fríggjadagur 8. apríl 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 66 - 8. apríl 2005
Nógv verður gjørt fyri at forða fyri og minka
um teir meiningsleysu skaðarnar í ferðsluni.
Eitt nú ger Ráðið fyri Ferðslutrygd eitt stórt
arbeiði fyri at fáa uppvaksandi ættarliðið at
læra seg góðar ferðsluvanar. Í hesum førinum
hugsa vit um tey smærri børnini, sum frá 1.
skúladegi serliga av álvara koma beinleiðis í
samband við ferðsluna. Hetta er so eitt av mál-
unum, sum Ráðið hevur sett sær fyri at gera
nakað ítøkiligt við. Og ítøkiligt er tað, tí á
hvørjum ári verða øll børn í 1. flokki boðin til
hugnaliga samkomu, har tey fáa ókeypis hjálm.
Hesaferð fingu ikki færri enn 280 børn í Havn
hjálm. Henda hjálmamentanin er eitt frálíkt og
týdningarmikið tiltak, sum gevur børnunum
eina positiva fatan og uppliving.
Høvdu vit kunnað sagt tað sama um vaksna
ættarliðið hevði skilið í ferðsluni helst verið
nógv frægari enn tað er. Tíverri eru vit ikki eins
áhugað og árvakin sum børnini, tá tað ræður
um skilagóða ferðslumentan. Og her man nær-
um ótálmaða nýtslan av fartelefonum helst vera
ein hin størsti syndarin. Eins og børnini taka til
sín boðskapin um at brúka hjálm fyri at verja
seg, áttu tey tilkomnu at tikið boðskapin um
ikki at tosa í fartelefon, meðan tey koyra, í
størri álvara. Kanningar kring allan heimin
vísa, at nýtsla av fartelefon í bili, er ein av or-
søkunum til vaksandi talið av vanlukkum.
Tørvur er tí á tiltøkum og átøkum, sum kunnu
fáa bilførarar at betra um henda partin av
ferðslumentanini. Ávaringin móti at brúka far-
telefon í bili átti at verið ein náttúrligur partur
av ferðslufrálæruni. Eisini átti at verið umhugs-
að strangari tiltøk móti teimum bilførarum,
sum púra ótálmað brúka fartelefon, meðan
koyrt verður.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Hjálmar og
fartelefonir
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins
Kaj Leo Johannesen
Tað er ikki lukkuligt sum
John Johannesen sólar sær,
vegna seg sjálvan og Javn-
aðarflokkin, í framstigun-
um, sum nú eru gjørd í við-
urskiftunum millum Føroy-
ar og Danmark.
Fakta er, at ikki eitt
komma og ikki eitt punkt-
um eru higartil broytt í lóg-
gávuni millum ríkispartar-
nar, so hetta er enn eitt
arbeiði sum er í gongd. Tað
er eingin einstakur persón-
ur, og tað er eingin einstak-
ur flokkur, sum hevur ær-
una av hesum frambrotum.
Sambandsflokkurin metir
hesar avtalur verða tað sum
vit í samgonguni samráddu
okkum til, og sum nú verð-
ur útint í verki. Landstýrið
við Løgmanni á odda, er
higartil við góðum samráð-
ingaranda og góðum sam-
ráðingarvilja, komið hertil
sum vit eru í dag, og tað
eiga løgmaður og lands-
stýrið rós uppiborið fyri.
Í dag mugu allir flokkar
viðurkenna, at samstarv er
vegurin fram !
Sambandsflokkurin vil til
eina og hvørja tíð fremja
tær loysnir sum tæna okk-
ara fólki best, og tá talan er
um yvirtøkur so sigur
Sambandsflokkurin, at um
so er at hesar kunnu gerast
forsvarliga fíggjarliga og
tær tæna Føroya fólki, vilja
vit verða positivir hesum
viðvíkjandi.
Endamálið
hjá
Sam-
bandsflokkinum er ikki
fullveldi ella loysing, men
heimastýrisskipanin hevur í
hesum døgum enn einaferð
prógvað, at hon er millum
heimsins bestu skipanir og
innan hesa skipan er høgt
til loft og vítt til veggja.
Sambandsflokkurin til-
evnaði í 1999 eitt nýskipan-
aruppskot, sum greitt vísti,
hvussu Føroyar kunnu vera
eitt sjálvstýrandi land í rík-
isfelagsskapinum. Sjálvur
ivist eg ikki í, at sum heim-
urin sær út í dag, bæði pol-
itiskt og handilsliga, so fáa
vit størri sjálvstýri við
heimastýrisskipanini inn-
anfyri
ríkisfelagsskapin,
enn vit kundu fingið sum
sjálvstøðugt fullveldisríki
við einans 50.000 íbúgvum
mitt úti í Atlantshavinum.
Tí er nýskipanaruppskot
Sambandsfloksins
rætta
leiðin at ganga.
Tá lógin um uttanríkis-
politiskar heimildir og yvir-
tøkulógin, saman við einari
nýggjari stjórnarskipan eru
liðug, metir Sambands-
flokkurin at nýskipanarupp-
skotið er endaliga sett í
verk.
Ríkisfelagsskapurin hev-
ur ongantíð verið sterkari
enn nú.
Hans Jensen,
Hvalvík
Gennem årene er der
lykkedes
mig
ved
en
ihærdig indsats at få nogle
få uvenner – men det har
været perspektivløst og
uden format.
Nu har jeg ved skæbnens
tilsigelse fået en unik
chance for at få 1.1 milliard
uvenner på en gang – og
denne gave må ikke for-
spildes.
Paven er død.
Ikke fordi paven interess-
erer mig specielt – men
uden at ville det, er man
gennem medierne blevet
stopfodret
med
hans
sygdom og død, og det har
været en usmagelig og
menneskelig nedværdig-
ende oplevelse at være
vidne til.
Først stabler man ham op
i vinduet i Peterskirken,
kirurgisk og medicinsk op-
pumpet – men ude af stand
til at fremstamme andet
end nogle lallende strube-
lyde. Synd og nedværdig-
ende for paven og en
anklage mod det system
der gør en sådan nedværd-
igelse mulig.
Nu slæber man rundt
med det yndelige formalin-
præparerede lig i bedste
Ayatollah Khomeini-stil og
må så bare håbe, at man
ikke mister liget på jorden,
som det hændte i Iran. Det
er et perverst skuespil. Det
er åndelig nekrofili. Der er
hinsides al anstændighed.
Paven var – uanset andre
kvalifikationer – stok-kon-
servativ, og har kategorisk
holdt den katolske kvinde i
et middelalderligt jerngreb.
Det må man trods re-
spektere ham for.
Usømmelig omgang med lig