Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 • hósdagur • 7. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjóri í FC Keypmannahavn, gjørdist í øðini, tá ið eitt norskt blað týskvøldið avdúkaði ein loyniligan og ólógligan fund millum hann og norska áleyparan Frode Johnsen í Bergen. Holmstrøm gjørdi ikki mætari enn at leypa á myndamannin hjá norska blaðnum FCK-GØLA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Saman við Frode Johnsen og umboðsmanninum hjá norska áleyparanum sat Niels Christian Holmstrøm og fekk sær ein bita á eini lítlari matstovu í Bergen týskvøldið, tá ið ein blað- maður og ein myndamaður frá lokala blaðnum, Ber- gens Tidende, kom innar í matstovuni og spurdi, um teir kundu taka eina mynd av teimum. Hetta var sýtt, og sambært monnunum frá Bergens Tidende gjørdist hýrurin í matstovuni so mikið spentur, at teir valdu at fara út um at bíða. Sparkaði myndamannin Trupulleikin er tann, at Frode Johnsen hevur meiri enn eitt hálvt ár eftir at sáttmála sínum við felag sítt Rosenborg, og tí hevur hann ikki loyvi til at hava samband við onnur feløg, uttan so at viðkomandi felag fyrst vendir sær til Rosenborg. Tað hevði Niels Christian Holmstrøm og FCK ikki gjørt, og tí var fundurin teirramillum ólóg- ligur, og FCK kann vænta sær harða revsing frá av- varðandi myndugleikum. Fyri at gera skaðan enn verri, var atburðurin hjá Niels Christian Holmstrøm mótvegis myndamanninum hjá Bergens Tidende, tá ið danin kom út av matstovuni so ógvusligur, at ítróttar- stjórin verður meldaður til norsku løgregluna. Frode Johnsen og um- boðsmaður hansara komu fyrst út av matstovuni, men teir grettu ikki orð yvir fyri blaðmanninum og mynda- manninum, sum avmyndaði teir. Løtu seinni kom ítrótt- arstjórin í FCK út, og tá ið myndamaðurin royndi at avmynda Niels Christian Holmstrøm, gjørdist danin frá sær sjálvum. Hann legði eftir myndamanninum og sparkaði hann, og harum- framt breyt hann eisini blitzið hjá honum. Nú hevur Bergens Tiden- de gjørt av, at teir melda danska ítróttarstjóran til norsku løgregluna. Ikki gott fyri Toda Sjálvsagt eru tað ikki góð tíðindi fyri FCK, at ítróttarstjórin í FCK sýnir slíkan atburð, men fyri Toda Jónsson eru tíðindi helst enn verri, tá ið havt verður í huga, hvørji ørind- ini hjá Niels Christian Holmstrøm vóru í Bergen. Fundurin við Frode Johnsen og umboðsmann hansara kunnu bert tulkast sum eitt tekin um, at FCK ætlar sær 31 ára gamla norska álopsmannin. Hetta bendir á, at leiðslan í FC Keypmannahavn ikki er serliga áhugað í at leingja sáttmálan við Toda Jóns- son, sum tískil kann rokna við at verða fríttstillaður í summar. Í løtuni er Todi nummar fimm í røðini av teimum fimm áleyparunum hjá danska meistaraliðnum, og tí er hann allarhelst tann, ið fyrst verður vrakaður, um FCK ognar sær Frode Johnsen. Kvinnurnar hjá Neistanum vunnu týskvøldið ein tryggan sigur á Kyndli, tá ið liðini hittust í einum framskundaðum dysti í Sunset- kappingini SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Bæði venjarin hjá Kyndli og venjarin hjá Neistanum hava alment sagt, at teir fegnir vilja framskunda so nógvar dystir sum gjørligt fyri at gera enda á kappingar- árinum sum skjótast, og dysturin týskvøldið skuldi eftir ætlan verið leiktur á seinasta leik- degnum, sum er 30. apríl. Eingin ivi Tað var ongantíð nakar ivi um, hvagar stigini fóru, tá ið Kyndil og Neistin dystaðust, tí munurin á liðunum báð- um er stórur. Neistin er væl sterkari enn grann- arnir og hevur ein nógv breiðari hóp enn tær grønu. Hetta sást eisini aftur úti á vøllinum, har Neist- in tók leiðsluna beinan vegin, og í veruleikanum var dysturin longu av- gjørdur, tá ið einans eitt korter var leikt, tí tá var Neistin á odda við sjey málum. Nú kappingin er av- gjørd, og hvørki av lið- unum báðum hava nakað serligt at spæla fyri, valdu báðir venjararnir eisini at geva øllum spælarunum fitt av spælitíð, og hjá Neistan- um merkti hetta, at so at siga allir útileikararnir komu á máltalvuna. Kyndil-Neistin 14-29 (6-12) Kyndil: Randi Wardum 5, Linda Weihe 3, Kari- Ann Petersen 2, Ronja M. Mikkelsen 2(2), Hil- dur Høghamar 1, Halla Midjord 1 Neistin: Ása á Neystabø 8, Simona Petersen 5, Annika Thomsen 3, Lív Sørensen 3, Unn Krage- steen 3, Mia Káradóttir 2, Marjun Tróndarson 2(1), Kára á Dunga 1, Maria Dahl 1, Lív Reyn- heim 1 Brotskøst: Kyndil 3(2), Neistin 2(1) Útvísingar: Kyndil 2 Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen Áskoðarar: 12 Føroya fremsti flogbóltsspælari, Rúni Weihe, skal aftur í ár royna seg í norsku finaluni við liði sínum Tromsø BK FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Aftur í ár ger Rúni Weihe og lið hansara Tromsø BK vart við seg í fremstu røð í norskum flogbólti. Í fjør vann liðið norsku greipuna, og nú hava teir tikið fyrsta stigið á leiðini móti at endurtaka bragdið aftur í ár. Vunnu sannførandi í hálvfinaluni Seinnu hálvfinalurnar í norsku landskappingini vóru leiktar um vikuskiftið, og mótstøðuliðið hjá Tromsø var Randaberg. Fyrra hálvfinalan var leikt herfyri, og tá vann Tromsø á útivølli 3-0, og útgangsstøðiði var tí gott undan seinnu hálvfinaluni. Á heimavølli var heldur eingin slingur í valsinum, og Tromsø BK vann enn einaferð 3-0. Sostatt hevur havnar- maðurin góðan møguleika fyri at gerast norskur flog- bóltsmeistari annað árið á rað, og tað hevði verið eitt satt bragd Ítróttarstjórin í FCK í øðini Greiður neistasigur Enn ein norsk steypafinala til Rúna Rúni Weihe og Tromsø BK er annað árið á rað í finaluni í norsku kappingini savnsmynd