Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 66 - 8. apríl 2005 - Hevði upsin verið blóðgaður umborð, hevur fiskurin verið nógv betri og hvítari, og flakið hevði tráðn- að nógv minni,sigur virkisleiðari,sum hevur fingist nógv við upsa UPSI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jason Johannesen, sum er virkisleiðari á Fiskavirking í Miðvági, hevur í síni longu tíð sum virkisleiðari og fiskavirkisstjóri fingist nógv við upsa. Tað, sum hann ikki veit um upsa at siga, um virking og sølu man neyvan vera vert at vita. - Vit hava gjørt nógvar ymiskar royndir við upsa, og vit hava eisini deep- skinnað flakið, soleiðis sum Jørgin vísir á. Jason sigur, at tað, sum hevur størstan týdning fyri, hvussu upsaflakið verður, er blóðgingin. - Upsi hevur nógv blóð, og umborð á trolarunum verður hann ikki blóðg- aður, men bara kruvdur. Hann vísir á, at tað kann vera ein himmalvíður mun- ur á upsa, sum er veiddur við snellu og blóðgaður so hvørt og upsa, sum er veiddur við troli. - Hetta er næstan ikki sa- mi fiskur, tá ið hann er virk- aður til flak ella aðrar vørur. Jason sigur, at blóðið, sum situr eftir í upsaflakin- um, ger, at flakið tráðnar skjótt. - Vit høvdu fingið eina nógv betri vøru burtur úr upsanum, um fiskurin varð blóðgaður beinanvegin. Men veiðan er stór, sam- stundis sum fiskurin er smá- ur, og tí er eingin møguleiki hjá manningini at blóðga fiskin, soleiðis sum henda veiða er skipað í dag. Virkisleiðarin ásannar, at upsi er upsi, sum hann tekur til, men hann er samdur við Jørgini Bech um, at ymiskt kundi verið gjørt til tess at fingið meira fyri fiskin. - Skulu vit hugsa um at fáa ein munandi betri prís fyri virkaðan upsa, er neyðugt, at allir tættir eru viðvirkandi til hetta. Hann vísir á, at tað skal ein stórur "innsatsur" ger- ast í øllum liðum – heilt frá fiskifeltinum, til vøran liggur klár til útflutnings. - Haraftrat er neyðugt við marknaðarføring, sum miðj- ar eftir, at upsin verður seld- ur sum ein betri og dýrari vøra enn hana, sum vit – og keypararnir – kenna í dag. Eitt er spiklagið; eitt ann- að er strípan, sum gongur niður ígjøgnum alt flakið. Skal hon fáast burtur, er neyðugt at klúgva flakið í tvey. - Alt ber til. Einki er ómøguligt. Men hetta er nakað, sum veruliga krevur ein stóran innsats í øllum liðum í upsavinnuni, sigur Jason Johannesen. Blóðgingin hevur ógvuliga nógv at siga - Eg haldi, tað ræður um at seta nakað í gongd – og ikki bara snakka og grenja um lágan upsaprís, sigur Jørgin Bech, sum eigur patentið upp á eina maskinu, ið kann skera myrka spiklagið av upsaflakinum, soleiðis at tann hvíti parturin av flakinum – og tann myrki part- urin – kunnu markn- aðarførast hvør sær UPSI OG PRÍSIR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í seinastuni hevur nógv verið frammi um, hvussu torført tað er at fáa pening fyri tann nógva upsan, sum partrolararnir fáa. Veiðan hevur verið nógv størri, enn føroysku virkini megna at keypa, framleiða og selja, og seinastu vikurnar eru eisini royndir gjørdar at selja tann smáa upsan til Ruslands. Russisk skip liggja og taka ímóti upsa, sum av- høvdaður og frystur verður seldur til Ruslands. Hetta er ein neyðloysn, sum lands- stýrið hevur givið loyvi til, har fiskur undan Føroyum verður seldur og virkaður í Ruslandi. Sum skilst, loysir hetta seg betur fyri skipini og manningarnar, enn um smái fiskurin hevði verið seldur í Føroyum – antin til føroysk virkir ella umvegis uppboðssølu til útlendskar keyparar. Men í longdini er hetta neyvan tað besta fyri før- oyska samfelagið. Tagdur burtur Fyri eini tíð síðan hevði skálamaðurin, Jørgin Bech, eitt áhugavert hugskot um, hvussu vit kundu fingið meira fyri upsan. Hann hevði ikki bara eitt hugskot, men eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu hann heldur, at hetta kann gerast. Líkt er tó ikki til, at hug- skotið og uppskotið hjá Jørgeni enn hevur vunnið frama – og ei heldur er vorðið ein partur av kjakin- um og loysnini upp á, hvussu vit kunnu fáa meira fyri upsan. Tá ið havt verður í huga, hvussu stórur partur av veiðini, upsin í løtuni er – í mun til, hvat fæst fyri hetta stóra tilfeingi, er tað undr- unarvert, at tað arbeiði, sum Jørgin hevur gjørt og tann orka, hann hevur lagt í hetta, ikki hevur verið meira frammi í kjakinum. Jørgin Bech hevur nevni- liga granskað upsa og fram- leiðslutól seinastu árini, og hann heldur, at framleiðslu- royndir eiga at verða gjørd- ar við daggomlum upsa, har spiklagið, sum telir eini 23% av upsaflakinum og tann hvíti parturin av flak- inum verða marknaðarførd hvørt fyri seg. Umframt at vera maskin- eftirlitsmaður hjá reiðarín- um, P/F Beta í Saltangará, hevur hann sjálvur verið fiskimaður. Jørgin er eisini uppfinn- ari, og hann hevur fingið patent upp á eina maskinu, sum kann býta upsaflakið í tvey, soleiðis at spiklagið er fyri seg – og tann hvíti part- urin av flakinum er fyri seg. Daggamal upsi Aktuellu royndirnar, sum Jørgin heldur eiga at verða gjørdar, er, at fiskurin hjá nøkrum partrolarum, sum veiða upsa, verður tikin úti á fiskifeltinum so skjótt, trolposin kemur at borði. - Eg kundi hugsað mær, at eitt skip, sum lá á fiski- feltinum, tók trolposan inn so hvørt, sum hálað verður. Fiskurin verður beinanvegin koyrdur í ísvatn og køldur. Hann verður samlaður sam- an og førdur til lands dag- gamal og ókruvdur. Skipini, ið tóga, kunnu fáa trolposan aftur so hvørt – ella, meðan tey tóga við einum øðrum trolposa undir. Jørgin sigur, at fiskurin nú verður førdur til lands og virkaður á tann hátt, at upsaflakið verður býtt í tvey. - Slíkar royndir meti eg kunnu byrja beinanvegin og áðrenn maskinan, sum brúkast skal til endamálið, er tøk, kann upsin arbeiðast uppi á landi við handamegi. Síðan skal vøran marknað- arførast í tveimum, har tað hvíta flakið sum flak ella portiónir verður selt fyri seg og tað, ið eftir – tað myrka spiklagið - fer fyri seg. Misjavnur í dygd Hann vísir á, at ein trupul- leiki við upsanum er, at fiskurin gerst misjavnur til dygdar, tá ið hann liggur á dekkinum. Hálini eru stór, fiskurin smáur, og tað tekur sjálvsagt sína tíð hjá manningini at fáa fiskin kruvdan og ísaðan. - Eg haldi, tað ræður um at seta nakað í gongd – og ikki bara snakka og grenja um lágan upsaprís. Jørgin vísir á, at vit fiska eini 40.000-50.000 tons av upsa um árið, og kemur bert eitt oyra aftrat rávøru- prísinum, er ein hálv miljón krónur meira at tjena – og 10 oyru í meirprísi geva 5 miljónir! Hann sigur, at fekst upsin daggamal og ókruvdur til lands, høvdu eisini møgu- leikar ligið í at fingið okk- urt burtur úr innvølunum. - Eg ivist onga løtu í, at slíkar royndir høvdu verið viðvirkandi til, at vit fingu ein hægri upsaprís, sigur Jørgin Bech. Soleiðis fáa vit meira fyri upsa Jørgin Bech og Árni Joensen, formaður í ráfiskaseljarafelagnum, í álvarsomum práti um fiskivinnu Mynd: Vilmund Jacobsen Royndir eiga at verða gjørdar at virka upsan soleiðis, at flakið kann marknaðarførast í tveimum – tann hvíti parturin fyri seg og spiklagið, sum telir eini 23% av flakinum fyri seg. Kanska kundi tann hvíti parturin av upsaflakinum tá verið seldur fyri út við sama prís sum toskaflak Mynd: Vilmund Jacobsen