hósdagur 7. apríl 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 65 - 7. apríl 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í sambandi við at tað
1. apríl 2005 vóru lið-
in 30 ár, síðan Al-
mannastovan varð
stovnað, og í sam-
bandi við at nakrar av
deildunum á stovnin-
um eru fluttar í nýggj
høli, varð almenn
móttøka á Smyrils-
vegi 20 seinasta
fríggjadag
MÓTTØKA
Myndir: Jens Kristian Vang
Umleið 150 fólk vóru til
móttøku hjá Almannastov-
uni seinasta fríggjadag.
Hátíðarhildið var m.a. at 30
ár eru liðin síðan Almanna-
stovuni varð stovnað.
Móttøkan var á Smyrils-
vegi 20, har nakrar av
deildunum hjá stovnunum
fluttu inn 1. februar í ár.
Tær sum hildu talu vóru:
stjórin á Almannastovuni,
Petra Johnsdóttir Joensen,
og Aibritt á Plógv, aðal-
stjóri
á Almanna-
og
Heilsumálaráðnum.
Petra Johnsdóttir Joensen
beyð øllum at vera væl-
komin, og hon segði m.a. í
talu síni, at Almannastovan
var sett á stovn 1. apríl
1975, og tað eru í dag liðin
júst 30 ár síðan hetta hendi.
Áðrenn var tað sosiala
deild hjá Ríkisumboðs-
manninum,
sum
umsat
sosialu lógirnar. Sigast má,
at nógv er hent hesi 30
árini, Almannastovan hevur
verið til. Bæði hvat lógum,
fígging, sosialum tænast-
um, bygnaði, starvsfólkum
og øðrum viðvíkur.
Tá Almannastovan fór
undir virksemi sítt í 1975,
vóru færri enn 10 fólk í
starvi. Síðan er starvsfólka-
talið 10-faldað, í dag eru
starvsfólkini fleiri enn 100
- svarandi til góð 80 heil-
tíðarstørv. Hóast henda
stóra vøkstur, er talið av
starvsfólki lutfallsliga lágt í
mun til okkara grannalond.
"Seinnu árini hava vit á
Almannastovuni lagt dent á
bygnaðarbroytingar fyri at
bøta um tænastuna og
koma nærri borgarunum.
Okkara
økisdeildir
eru
betur mannaðar og hava
fingið fleiri uppgávur og
ábyrgd. Tær eru portrið hjá
borgaranum til stovnin.
Vit kundu ynskt okkum,
at vit vóru komin hartil, at
onki var at finnast at við-
víkjandi
tænastuni
til
borgaran. Allarbest um vit
beinleiðis fingu rós fyri
okkara arbeiði.
Tað er ikki lætt at liva
upp til alsamt vaksandi
krøvini og forvæntningar-
nar hjá viðskiftafólki og
politikarum.
Í ár hava vit sett okkum
fyri at leggja dentin á fak-
ligu menningina og upp-
lýsing av borgarunum. Í
fokus eru m.a. útbúgving
av starvsfólkunum, ger av
innanhýsis
reglum
og
mannagongdum, sum skulu
vera alment tilgeingiligar
fyri borgaran á okkara
heimasíðu, ger av nýggjum
umsóknarbløðum o.t., út-
bygging og ábøtur á heima-
síðuni, ger av upplýsandi
faldarum o.s.fr. og vónandi
menning av edv-skipanini,
segði stjórin á Almanna-
stovuni, Petra Johnsdóttir
Joensen, m.a. í talu síni.
Almannastovan 30 ár:
Allarbest um vit fingu rós fyri arbeiði okkara
F.v.: Eyðvør Mortensen, deildarleiðari á økisdeildini í Havn,
Malan Johansen, deildarleiðari á fíggjardeildini, og
Gulla Øregaard, fulltrúi á tænastudeildini
Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni, heilsar
upp á Rodmund Nielsen, borgarstjóra í Runavík
F.v.: Jan A. Joensen, KT-fólk, Hanna Juul, leiðari á Rók í Eysturoy, Ebba Øre, sosialráðgevi á
økisdeildini í Havn, og Anne Djurhuus, deildarleiðari á tænastudeildini
Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni, heldur
talu
F.v.: Við rygginum til, Jónfríð Jacobsen, málsviðgeri á veit-
ingardeildini, Laila Solmunde, formaður í MBF, Liss Abra-
hamsen, serráðgevi á Barna- og ungdómsdeildini, Fríðrikka
Mortensen, stuðul, og Anna Sofía Durhuus, leiðari í MBF
Umleið 150 fólk vóru til móttøkuna hjá Almannastovuni fríggjadagin 1. apríl