fríggjadagur 8. apríl 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Á knæ fyri pávanum
Bæði núverandi og fyrrverandi ríkis- og stjórnarleiðarar úr øllum heiminum komnir til Rom at fylgja Jóhannesi Páll páva til
gravar í morgin. Amerikonsku umboðini komu mikudagin, og her síggjast George W. Bush, forseti, Laura Bush, George Bush,
fyrrverandi forseti, Bill Clinton, fyrrverandi forseti, og Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri í Pæturskirkjuni
Mynd: Reuters
Nr. 66 - 8. apríl 2005
5
UTTAN ÚR HEIMI
Gandhi til palestinar
Nøkur amerikonsk friðarfólk við filmsleikaranum
Ben Kingsley á odda vóna nú, at ein arabisk útgáva
av filminum "Gandhi" skal eggja palestinum til at
gevast við harðskapinum.
Ben Kingsley spældi sjálvur høvuðsleiklutin í
filminum, sum er frá 1992. Nú hava hann og onnur
gjørt eina arabiska útgávu av filminum við hjálp frá
129 palestinskum sjónleikarum. Men teir fyrstu
palestinararnir, sum hava sæð filmin, ivast í, at hann
fer at hava ta ætlaðu ávirkanina, tí tey halda ikki, at
frælsisstríðið í India kann samanberast við stríðið
ímillum palestinar og Ísrael. Tey halda, at høvdu
palestinar nýtt somu friðarligu framferð sum
Gandhi, høvdu ísraelsmenn havt ognartikið alt
palestinskt lendi fyri langari tíð síðani.
Handilsmaðurin Kamran Elahian, sum hevur
verið við til at fíggja ta arabisku útgávuna av
filminum, væntar kortini, at nógvir palestinar verða
ávirkaðir av filminum.
Tað var oljan
Leiðarin hjá ST-vápnaeftirlitsmonnunum í Irak,
sviin Hans Blix, segði mikudagin á einari ráðstevnu
í Stockholm, at oljan var høvuðsorsøkin til, at
amerikanararnir gjørdu av at leypa á Irak.
Blix segði, at USA er sera heft at olju úr
útlondum, og at krígið hevði til endamáls at tryggja
USA nóg mikið av olju, um tað skuldi hent, at
kappingin á marknaðinum bleiv ov hørð. Ein onnur
orsøk var, at USA máti finna eina grund til at taka
sítt herfólk úr Saudiarabia.
Hans Blix hevur fleiri ferðir funnist at USA,
síðani hann fór frá sum ST-embætismaður fyri aldur
í fjør, og hann hevur eisinim skrivað eina bók um
arbeiðið at avvápna stýrið hjá Saddam Hussein.
Verður ikki høgt upp
Ætlanin var, at tað stóra norska ferðamannaskipið
SS "Norway" skuldi høggjast upp, men tann ætlanin
er nú slept.
Seinastu átjan mánaðarnar hevur tað 43 ára gamla
skipið ligið við bryggju í Týsklandi, har tað er
vorðið umvælt eftir skaðan, sum tað fekk av einari
spreinging í mai í 2003. Tá kom eldur í skipið, og
átta av manningini doyðu. Ætlanin var, at skipið
skuldi høggjast upp, men týsku myndugleikarnir
hava sett seg upp ímóti tí, tí fleiri heilsuskaðilig evni
so sum asbest eru í tí.
Tí hava eigararnir slept ætlanini um at høggja
skipið upp, og tað skal nú togast til Malaysia, skrivar
Aftenposten. Fleiri feløg hava boðið sær til at keypa
skipið og at umbyggja tað til eitt flótandi hotell, men
tað hevði eftir øllum at døma verið ov dýrt.
SS "Norway" var í mong ár flaggskipið hjá
reiðarínum Norwegian Cruise Line og sigldi tá
ímillum Miami og oyggjarnar í Karibiska Havinum.
Eastwood á Iwo Jima
Tann júst Oscar-heiðraði amerikanski filmsleik-
stjórin Clint Eastwood ætlar sær at gera ein film um
bardagan ímillum amerikanarar og japanar um
oynna Iwo Jima undir seinna heimsbardaga. Bar-
dagin var sera harður og kostaði 7.000 amerikonsk-
um og 20.000 japonskum hermonnum lívið.
Iwo Jima er undir japonskum ræði, og mikudagin
hitti Clint Eastwood umboð fyri japonsku mynd-
ugleikarnar, har hann bað teir um loyvi at taka
filmin upp á oynni. Japanar eru ikki serliga fegnir
um ætlanina. Teir siga, at nógvir hermenn, sum fullu
á oynni, vórðu ongantíð funnir aftur, og tí krevja teir,
at amerikanska filmsliðið skal geva monnunum
gravarfrið. Clint Eastwood hevur lovað at vísa
virðing fyri teimum falnu.
Tann nýggi filmurin verður gjørdur eftir bókini
"Flags of Our Fathers: Heroes of Iwo Jima", og
gongst eftir ætlan byrja upptøkurnar seinni í ár.
Hevði stórtingsval
verið í Noregi nú,
hevði Jens Stolten-
berg komið í forsætis-
ráðharrasessin
NOREG
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er einki at ivast í, at
hýrurin verður góður á
landsfundinum hjá norska
Arbeiðaraflokkinum
um
vikuskiftið, tí veljarakann-
ingar benda týðiliga á, at
flokkurin kann fáa stjórn-
arvaldið aftur, tá val verður
í heyst.
Tann seinasta kanningin
bleiv almannakunngjørd í
gjár, og hon vísir, at Ar-
beiðaraflokkurin, Sosial-
istiski Vinstraflokkurin og
Miðflokkurin høvdu fingið
90 av teimum 169 stór-
tingslimunum, var val nú.
Arbeiðaraflokkurin
fær
28,1 prosent, sum er 0,9
prosentstig meiri enn fyri
einum
mánað
síðani.
Størstu framgongdina hev-
ur SV, sum fær 3,2 pro-
sentstig afturat og fær 17,7
prosent.
Teir tríggir flokkarnir,
sum
mynda
núverandi
stjórnina, Høgri, Kristiligi
Fólkaflokkurin og Vinstri
høvdu fingið 45 tingmenn,
var val nú. Framburðs-
flokkurin, sum stuðlar ver-
andi stjórn, hevði fingið 34
umboð í Stórtingið.
J.K. Rowling er nú
liðug við ta sættu
bókina um Harry
Potter, og hetta er
tann besta, sigur hon
BÓKMENTIR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
J.K. Rowling (á myndini)
er nú liðug við ta sættu
bókina um Harry Potter.
Bókin eitur "Harry Potter
and the Half Blood Prince",
og sjálv heldur høvundurin,
at hon er tann besta. Hon
leggur afturat, at í hennara
eygum er tað ikki so
umráðandi, hvat onnur
halda um tað, sum hon
skrivar.
– Tað týdningarmesta er,
at eg eri nøgd við tað, sum
eg skrivi, tí tað er fyritreyt-
in fyri, at onnur kunnu vera
nøgd, sigur tann væl um-
tókti høvundurin við blaðið
The Sun.
Tann sætta bókin um
Harry Potter kemur út á
enskum tann 16. juli, men
væntandi mugu teir trúgvu
lesararnir bíða eitt sindur
longri eftir teirri sjeyndu. Á
nýggjárinum gjørdist J.K.
Rowling mamma fyri triðju
ferð, og nú ætlar hon sær at
brúka meiri tíð til mannin
og børnini, sigur hon.
Reyð/grønur
meiriluti í Noregi
Næsta bókin er tann besta
Var stórtingsval í Noregi nú,
hevði Jens Stoltenberg tikið
við sum forsætisráðharri.