hósdagur 7. apríl 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 7. apríl 2005
19
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Almannastovan
nýtt búmerki
Í sambandi við 30 stovningardagin hevur
almannastovan fingið nýtt búmerki, sum
lýsingarstovan Krea í Saltangará hevur
designað. Búmerkið varð alment sýnt fram
undir móttøkuni seinasta fríggjadag
TÍÐINDASKRIV
Vit síggja tríggjar formar, sum koma saman soleiðis,
at annar endin á teimum fer inn í eina felags miðju,
og hin gongur út úr miðjuni.
Formarnir eru allir eins, og saman mynda teir ein
tríkant. Teir tríggir formarnir umboða tríggjar
ymiskar persónar.
Hesir persónarnir hava tvær hendur, har vinstra
hondin á øllum trimum er rætt inn móti eini felags
miðju, og høgra hondin gongur út úr miðjuni. Hetta
merkir, at allir partar geva og allir partar fáa.
Tað eru tríggir litir í búmerkinum. Hetta skal av-
spegla, at ein sær persónarnar, sum almannastovan
tænir, sum einstaklingar, sum hava sín egna karakter
og sítt egið virði, og sum ein tænir við atliti til tess.
TÍÐINDASKRIV
"Je´eri
Valari"
verður
allarhelst sungin nakrar
ferðir hin 18. juni komandi,
tá ið "Valarar hittast" í Val-
inum á Tvøroyri. Ein bólk-
ur av "gomlum" valarum
hevur tikið stig til at fyri-
skipa hátíðar- og veitslu-
hald fyri teimum, sum hava
serligt tilknýti, eru upp-
vaksin í ella ættað úr Valin-
um. Tiltakið verður 18. juni
2005 í Valinum. Um dagin
verður skipað fyri fólka-
fundi í Valarabrekkuni og
forkunnugari framsýning í
Fylking við gomlum mynd-
um /filmum úr Valinum.
Seinni á kvøldi verður
ítróttarhøllin í Trongisvági
karmur
um
stórfingna
veitslu við góðum mati,
undirhaldi og dansi. Fyri-
reikararnir rokna við at
stórur áhugi verður fyri
tiltakinum. Tað er neyðugt
at melda seg til tiltakið,
sum verður lýst í bløðun-
um.
Prógv
5. apríl tók Signa Joensen cand.phil.-prógv í
»Norðurlendskum, serliga føroyskum máli og
bókmentum« á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri
Føroya.
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin tann 9. apríl
frá kl. 16 - 20 verður
klædnaframsýning í Riber-
húsi í Fuglafirði, har høvi
verður at síggja og keypa
nýggju klæðir okkara til
várið. Her fáast klæðini til
ta lítlu eins væl og ta stóru
kvinnuna.
Klædnaframsýning í Riberhúsi
Valarar hittast …
Í dag fyllir Herluf Joensen, vanliga
nevndur Herluf á Heygum, 80 ár.
Hann er føddur í Hvalvík 7. apríl
1925, harhann hevur búð mest sum
alla sína lívstíð. Herluf er sonur
Jógvan og Jóhonnu Joensen á
Heygum, bóndahjún í Hvalvík. Er
giftur við Óluvu, dóttur Poul og
Sannu Andreassen av Oyrarbakka.
Herluf og Óluva eiga fýra synir:
Jógvan Páll, Súni, Jeffri og Hall-
dórur, umframt átta abba- og
ommubørn: Beinta, Hallur, Bjørt,
Pól, Brian, Allan, Talita og Óluva.
Hann fekk tíðliga saman við
elstra bróðrinum ábyrgdina av
arbeiðnum á garðinum. Faðirin,
Jógvan av Heygum, var sjúkur og
doyði longu tá Herluf var 16 ár. 19
ára gamal fór hann til Íslands at
arbeiða á bóndagarði. Heimaftur
komin var Herluf til skips, og aftan
á arbeiddi hann á Hvalastøðini við
Áir.
Gravkúgvin,
sum
Hvalvíkar
kommuna keypti, nevnd Hvalvíks-
kúgvin, kom í 1950, og fekk Herluf
tilboðið at vera traktorførari. Hetta
var einasta gravkúgv í landinum og
kom eisini at verða ein kollvelting
innan vegagerð í Føroyum. Fyrsti
vegur, sum varð gjørdur við grav-
kúgv, var millum Hvalvík og Áir-
nar og síðan Hósvík og Áirnar.
Landsverkfrøðingurin sá stóra
framstigið og vildi hava gravkúnna
til Vestmanna at hjálpa SEV við
vatnútbyggingini. Eftir tingingar
við Hvalvíkar kommunu varð farið
um fjallið við gravkúnni til Vest-
manna.
Í 1956 avger Landsverkfrøðing-
urin at keypa gravkúgv og bjóðar
Herlufi at føra hana, og hann tekur
av. Síðan byrjar tíðarskeiðið við
vegagerð við maskinu hjá landin-
um. Byrjað varð á Skipanesi og
inneftir. Seinni varð farið til Suður-
oyar at gera veg millum Hov og
Tvøroyri. Eitt tíðarskeið búði
Herluf við familju við Gjógv,
meðan vegurin Gjógv-Funningur
og Eiði varð gjørdur. Og eitt
tíðarskeið í Vík, meðan vegurin
Tjørnuvík-Streymnes varð gjørdur.
Nú var gongd komin á vegagerðina
og fleiri maskinur vórðu keyptar
inn. Herluf tók ímóti teimum
nógvu fyrstu maskinunum, og varð
stórt álit víst honum í hansara yrki
hjá Landsverkfrøðinginum. Hann
arbeiddi sum traktoraførari hjá
landinum í samfull 40 ár.
Herluf hevur altíð átt bát og
dámar serstakliga væl at vera á floti
og til útróðrar. Seinnu árini sjálv-
andi sum stuttleikatúrar. Seyða-
haldið hevur fylgt honum alt lívið
og í egnum seyða- og hoygghúsi
kunnu nógvar løtur koma og fara
uttan at ein varnast tíðina.
Tær og konu tíni verður ynskt
hjartaliga tillukku við degnum.
Vónandi fáa tit ein góðan og
hugnaligan dag.
Vinarlig heilsan
Synir við familju
Herluf 80 ár
Teitur Lassen er aftur
heima á klettunum og
fer á pallin í Rex
fríggjakvøldið
TÓNLEIKUR
dagfinn@sosialurin.fo
Teitur Lassen er heima aft-
ur á klettunum. Hann ferð-
ast dúgliga úti í heimi við
tónleiki
sínum,
men
fríggjakvøldið er túrurin
aftur komin, til at føroy-
ingar sleppa at lurta eftir
Teiti á palli.
Teitur fer fríggjakvøldið
á pallin í Rex í Havn. Teitur
og guitarin fara at spæla
vælkendu løgini, ið hava
víst seg at standa mát úti í
heimi eisini, og kanska
verður okkurt nýtt og for-
vintisligt at hoyra frá hon-
um, tí nú er ein løta síðani
at hann stóð á føroyskum
palli seinast.
Teitur í Rex fríggjakvøldið