hósdagur 7. apríl 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 65 - 7. apríl 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hósdagin tann 7. apríl kunnu
hjúnini Anna Sofía Elisabeth og
Dánjal Petur Nielsen á Biskupsstøð
í Klaksvík halda diamantbrúdleyp.
Anna
er
dóttur
Bettu
og
Victorinus Joensen við Vágstúni í
Klaksvík. Betta var ættað úr Árna-
firði, dóttur Ulriku Joensen, ættað
úr Miðvági, ið var systir Vága-
Jógvan og Jógvan Mikkelsen úr
Útistovu í Árnafirði. Victorinus var
ættaður av Viðareiði, í Lágni, sonur
Onnu Malenu, f. Olsen úr Funn-
ingi, og Heina Joensen, lærara úr
Funningsfirði.
Tær vóru 4 systrar: Anna, Rikka,
ið doyði 15 ára gomul, Valborg, ið
býr í Noregi, og Jona, sum doyði
bert 8 ára gomul.
Dánjal er sonur Kristionnu av
Ryggi í Miðvági og Tummas Niel-
sen úr húsinum Norðan fyri Garð,
úr sýslumanshúsinum í Sandavági.
Pápi Tummas æt eisini Dánjal Petur
Nielsen, og mamman, Anna Sofía,
var slektað úr Bartalsstovu í Sanda-
vági.
Diamantbrúðurin er fødd í Horni
á Viðareiði, men kom til Klaks-
víkar 10 ára gomul. Hon fór ung til
Vágs til fastrina Juliu, sum var gift
við Havna-Jørgin, og til farbróð-
urin Martin Joensen, Martin í
Lágni, og Ceciliu, sum eisini búðu
í Vági. Her arbeiddi Anna m.a. í
handlinum á Løðhamri.
Seinni tænti hon í Havn hjá Ellu
og Andru Sloan og hjá fam. Dahl
Christiansen. Og undir krígnum var
hoin stovugenta hjá Hilbert Amt-
manni.
Dánjal var fyrst til skips, men
kom til Havnar og arbeiddi á
Tryggingarsambandinum.
Hann
búði tá hjá Alfredi Johannesen.
Og í Havn hittust tey bæði og
giftust til Klaksvíkar í 1945. Tey
eru fyrst í Klaksvík í eina tíð og
flyta so til Sandavágs, har Dánjal
arbeiðir hjá farbróðrinum Zacha-
riasi Nielsen.
Men í 1946 koma tey aftur til
Klaksvíkar, og tá byrjar Dánjal at
arbeiða á skrivstovuni hjá Kjølbro
og var høvuðsbókahaldari har. Tey
byggja sær tá hús á Biskupsstøð.
Dánjal arbeiddi á skrivstovuni hjá
Kjølbro til 1960, men hevði tá eis-
ini onnur arbeiði framíhjá. Hann
arbeiddi partvís á skrivstovuni hjá
Føroya Bjór, har hann hevði bók-
haldið og seinni fulltíðararbeiði
sum skrivstovustjóri. Hann hevði
her nógvar hugsanir um, hvussu
framleiðslan kundi økjast og kom
m.a. við proppakappingini hjá Før-
oya Bjór. Hetta var meðan Gunnar
Jørgensen var bryggjari.
Dánjal, Einar Waag eldri o.a.
stovnaðu Norðoya Samvinnufelag
og lótu Norðing byggja og síðani
Norðalduna, og Dánjal var eisini
stjóri har.
Hann hevði eisini í mong ár bók-
haldið hjá Bureau Veritas í Føroy-
um, hjá Norðoya Blikksmiðju, J.
Gerðalíð og Dáva Jacobsen o.ø.
Dánjal sat eisini í mong ár í um-
boðsráðnum í Føroya Banka. Hann
stovnaði bókhaldið Føroyabók, har
hann hevði bókhald hjá mongum
útróðrarbátum og virkjum á landi,
men í 1997 yvirtók sonurin Victor
hetta virki. Og hann var í mong ár
ein av stjórunum í Realinum og
hann loysti Atla Dam av í sama
stovni, meðan Atli sat løgmaður
1985-92. Hann var eisini í áratal
form. í líkningarnevndini í Klaks-
vík, ein sog hann sat í býráðnum í
Klaksvík fittan part av tíðini 1976-
80 fyri javnaðarflokkin meðan
Vilhelm var í tinginum.
Anna stovnaði handilin Føroya-
bók í 1967 í barnaheiminum í
Vágstúni. Og seinni víðkaði hon
handilin til Gávubúðini hjá Anni og
hon var fremst við hesum slagnum
av handli í Føroyum, og hon hevði
kundar um alt landið.
Hon hevur stóra familjuvitan, er
ættarkær og hjálpsom og er kend
fyri hennara avbera góðu kleynur.
Hon er frálík í tøting, serliga at
binda og eisini at brodera.
Anna og Dánjal eru nú komin
væl til árs, bæði gestablíð, hon
kanska munnfimari. Tey hava int
nógv okkara samfelagi at gagni, og
tey hava teirra rimmarføstu guds-
trúgv.
Tey eiga fýra børn og eftir aldrin-
um eru tey Jona, Kristianna, Berg-
fríð og Victor. Ommu- og abba-
børnini eru ellivu í tali og tey eiga
fýra langommu- og langabbabørn.
Eg og mong við mær ynskja
tykkum hjartaliga tillukku á dia-
mantbrúdleypsdegnum og blíðan
byr framyvir.
Michael Matras
Diamantbrúdleyp
Minningarorð um
John Nolsøe
f. 26. mars 1935 d. 3. apríl 2005
Góði John gubbi.
Sjálvt um eg eri ógvuliga kedd, so eri eg álíkavæl
so glað fyri, at tú endiliga hevur fingið frið. Títt lív
á hesi jørð var ikki lætt. Varð sjúkur í bestu árum
og sjálvt um øll gjørdu sítt besta, fyri at tú skuldi
hava tað gott, so var títt lív eitt stríð.
Tað verður mangan spurt, hvat meiningin er við
lívinum, og ein kundi freistast at spyrja, hvat
meiningin var við tínum lívi. Men eg ivist onga
løtu í, at tað var ein meining. Uttan teg høvdu vit
verið so nógv fátækari, vit hava verið so góð við
teg og hava lært nógv av tær.
Alt tað eg minnist hava mamma og babba tikið
meg við at vitja teg á Deild 5, og fekk eg longu
sum smágenta innlit í, at tað eru summi fólk, sum
ikki hava tað gott. At vera sjúkur í sálini er ikki
lætt.
Tú var tá so mikið frískur, at vit kundu sita og
tosa saman, og eg minnist serliga einaferð, tú
segði,at tú var so keddur av, at tú ikki fekst børn,
og at tú ikki fór at verða uppkallaður. Eg havi tá
verið um 13 ára gomul, og eg lovaði tær, at um eg
fekk børn, so skuldi eg kalla teg upp.
Tá Jóna 9 ár seinni varð fødd, var eingin ivi um,
at hon skuldi eita eftir tær. Tú var bæði glaður og
stoltur, og Jóna stóð hjarta tínum nær.
Sum árini gingu og tú fek tað verri, var verri at
fáa eina samtalu í lag,men tú var altíð glaður, tá vit
komu at vitja, bara vit ikki sótu ov leingi. Tosaði
mest um sjúkur og at vit skuldu ikki mussa teg, tí
tú kundi smitta okkum. Men hetta helt okkum ikki
burtur. Eg havi, sum míni foreldur, altíð havt børn-
ini við at vitja teg og tey blivu skjótt góð við teg.
Hetta seinasta árið hevur tú verið so sjúkur, at tú
mangan ynskti at doyggja, og segði tað eisini: »Nú
orki eg ikki meira, nú vil eg sleppa til Jesus
pápan«.
Páskaaftan fylti tú 70 ár og vit vistu innast inni,
at hetta fór at verða tín seinasti føðingardagur. Vit
høvdu ein góðan dag saman, og sjálvt um tú var
ógvuliga sjúkur, so visti tú, at tú hevði føðingardag
og hvør var komin at vitja.
Hesa seinastu vikuna hava vit bíðað eftir, at tú
skuldi fara og sunnukvøldið komu so boðini.
Góði John gubbi, eg takki Gudi fyri teg. Tú
hevði eitt strævið lív, men tú var okkum ein dýrur
skattur, sum vit vóru so ógvuliga góð við, og vit
vita, at tú eisini var góður við okkum. Eg takki
eisini Gudi fyri, at hann nú hevur tikið teg til sín,
nú hevur tú tað endiliga gott og er komin til Jesus
pápan.
At enda vil eg senda eina hjartans tøkk til starvs-
fólkini á Deild 5 og hinum deildunum, sum John
gubbi hevur verið á. Tit hava verið so góð við hann
og gjørt alt fyri, at hann skuldi hava tað gott. Takk
fyri, at tit altíð hava tikið so væl ímóti okkum og
hava havt eitt gott samskifti til familjuna hjá John.
Hvíl í friði, góði John gubbi. Vit síggjast!
Anna
Góða omma og abbi!
Vit ynskja tykkum báð-
um hjartaliga tillukku á
diamantbrúdleypsdegnum.
Takk fyri alt, tit hava verið
fyri okkum.
Tað er ringt at finna orð,
sum kunnu lýsa, hvussu
góð tit hava verið við okk-
um øll, ommu- og abba-
børnini.
Tykkara heim hevur altíð
verið opið fyri okkum øll-
um, og vit hava kent okkum
so væl hjá tykkum.
Omma, altíð klár við ein-
um drekkamunni og einum
góðum bita. So áhugað í
øllum, ið vit gera, og um-
sorganarfull.
Abbi, stillur við fáum
orðum, klókur og góðs-
ligur. Serliga væl minnast
vit allar biltúrarnar, vit
hava verið við tær.
Hjartans takk fyri alt.
Jesus verið hjá tykkum.
Heilsan
Ragnhild og Andrias.
Til ommu og abba á diamantbrúdleypsdegnum
Í dag hava Anna og Dánjal P. Nielsen í Klaksvík
diamantbrúdleyp