fríggjadagur 8. apríl 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Tá ið tjóðveldis-
flokkurin nú leikar í
um tann førda vinnu-
politikkin, er tað fyri
at fjala útyvir sína
egnu ómegd, sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
vinnumálum
VINNUPOLITIKKUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
veit ikki um hann skal taka
tjóðveldisflokkin fyri fult.
Á flokstingi í Sumba í
farna vikuskiftið, kom tjóð-
veldisflokkurin til ta niður-
støðu, at vinnupolitikkurin
seinastu seks árini hevur
rætt og slætt verið ein skan-
dala og at tað var eitt mis-
tak at lata Fólkaflokkin
umsita vinnumál.
Flokkurin sipaði til ali-
vinnuna, sum hann sigur,
var lorkað burtur av polit-
iskum ósketni. Flokkurin
heldur eisini, at onki sást til
ein visjóneran vinnupoli-
tikk hesi árini.
– Eg fái ikki gjørt annað
at merkja mær sjónarmiðið
hjá flokkinum, sigur Bjarni
Djurholm.
Men hann er alt annað
enn samdur.
– Hetta er onki annað enn
ein roynd at venda eygun-
um frá síni egnu ómegd og
innanfloks klandri.
– Hetta er eisini ein
roynd at finna syndabukkar
fyri tað, sum teir nú halda,
átti at verðið gjørt.
Nú ber nógv til
Bjarni Djurholm sigur, at
hann kann eisini staðfesta,
at nógv av tí, sum ætlanin
var at fremja í undanfarnu
samgongu, men sum ikki
bar til við tjóðveldisflokk-
inum í samgongu, ber væl
til, nú tjóðveldisflokkurin
ikki er í samgongu longur.
Hann vísir á, at samgong-
an er rættiliga virkin á
vinnuliga økinum og seinni
í vár kemur eisini ein orð-
aður vinnupolitikkur.
– Eg kann ikki gera við,
at tjóðveldisflokkurin bara
vil sita í samgongu, tá ið alt
í samfelagnum gongur sum
eftir ánni.
– Men so skjótt, tað fór at
reka ímóti, rýmdi hann
undan ábyrgdini og setti
seg í andstøðu at finnast at.
Bjarni Djurholm sigur, at
nú er veruleikin ein heilt
annar enn hann var, táið
tjóðveldisflokkurin var við
í samgonguni.
– Men bæði eg sjálvur og
fólkaflokkurin sum heild,
hava so gjørt av at standa
við ta ábyrgd, vit hava átik-
ið okkum og sostatt vilja vit
eisini føra politikk, nú
tíðirnar eru farnar at versna
aftur.
Hann sigur at hann kann
onki gera við, at tjóðveldis-
flokkurin stakk í sekkin tá
ið á stóð
– Tað er teirra egni
trupulleiki og ikki mín.
Eitt stórt tak
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum ásannar, at
alivinnan er minkað burtur
í onki.
– Tað er eitt samanfall av
nógvum, ógvuliga óhepn-
um orsøkum og tað veit
tjóðveldisflokkurin av.
– Sjálvandi var tað
harmiligt, at tað gekk sum
tað gekk. Øll kunnu gera
sítt arbeiði betri, men tað er
alt ov einfalt at geva polit-
iska myndugleikanum alla
skyldina fyri at tað gekk,
sum tað gekk við alivinn-
uni.
Ein høvuðsorsøk til at
alivinnan small, var sjúka,
men nú kunnu við kopp-
seta.
– Annars hevur alivinnan
gingið við halli at kalla alla
tíðina heilt síðani 2001, so
trupulleikarnir eru ikki
nýggir. Somuleiðis vísa
kanningar, at skal alivinnan
fáast á føtur aftur, má
framleiðslukostnaðurin fyri
hvørt kilo lækkast eisini
25% fyri at hon skal hava
nakran møguleika at standa
seg.
– Tað verður størsta takið
í royndunum at byggja
vinnuna uppaftur.
Bjarni Djurholm sigur, at
tað fer at standa til vinnuna
sjálva at laga seg til.
Annars
vísur
Bjarni
Djurholm á, at hann hevur
alla tíðina mett, at tað var
ein fortreyt fyri alivinnuni,
at útlendingar eisini sluppu
at gera meiri íløgur í hana.
– Men tað hevur verið
fullkomiliga bannlýst at
nevnt tað við tjóðveldis-
flokkinum í samgongu. Og
flokkurin setti so hart uppá
hett,at hann enntá kravdi at
fáa við í sjálvt samgongu-
skjalið, at luttøkan hjá út-
lendingum í føroysku ali-
vinnuni, skuldi ikki økjast.
Men nú tjóðveldisflokk-
urin er farin í andstøðu, eru
eisini tey viðurskiftini fing-
in í rættlag, soleiðis at nú
sleppa útlendingar eisini at
gera íløgur í føroysku ali-
vinnuna
Nr. 66 - 8. apríl 2005
7
Improvisera
og improvisera
enn einaferð
Sjónleikaraskeið fyri
royndar og óroyndar
ungar sjónleikar
verður í Klaksvík um
vikuskiftið
Við Eyð Matras sum
undirvísara í "improvi-
satión" og Hjørdis Jo-
hansen sum undirvísara
í "teatersport", verður
lagt upp til spennandi
og stuttligar avbjóðing-
ar.
- Um tú ongar royndir
hevur innan sjónleik, er
hetta skeiðið fyri teg.
Og hevur tú royndir
innan sjónleik, so er tað
upp á tíðina at tú meldar
teg, sum tikið verður til
í innbjóðingini.
Skeiðið byrjar í kvøld
og endar sunnudagin.
Fleiri tyrlutúrar
til útoyggjarnar
Stóra Dímun: Gongst sum ætl-
að so er ikki óhugsandi, at fólkið
í Stóru Dímun fer at kunna
sleppa av oynni og heimaftur
sama dag eina ferð um vikuna.
Tey
í
Útoyggjafelagnum
kunnu nú frøast um, at tað eru
batar at hóma innan tyrluflúgv-
ingina til útoyggjarnar.
Sagt verður, at tað hava verið
samráðingar millum Atlantsflog
og Strandferðsluna um at endur-
nýggja sáttmálan um tyrluflúgv-
ingina til útoyggjarnar. Meir-
kostnaðurin, sum stendur av
hesum, er játtaður.
Tað sum nú verður arbeitt við,
er at gera ábøtur á ferðaætlanina,
soleiðis at Stóra Dímun, sum
einans hevur tyrluna at dúva
uppá, fær ein dupultan túr eina
ferð um vikuna. Umframt hetta
verður lagt upp til, at tað verður
flogið mánadag til allar útoyggj-
arnar ein part av árinum.
Næmingar, sum búgva á út-
oyggj og ganga í skúla á Mið-
námsskúlum á meginøkinum
kunnu haraftrat fáa stuðul til
gjald av ferðaseðlunum við
tyrluni.
sb.
Rúsdrekkalógin
til viðgerð á
landsstevnu
Havn: Um vikuskifti heldur
Blái Krossur landsstevnu sína,
har limirnir í felagsskapinum
seta hvørjum øðrum stevnu í
Meinigheitshúsinum í Havn.
Byrjað verður leygarmorg-
unin, tá ein fyrilestur verður um,
hvussu ein kann møta rákinum í
samfelagnum, og síðani verður
hildið fram seinnapartin við
aðalfundi.
Tá sjálvur aðalfundurin er lið-
ugur verður pallborðsfundur um
rúsdrekkalógina. Her fara Alfred
Olsen, Bjarni Djurholm, Sól-
borg Dulavík og Ejvind Mour-
itsen at siga sína hugsa um hesa
lógina, og um hon livir upp til
sítt endamál.
Sunnudagin verður, umframt
gudstænastu eisini hildið fa-
miljumøti
í
Vesturkirkjuni.
Landsstevnan
endar
sunnu-
kvøldið kl. 18, tá møtið verður í
Meinigheitshúsinum har Rei-
mund Langgaard talar.
Blái Krossur Føroyar hevur í
løtuni átta limafeløg kring land-
ið, og íalt eru 1.200 fólk knýtt at
felagsskapinum.
sb.
Morgunmatiné
við messing
Dómkirkjan: Leygardagin kl.
11:30 verður enn eitt høvi at fara
til matiné í Dómkirkjuni.
Hesaferð verða konsertir fyri
trompet, trombone og eufonium
á skránni, við luttøku av eini
messing-kvintett og eini mess-
ing-oktett.
Tónleikarar til hetta tiltakið
verða Bergitte Schnakenburg á
klaver, umframt Tróndur Hera-
son, Ken Jones, Dávur Juul
Magnussen, Heini Andreasen,
Sunniva Bæk, Rebekka Gaard,
Glenn M. Samuelsen og Pauli
Petersen.
sb.
Leika í fyri
at fjala út
yvir sína
egnu ómegd
Tyrlan hevur alt at siga fyri fólkini á útoyggj. Nú verður arbeitt við at
víðka túratalið til meginøkið
–Tjóðveldisflokkurin roynir nú at finna syndabukkar fyri tað,
sum ikki varð gjørt, sigur BjarniDjurholm