Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 - 7. apríl 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið kæra kona mín, mamma, vermamma og omma Katrin Olsen andaðist og varð jarðað. Vit takka tykkum mongu, sum á ymiskan hátt hjálptu okkum. Tøkk fyri blómur, kransar, gávur, heilsanir og vitjanir. Tøkk til tykkum, sum fylgdu, tá ið hon varð borin til hvíldar. Cederfeldt Jóna, Karin, Marni og Páll við familjum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá Erhard Miðgerð andaðist og varð jarðaður. Takk til prest, kirkjutænarar, sangarar og berarar. Takk fyri blómur og kransar og takk, øll tit, ið fylgdu, tá ið hann varð borin til hvíldar. Ása, Páll, Eileen og Anna Maria Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at mamma, vermamma, omma og langomma okkara Kathrina Einarsson vanliga nevnd Trina, Rituvík andaðist á Ellis- og Røktarheiminum týsdagin 5. apríl, 83 ára gomul. Kistan fer av Røktarheiminum hóskvøldið 7. apríl kl. 18.00 Jarðarferðin verður úr Rituvíkar kirkju leygardagin 9. apríl kl. 14.00. Familjunnar vegna Børnini Dagurin 7. apríl. Egesippus, deyður umleið ár 180. Jødi í Róm, sum gjørdist kristin. Í dag, hósdagin 7. apríl, eru tað 60 ár síðani, at Anna og Dánjal P. Nielsen í Klaksvík giftust. Tey hava mest sum øll hesi mongu árini, sum tey hava livað saman í hjúnarlagi, búð í Klaksvík, har tey eru partur av býarmyndini. Anna er fødd 30. juni í 1920. Foreldrini vóru Bette og Victorinus Joensen. Hon var úr Árnafirði, og hann var av Viðareiði. Tey búðu fyrst Eysturi í Horni á Viðareiði, og í 1929 fluttu tey til Klaksvíkar, har tey búsettust í Vágstúni. Tvey systkin hjá Bette - Bina, bónda- konan í Innistovu, og Sigmund á Fløttinum búðu í grannalagnum. Bette og Victorinus fingu fýra børn. Anna, Ulrikka, Valborg og Jona. Valborg býr í Noregi, og Ulrikka og Jona vóru blaðungar, tá ið tær síðst í tríati árunum doyðu av diftirittis. Tað var syndarligt, tí tað vóru bara nakrir dagar ímillum, at tann fyrra doyði jólaaftan, og inntil hin doyði tíðliga í januar. Dánjal er úr Sandavági. Hann er føddur 10. september í 1922. For- eldrini vóru Kristianna og Tummas Nielsen. Tey áttu sjey børn - Kristian, Dánjal, Anna, Rasmus, Steingrím, Mimi og Gorm. Eftir á lívi eru Dánjal, Anna í Garði á Strondum og Mimi á Brúnni, sum býr í Sorø. Kristian var elektrikari og fór til Skopunar, tá ið skopun- ingar skuldu hava elmegi. Hann fann sær konu í Skopun og búsettist har suðuri, og skopuningar róptu hann Kristian SEV. Rasmus búði í Sandavági, Steingrím í Havnini og Gorm á Glyvrum. Anna átti fastur og pápabeiggja suðuri í Vági, og har var hon nógv sum ung genta. Hon búði hjá Martini Joensen og arbeiddi í handlinum á Løghamri. Seinni fór hon til Havnar, har hon tænti hjá Andrew Sloan og Sofusi Dal- Christiansen. Undir krígnum var hon á húsarhaldsskúla, sum nunn- urnar hildu, áðrenn hon gjørdist stovugenta hjá Hilbert amtmanni. Har upplivdi hon á fyrstu parket krígstíðina, tá ið føroyskir politik- arar høvdu nógv við amtmannin at gera, og tá ið tað ofta vóru vitjanir úr Bretlandi, bæði hernaðarligar og politiskar - danir og bretar. Dánjal royndi sjólívið og var til skips við slupp. Men tað var skjótt, at hann fór til Havnar at ganga í handilsskúla. Hann búði hjá Alfredi Johannesen, sum hann í fríløtunum mundi hjálpa í virkseminum, sum hesin hevði, og hann arbeiddi í Tryggingini, har bygdarmaður hansara, Tummas Thomassen, var stjóri. Eftir at Anna og Dánjal vóru gift og høvdu búð í Klaksvík eitt stutt skifti, fluttu tey til Sandavágs, har Dánjal arbeiddi í reiðarínum hjá Zachariasi Nielsen. Skjótt fluttu tey aftur til Klaksvíkar, har tey bygdu á Biskupsstøð, og har hava tey búð síðani. Dánjal gjørdist bókhaldari hjá Kjølbro, og tað starvið røkti hann í fram ímóti fimtan árum. Meðan Dánjal var hjá Kjølbro, fór hann at hjálpa Einari Waag á bryggjarínum, og síðst í fimti árunum fór hann í fulltíðarstarv hjá Einari. Samstarvið millum Einar Waag og Dánjal fevndi um so mangt. Umframt bryggjaríið, sum var í støðugari menning, hevði Einar útróðrarbát og bát, sum sigldi millum oyggjarnar við øli og soda- vatni. Dánjal hevði við alt hetta at gera, og í fimti og seksti árunum plagdi hann eisini at ferðast kring oyggjarnar og selja fyri Føroya Bjór. Einar og Dánjal vóru báðir javn- aðarmenn, og Dánjal umboðaði leingi Javnaðarflokkin í kommu- nalu líkningarnevndini, har hann var formaður. Seinni sat hann onk- ur skifti sum eykamaður í býráð- num fyri Javnaðarflokkin. Saman við øðrum settu Einar Waag og Dánjal Nielsen Norðoya Samvinnufelag á stovn. Teir høvdu fiskahúsið, sum Jóan Jakku á Viðareiði hevði átt á vestursíðuni. Dorius á Húsum var arbeiðsfor- maður, og har var fitt av virksemi í trýssunum. Í seksti árunum lótu teir tveir línubátar byggja - Norðing og Norðalduna. Tá vóru ánarnir um- framt Einar og Dánjal Heini Lassen, Eskild Norðbúð og Poul Jacob Olsen. Miðskeiðis í seksti árunum trappaði Dánjal niður á bryggja- rínum. Tá læt hann bókhaldsstovu upp í húsunum, sum verforeldrini høvdu átt í Vágstúni. Hann hevur havt bókhald fyri smiðir, handils- menn, byggivirkir, ánarar av útróð- rarbátum og skipum og aðrar, sum høvdu brúk fyri einum, ið kundi taka sær av pappírsarbeiðnum. Dánjal hevur verið sera friðarligur og arbeiðssamur, og frá teimum, sum hava havt við hann at gera, er skoðsmálið, at hann hevur roynst at vera sannur álitismaður. Í kjallarahæddini í Vágstúni varð handilin Føroyabók latin upp í 1967. Navnið stavaði frá virksemi- num, sum Eliesar Poulsen og Theodor við Keldu høvdu havt, og sum J. F. Tróndheim eitt stutt skifti hevði saman við prentstovuni, áðrenn Dánjal yvirtók tað. Dánjal seldi skrivstovuútgerð, og tá ið tann parturin av virkseminum var komin í lag, fór Anna at selja postalín í gávubúðini. Tað var ikki fyrrenn tey vóru komin væl upp í sjeyti árini, at tey bæði góvust at arbeiða. Í sjeyti árunum varð Dánjal Nielsen valdur í stjórnina fyri Realin. Hann var ein av trimum stjórum. Tá ið Atli P. Dam mið- skeiðis í áttati árunum aftur gjørdist løgmaður, var Dánjal dag- ligur leiðari í Realinum í fýr ár. Anna og Dánjal eiga fýra børn - Jona, fødd í 1945, Kristianna, fødd í 1947, Bergfríð, fødd í 1951, og Victor, føddur í 1961. Kristianna býr í Havnini, og hini búgva í Klaksvík. Barnabørnini eru ellivu, og higartil eru fýra komin í næsta ættarliðnum. Heimið hjá Annu og Dánjal hevur verið hugnaligt og nossligt. Alt tað, sum Dánjal hevur verið uppií og fingist við, man hava borið langar arbeiðsdagar við sær, men Dánjal hevur altíð tikið sær stundir at røkja húsini og urta- garðin, og hann hevur fylgt sera væl við í samfelagslívinum. Anna hevur staðið fyri tí sosiala. Hon hevur havt samband við eina rúgvu av fólki. Nógv eru komin á gátt, og gestablídnið hevur verið stórt. Í dag verður diamantbrúdleyps- dagurin hildin hjá elstu dóttrini, Jonu, og versoninum Karli. JH Diamantbrúdleyp í Klaksvík