. Svar til Annemi Joensen