fríggjadagur 8. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 8. apríl 2005
9
Fyrst konsert
og síðani kapping
Tvær konsertir verða í Føroyum í sam-
bandi við at tólv næmingar úr musikk-
skúlaskipanini fara til kappingina
Berlingske Tidendes Klassiske Musik-
konkurrence, sum verður í Keypmanna-
havn 16. apríl
KONSERT
Konsertirnar verða í Listaskálanum 9. apríl kl. 19 og
í Fríðrikskirkjuni á Toftum 13. apríl kl. 19.30.
Næmingarnir eru úr Havn, Gøtu, Sandi, Toftum,
Runavík, Vestmanna, Oyndarfirði og Vágunum.
Tey luttakandi eru:
Saga Kapnas, Margit S. Mikkelsen, Høgni R.
Hansen, Kristina Heinesen, Mattias Kapnas, Marita
Johansen, Katrin H. Petersen, Oluf Dam, Jákup H.
Lützen, Rebekka Hjørleivsdóttir, Kamilla Ravnsfjall
og Josef H. Olsen.
Tey spæla á klaver, violin, blokkfloytu, floytu,
klarinett og bariton.
Spæld verða verk eftir: Shostokovich, Telemann,
Kuliev, Bach, Vivaldi, Weber,
Debussy, Dvoràk, Kreisler, Saint-Saens,
Chaminade og Rachmaninov.
Tilsamans eru um hundrað vald út at verða við, og
føroyskir næmingar hava staðið seg sera væl, men
ongantíð áður eru fleiri føroyskir næmingar valdir
sum hesaferð.
Hin 17. apríl, framføra næmingarnir verkini á
Norðuratlantsbryggjuni.
sb.
Tey hava vant, og nú skal venjingin standa sína roynd í
tónleikakapping í Danmark
Økja kvinnupolitiska
virksemið í Føroyum
Havn: Mánakvøldið kl. 19:30 verður fundir í
Norðurlandahúsinum, hvørs endamálið við fund-
inum er at økja tað kvinnupolitiska virksemið.
Á fundinum fer landsstýrismaðurin, Hans Pauli
Strøm at greiða frá uppskotinum frá Útnorðurráð-
num til samtyktar. Hetta uppskotið snýr seg um at
seta eina nevnd at arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein
øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir.
Aftaná fer Rúna Sivertsen at greiða frá, hvat tær
hava arbeitt við í útnorðurbólkinum, og hvat skal
henda framyvir, meðan Annika Olsen fer at tosa um
evnið: Skulu vit í skúlan fyri at broyta hugburðin og
vekja áhugan hjá kvinnum fyri politikki?
Síðani fer Eyðun Andreassen at hugleiða um
spurningin: "Hví gongur tað so striltið at fáa kvinn-
ur aktivar, og er tað neyðugt? Verjir tað demokratiið
um fleiri kvinnur verða politiskt aktivar? Ella skulu
kvinnur verða verandi í køkinum?".
Eftir hann fer Øssur Winthereig at tosa um evnið:
"Skulu vit útbúgva valevnini til at koma í fjøl-
miðlar? Hvat kann ein krevja av valevnum ella
fólkavaldum í samband við valsendingar í fjøl-
miðlum? Er tað í lagi at jounalistar kasta "runubløk"
eftir fólkavaldum?".
Marjun í Kálvalíð fer eisini at luttaka við Stand up
comedy, við einum spískum, skemtiligum vinkli til
kvinnur, menn og politikk.
sb.
Landslagið í Norð-
oyggjum og barna-
árini í Klaksvík er
nakað av tí, sum
hevur givið íblástur
til málningarnar hjá
Magnu Aðunsson,
sum hendan mánaðin
hevur framsýning í
Kunningarstovuni í
Klaksvík
Magna Aðunsson hevur
búð nógv ár í Íslandi, har
hon eisini av álvara byrjaði
at royna seg sum lista-
kvinna. Um tíðina í Íslandi
sigur Magna, at umhvørvið
var sera kveikjandi, bæði tá
tað ráddi um tekni- og
málihættir, men eisini í tí
praktiska arbeiðinum við at
ramma inn og og seta
framsýningar upp.
Magna hevur nomið sær
kunnleika um list frá lær-
arum á Listaskola Islands,
Hægri lærustovni í Aber-
deen,
á
Thorstedlund
Kunsthøjskole í Danmark
og eisini á Føroya Lær-ara-
skúla, har hon tók lærara-
útbúgving við list sum
sergrein. Hon hevur búð í
Føroyum síðani fyrst í
nítiárunum og hevur havt
hópin av framsýningum
bæði her heima, í Íslandi,
Noreg, Svøríki og Dan-
mark.
Um íblásturin til sínar
málningar sigur Magna
soleiðis
- Mínar naturalistisku
landslagsmyndir verða til í
eini
samanseting
av
náttúruupplivingum og tí
innara
universinum,
tí
innara landslagnum. Eg
gjørdist tíðliga sera hug-
tikin av náttúruni rundan
um meg. Tað kennist sum at
upplivingar, myndir og
hugløg frá barnaárunum
hava sett seg føst á nethinn-
una, og tað kann onkuntíð
verða til mystiskar og
abstraktar málningar, sigur
Magna.
28 akrylmálningar eru
við á framsýningini í Norð-
oya Kunningarstovu, sum
er opin allan apríl mánað.
ave
Býráðið í Klaksvík fær
stundum vitjan av skúla-
flokkum og ymiskum ung-
dómi.
Nú ein dagin komu børn
frá Dr. Margrethu barna-
garði í Klaksvík at forvitn-
ast eftir, hvussu og hvar
borgarstjórin í Klaksvík
"búði". Tey hildu, tað vera
sera fínt inni, men børnini
vóru meiri áhugaði í at fáa
at vita, hvat tað var fyri
nakað spennandi, sum stóð
á borðinum hjá borgarstjór-
anum: Eitt modell av
miðbýnum. Borgarstjórin,
Steinbjørn O. Jacobsen,
royndi at greiða frá tí
komandi miðbýarætlanini,
og børnini komu við áhuga-
verdum spurningum og
uppskotum um aðrar og
enn meira spennandi mátar
at útbyggja og broyta mið-
býnum.
So borgarstjórin fekk
nógv at hugsa um, nú hann
stóð við framtíðini í Klaks-
vík, sum hugdi at síni fram-
tíð í Klaksvík.
Magna Aðunsson í Norðoya
Kunningarstovu
Framtíðin hyggur at framtíðini
Núverandi og framtíðarborgarar í Klaksvík. Frá vinstru: Matilda Hansen, Kristin Norðoy Wilhelmsen, Erika Johnsdóttir Færø og
Jákup Poulsen