Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 66 - 8. apríl 2005 Kut úr kjakinum Seinastu dagarnar hava politikarar og onnur givið sínar meiningar til kennar um nýggju yvirtøku- lógina. Her eru nøkur kut úr kjakinum. – Tað er gott, at vit umsíðir kunnu fáa frið í tí áhaldandi stríðnum millum føroyskar og danskar myndugleikar. Um lógin kemur at innihalda tað, sum tað verður lagt upp til í yvir- lýsingini, so er hon eitt framstig fyri føroyingar. – Kári P. Højgaard, for- maður í Sjálv- stýrisflokkinum – Eg haldi, at undir- skrivingin yvirlýsingini skuldi verið gjørd tveir dagar fyrri, enn hon varð gjørd, tí so kundi hon verið gjørd í sam- bandi við føðingardagin hjá H. C. Andersen til at heiðra hann fyri ævin- týrið um nýggju klæðini hjá keisaranum. – Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum – Tað er ikki longur avgerandi, hvat danir halda um eina yvirtøku. Nú eru tað føroyingar, sum taka avgerðina, og tað er gott. Slagið um sjálvstýrið skal standa í Føroyum. – Anfinn Kallsberg, for- maður í Fólkaflokkinum – Nú hava vit fingið eina avtalu við danir, sum øll kunnu liva við, og nú skulu vit til ar- beiðis fyri at tetta skrokkin. Frameftir kunnu vit brúka okkara framrættaðu orku til at gera nakað við trupul- leikarnar, sum eru í okk- ara samfelag, og skapa umstøður fyri fleiri arbeiðsplássum her á landi. – Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambands- flokkinum – Um prinsippið verður tað, at vit kunnu yvir- taka stór málsøki uttan at binda okkum føst í danska ríkið, so kann tann nýggja avtalan við dansir gerast ótrúliga áhugaverd fyri føroy- ingar. – Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum – Hetta er tað størsta stigið, føroyingar hava tikið at fremja størri sjálvbjargni síðani 1948. – Jóannes Eidesgaard, løgmaður – Vit hava bíðað og bíðað eftir einari avkláring í forhold- inum við danir, tað skuldi ornast fyrst, áðrenn vit gjørdu nakað annað, men tað hevur bara økt um trupulleikarnar í føroyska samfelag- num. Tí er tað avger- andi neyðugt, at vit nú leysgeva orku til at loysa teir veruligu trupulleikarnar í samfelagnum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nýggja yvirtøkulógini skal hava við sær, at føroyskur politikkur aftur fer at snúgva seg um veruligar trupulleikar og ikki bara um sambandið millum Før- oyar og Danmark. Tað heldur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum mánadagin var í Keyp- mannahavn og skrivaði undir eina yvirlýsing, har hann og danski forsætisráð- harrin binda seg til at gera eina nýggja yvirtøkulóg fyri Føroyar – Vit hava viðgjørt sam- bandið millum Føroyar og Danmark í óendaligheit, men nú hava vit funnið eina loysn á sjálvstýrismálinum, so tað ikki longur fer við so nógvari orku hjá politisku skipanini, sigur løgmaður. Hann heldur, at sjóneyk- an nú av álvara skal setast á teir veruligu trupul-leikar- nar, sum eru í føroyska samfelagnum. Nógv fullveldi í nógv ár Fullveldisssamongan setti føroyskt sjálvstýri ovast á breddan, tá ið samgongan tók við í 1998, og næstu árini snúði nógv í føroysk- um politikki seg um polit- isku samráðingarnar við danir um fullveldi. Samráðingarnar við danir slitnaðu, eftir at partarnir fleiri ferðir høvdu verið í krovinum á hvørjum øðrum á buldraligum fundum í Keypmannahavn. Eitt av málunum, sum tá- verandi samgonga arbeiddi við, eftir at samráðingarnar við danir vóru slitnaðar, var at gera eina ætlan, sum skuldi tøma heimastýris- lógina fyri yvirtøkur eftir einum ávísum áramáli, og so skuldi bara sjálvt full- veldið verða eftir at taka. Hendan ætlan varð ongan- tíð sett í verk orsaka av inn- anhýsis ósemju í samgong- uni, sum síðani slitnaði av heilt øðrum orsøkum. Mánadagin gjørdist ar- beiðið hjá føroyingum at gera yvirtøkur lættari, tá ið ein yvirlýsing hjá løgmanni og forsætisráðharranum staðfesti, at nú eiga føroy- ingar alla avgerðina um, hvørjar yvirtøkur skulu gerast, og nær tær skulu gerast. Eru ósemjur í sam- ráðingum um yvirtøkur, so kunnu føroyingar yvirtaka hóast tað. Seinnu dagarnar hevur verið breið semja um, at yvirtøkulógin kann metast sum eitt stig framá fyri størri føroyskt sjálvstýri, men Jenis av Rana hevur víst á, at tað kann gera tað sama, um møguleikin at yvirtaka er betri, um før- oyingar ikki ætla sær at yvirtaka nakað. Problemini eru ótrúliga stór Løgmaður, sum skrivaði undir yvirlýsingina, heldur, at yvirtøkulógin kann skapa tann frið um sjálv- stýrismálið, sum føroyskur politikkur hevur brúk fyri. – Nú er sjálvstýrismálið ikki longur eitt stríðsmál millum Føroyar og Dan- mark, tí løgtingið skal nú einsamalt avgera, um yvir- tøkur skulu fremjast ella ikki. Vit koma ikki at brúka endaleysa orku til samráð- ingar og stríð við danir um yvirtøkur, tí nú er arbeiðs- gongdin nógv lættari. Sjálvstýrismálið er loyst, og avgerðin liggur nú í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Og sambært honum er tað alneyðugt, at orkan í føroyskum politikki verður brúkt til annað enn eitt stríð við danir um yvirtøkur og sjálvstýri. – Føroyskur politikkur hevur snúð seg alt ov nógv um sambandið millum Før- oyar og Danmark. Tað hevur líkasum verið ein hugsan hjá nógum, at veruligur politikkur snýr seg um føroyskt sjálvstýri og ikki nakað annað. – Meðan vit hava brúkt okkara orku til sjálvstýris- málið, eru stórar broytingar hendar rundan um okkum, og eg eri bangin fyri, at problemini í føroyska sam- felagnum eru ótrúliga stór, og at støðan er blivin verri av, at týðandi politiskar avgerðir hava verið køvdar av sjálvstýrismálinum, sig- ur Jóannes Eidesgaard. – Vit hava bíðað og bíðað eftir einari avkláring í forholdinum við danir, tað skuldi ornast fyrst, áðrenn vit gjørdu nakað annað, men tað hevur bara økt um trupulleikarnar í føroyska samfelagnum. Tí er tað avgerandi neyðugt, at vit nú leysgeva orku til at loysa teir veruligu trupulleikar- nar í samfelagnum. Vinnupolitikkur og strategisk ætlan Jóannes Eidesgaard heldur, at politiska skipanin hevur eina risa uppgávu fyri framman, nú krepputekin eru at hóma ymsastaðni í føroyska samfelagnum. – Vit hava stórar trupul- leikar at loysa. Búskapurin hevur ávísar trupulleikar, alivinnan er í kreppu, flaka- vinnan somuleiðis, altjóða- gerðingin krevur nógv av okkum, og vit hava als ikki kjakast um okkara sam- band við ES í nógv ár. – Hugsa bara um, hvussu nógva politiska orku okk- ara grannalond – Danmark og Ísland til dømis – hava brúkt til veruligar trupul- leikar, meðan vit hava lagt dent á yvirtøkur og sjálv- stýrismálið, sigur løgmað- ur. Hann heldur, at tað er al- neyðugt við einum vinnu- politiskum orðaskifti, og at orka verður løgd í at gera eina strategiska ætlan fyri føroyska samfelagnið fram til 2015. – Vit parkera ikki sjálv- stýrismálið við nýggju yvirtøkulógini, men vit hava fingið eitt amboð, sum ger tað lættari at fremja yvirtøkur, og so er tað upp til løgtingið at gera av, hvørjar yvirtøkur skulu fremjast. Hinvegin kunnu vit ístaðin brúka meira tíð til onnur týðandi mál, sum hava ligið alt ov leingi á láni, sigur Jóannes Eides- gaard. Sjálvstýrismálið hevur økt um trupulleikarnar – Vit hava viðgjørt sambandið millum Føroyar og Danmark í óendaligheit, men nú hava vit funnið eina loysn á sjálvstýrismálinum, so tað ikki longur fer við so nógvari orku hjá politisku skipanini, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður