Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 66 - 8. apríl 2005 - Vit hava sæð, at ar- beiðið á fólkatingi ger mun, sigur Rebekka Rafael Petersen úr Kollafirði. Saman við floksfelaga sínum, Malan Djurhuus er hon í starvsvenjing í danska fólkatingin- um. At tær fóru hagar varð ikki so væl undir- tikið í flokkinum. – Tey hildu okkum stinka av lorti, tí vit fóru har, sigur Re- bekka. Tær hava kort- ini havt eina sera spennandi viku, og í gjár vóru tær m.a. á fundi saman við Eind- arlistanum STARVSVENJING Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fólkatingið: Hetta er tíðin, tá næmingar í hópatali leita sær út á arbeiðsmarknaðin í starvsvenjing. Hetta verður gjørt fyri at geva næmingunum ein góðan møguleikan fyri at snúsa eitt sindur til lívið uttanfyri skúlagáttina, og har fáa at vita, hvussu eitt arbeiðspláss virkar. Nógvir næmingar seta fram ynski um ymisk ar- beiðspláss, so at tey kunnu vera vís í at fáa okkurt av tí, teimum dámar. Meðan onn- ur ikki reiðiliga vita, hvat arbeiðspláss tey hava hug at fáa størri kunnleika um. Men fyri Rebekku Peter- sen og Malan Djurhuus úr 9. E í Eysturskúlanum í Havn var eingin ivi: Vit vilja vita, hvussu arbeiðið er í danska fólkatinginum. Vit vilja fara hagar at arbeiða. Og sum sagt, so gjørt! - Hetta hevur verið ein fantastisk vika. Vit hava upplivað so nógv, og øll hava verið so fitt og blíð móti okkum, sigur Rebekka í telefon úr fólkatinginum við Sosialin. Og tað er als ikki óhugs- andi, at hon seinni fer inn í politikk. - Tað er so stuttligt, tá ein sær at ein gjøgnum tað politiska arbeiðið kann gera nyttu og ger mun - Henda vikan í fólka- tinginum hevur ikki for- skrekt meg frá at fara upp í politikk. Heldur hinvegin, sigur hon. Stinkaðu av lorti Tað var beinanvegin, tá tos- ið kom inn á komandi starvsvenjingina, at Re- bekka ynskti at sleppa í Fólkatingið. Hon hevur ein ávísan áhuga í politikki, og tað kundi tí verið stuttligt at roynt nakað nýtt, og so sæð, hvussu tað politiska ar- beiðið gongur fyri seg. Men Rebekka hevði tó ikki hug at fara einsamøll til Keypmannahavnar. Hon spurdi vinkonu sína, Malan um hetta, og hon var bein- anvegin við uppá tað. Og soleiðis endaðu tær báðar á fólkatingi í starvsvenjing saman við Norðuratlants- bólkinum. Hinvegin, so vóru tað ikki júst lovorð, sum Re- bekka og Malan fingu frá floksfelagum sínum. Tey skiltu yvirhøvur ikki, at tær skuldu tíma til slíkt. - Hini hildu lítið um tað. Tey søgdu, at vit stinkaðu alvorligt av lorti um vit fóru, og at hetta var ordiliga kiksað. - Ja, onkur helt fyri, at vit als ikki vóru í ordan, tí nakað so óinteressant sum politikk skuldi ein halda seg langt vekk frá, sigur Rebekka og smílist við. Tað var tó onkur í flokk- inum sum helt at hetta var eitt sera gott hugskot og stuðlaði teimum í at fara. Ikki bara hyygg Tá tær avgjørdu at fara í fólkatingið, fingu tær sam- band við Høgna Hoydal frá Norðuratlantsbólkinum. Hann hevur verið teimum til stóra hjálp. Tær hava eisini fingið eyguni upp fyri tí týdning- inum, sum hesin bólkurin hevur. Limirnir í bólkinum sita ikki bara og sova, men teir eru veruliga til arbeiðis. - Teir gera eitt gott ar- beiði í bólkinum, og vit hava sæð, at teirra arbeiði veruliga ger mun. - Teir sita ikki bara og hyyygga sær fyri eina stóra løn. Teir arbeiða veruliga fyri síni søk, sigur Rebekka. Sum ein part av arbeiði teirra skuldu Malan og Rebekka við til eina sam- komu í gjár, tá eitt grøn- lendskt skip skuldi navn- gevast. Krúnprinsessa Mary skuldi navngeva skip- ið, sum bar hennara navn. Hetta mátti tíverri av- lýsast, tí at tær báðar tá høvdu eina avtalu við fólk úr Eindarlistanum. Fundur her og der Júst hetta við øllum fund- unum og avtalunum er nak- að, sum tær báðar hava lagt merki til. - Her er eitt øgiligt tal av fundum. Fundur her og fundur der, alla somlu tíðina. - Tí havi eg veruliga sæð, at danskir politikkarar ikki sita og dovnast. Teir hava ein strævnan dag, men hava kortini givið sær tíð til at heilsa uppá okkum, sigur hon. At teir donsku politikkar- arnir ikki altíð eru til staðar í fólkatingssalinum merkir tí ikki, at teir ikki eru til ar- beiðis ella gera okkurt heilt annað. - Tað krevur nógv at vera politikkari á fólkatingi, tí tað eru so nógvir fundir, sigur Rebekka. Trygdin í hásætið Eitt annað, tær hava lagt merki til, er tann stóra trygdin sum er í fólkating- inum. Har er, sum Rebekka tekur til, "high security". Fólkatingið er rættiliga stórt, og tí er neyðugt við vaktarhaldi allastaðni. Eingin sleppur inn, uttan at hann fyrst er kannaður. Sjálvar ganga Rebekka og Malan við hvør sínum badge, har skrivað stendur á at tær eru praktikantar í viku 14. Ein sleppur ikki soleiðis uttan víðari inn í forsætis- málaráðið, tí har er strangt vaktarhald. Og allir teir kendu politikkarnir hava bodyguard undir liðini á sær. Skal ein flokkur inn at vitja, so kunnu tey ikki bara fara rennandi inn. Nei, tey skulu fyrst lata taskurnar frá sær, og síðani verða tær gjøgnumlýstar í einum tóli, júst sum ein kennir tað frá einum flogvølli. - Fyrst tá tað er gjørt, sleppa tey inn. So tað er øgiliga strangt her, sigur Rebekka. - Sita ikki bert og hugna sær fyri góða løn Fólkatingið: Skipanin við starvsvenjing er vanliga tann, at næmingarnir eru úti í tvær vikur í senn, men í hesum førinum var hetta bert galdandi í eina viku í fólkatinginum. Tær fingu kortini eitt undantak, tí starvsvenjingin byrjaði í veruleikanum hósdagin í farnu viku, so tær hava fingið nakrar dagar eyka á danatingi. Hóast stuttu tíðina, so halda tær hava fingið sera nógv burtur úr. Og tær hava eisini hitt fleiri av kendu donsku politikkarunum og hava harafrtat tosað við fleiri teirra. Millum teir kendu polit- ikkararnar tær hava sæð eru Pia Kjærsgaard og Mogens Lykketoft, meðan tær hava tosað við fleiri ráðharrar, m.a. Bertel Haarder, Connie Hedegaard og utt- anríkisráðharran, Per Stig Møller sum tær siga vera sera fittan og fyrikomandi. Ætlanin var at tær skuldu eisini fáa eitt orð við sjálvan forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen. Fundur var avtalaður og tíð sett á, men tíverri varð hann noyddur at fara til Rom at fylgja pávanum til gravar. So tað varð av ongum. - Vit hava tó sæð hann og forsætismálaráðið. Har er øgiliga stórt og ótrúliga flott inni, sigur Rebekka, sum sigur at tær báðar eis- ini eru avmyndaðar í onkr- um minni donskum blaði. Ein spennandi vika Per Stig Møller var sera fyrikomandi móti Rebekku og Malan. Á myndini sæst eisini Høgni Hoydal (hm.) Rebekka Petersen (hm.) og Malan Djurhuus (vm.) fingu høvi at heilsa uppá mangar kendar politikkarar – her Connie Hedegaard