fríggjadagur 1. september 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 167 - 1. september 2000
Nr. 167 - 1. september 2000
Menningartarnað
við sálarligum breki
Foreldur og avvarð-
andi eru hjálparleys.
Staðfest er, at tann
vanliga sálarliga við-
gerðarskipanin hevur
eina avmarkaða vitan
um menningartarnað.
Javni bjóðar til almennan
fund í komandi viku.
Evnið hesaferð er menn-
ingartarnað við sálarlig-
um breki.
Títtleikin av sálarligum
brekum/sjúkum er høgur.
Og støðan hjá menningar-
tarnaðum, sum hava sál-
arligar trupulleikar í við-
bót, er eins og í okkara
grannalondum, sera trup-
ul.
Foreldur og avvarðandi
eru hjálparleys. Veruleik-
in er at starvsfólkini á
stovnunum eru í somu
støðu. Staðfest er, at tann
vanliga sálarliga viðgerð-
arskipanin bara hevur
eina avmarkaða vitan um
menningartarnað. Trupult
hevur verið at fingið eitt
tvørfakligt samstarv mill-
um pedagogar, sálarfrøð-
ingar og psykiatarar – av
tí sama eru royndirnar
ikki so nógvar.
Serkøn úr Danmark
Í sambandi við at tað
verður skeið fyri menn-
ingartarnað í Føroyum,
verða tveir konsulentar
frá LEV og tvey foreldur
her. Tað verður Frank
Ulmer Jørgensen, konsu-
lentur, ið fer at halda fyri-
lestur. Frank Ulmer starv-
ast hjá LEV (danska fe-
lagnum fyri menningar-
tarnað). Hann hevur í
mong ár arbeitt saman við
»Videncentrinum
fyri
sosialpsykiatri« í Dan-
mark. Í tøttum samstarvi
við hesi hevur hann verið
við til at seta fokus á hetta
økið. Tað er aðru ferð, at
Javni tekur evnið upp
alment í Føroyum.
Fakfólk
Tað er ikki so ofta, at vit
hava serkøn á hesum økj-
unum í Føroyum. Javni
vil so fegið verða við at
veita foreldrum og av-
varðandi eina vita. Hesa-
ferð heitir Javni eisini so
inniliga á øll fakfókl
innan heilsuverkið, ser-
liga á psykiatriska økin-
um og á skúlarnar um at
møta fjølment.
Somuleiðis starvsfólk á
sambýlum og stovnum.
Møguleiki verður eisini
at seta spurningar og við-
merkingar.
Hetta er eitt sera
átroðkandi mál, sum vit
heita á fólk um at møta
fjølment til.
Fundurin, ið er fyri
øll, verður á Hotel
Hafnia mikukvøldið 6.
september kl. 19.00.
Havnar KFUK-
skótar
Í komandi viku byrja
KFUK-skótarnir í Havn
virksemi sítt aftur eftir
stuttan summarsteðg.
Havnar KFUK-skótar
ella grønu gentuskótarnir,
sum nógv av okkum
kenna tær, fara í ár und-
irnýggjan flokk, spíra-
flokkurin, sum er fyri
gentur 6-7 ár (føddar
1993 og 1994).
Umframt spíraflokkin
er eisini: títtlingaflokk-
urin, sum er fyri gentur,
sum ganga í 2. til 4.
flokki, skótaliðið, sum er
fyri gentur, sum ganga í
5. til 8. flokki, og eitt ung-
dómsskótalið, sum er fyri
gentur frá 9. flokki og
eldri.
Skótafundur er einaferð
um vikuna, har ymisk
virksemi er á skránni. Eis-
ini eru vit á legum, túrum
av og á. Serliga á Langa-
sandi, har liðið eigur eini
hús. Skótar og ungdóms-
skótar eru ofta á legum
uttanlands og seinastu
tvey árini hava eisini elstu
títtlingarnir verið í Dan-
mark á legu.
Spírar og títtlingar hava
skótafund mikudag kl.
16.30 til 18.00, skótar
hóskvøld kl. 19.00 til
21.00, og ungdómsskótar
týskvøld frá kl. 19.00.
Havnar KFUK-skótar
vórðu stovnaðir 9. mai
1928 og hava verið sera
virkin øll árini.
Arbeiðsgrundarlagið er
gjøgnum skótaarbeiði at
útvega tær best møguligt
treytir fyri einum felags-
skapi, har frælsi fyri ein-
staklingin er størst møgu-
ligt, samstundis sum ein
átekur sær ábyrgd fyri
felagsskapinum.
Samsvarandi skótalóg
og -lyfti vil skótarørslan
við sínum arbeiði á tjóð-
skaparligum og alheims
stigi hjálpa skótunum at
virka í føroyska samfe-
lagnum og at arbeiða fyri
góðum vinalagi tjóðanna
millum.
Hevur tú hug at gerast
grønur-gentuskóti, ert tú
vælkomin niðan í KFUK,
Varðagøtu 9. Sí annars
lýsing í blaðnum.
Mediaverkstaður
á Margarinfabrikkini
Mediaverkstaðurin hevur
fingið stuðul frá Undirvís-
ingar- og Mentamálastýr-
inum,
»Verkætlanir
til
gagns fyri børn og ung«, at
byrja 1. sept.
Margarinfabrikkin hevur
síðani farið varð undir net
café fyri nærum tveimum
árum síðani, støðugt vaksið
um tilfeingið av teldum og
forritum. Teldurnar verða í
dag mest nýttar til telduspøl
og chat. Við tilboðnum um
undirvísing er ætlanin at
hækka um støðið hjá limun-
um á telduøkinum, frá bert
passivt at nýta forrit á teld-
unum, til at skapa sjálvi.
Endamálið við media-
verkstaðnum er at gera tey
ungu før fyri at nýta tøkn-
ina í mediaverkstaðnum á
Margarinfabrikkini, nema
kunnleika til hættir og snið
innan multimedia nýtslu og
at skipa alt framleitt tilfar á
heimasíðuni hjá Margarin-
fabrikkini á ein slíkan hátt,
at foreldur, skúlar og onnur
kunnu uppliva forvitnisliga
barna- og ungdómsarbeiðið
í Margarinfabrikkini í høv-
uðsstaðnu.
Flestu skúlar í Føroyum
eru bundnir saman í net, eru
skipaðir í KT-deplinum og
tey ungu hava teldupost-
bústaðir. Margarinfabrikkin
hevur sæð tørvin fyri víðari
menning av tí skapanarligu
evnunum hjá teimum ungu
og
børnunum,
afturat
møguleikanum at nýta eina
teldu. Tankin aftan fyri
mediaverkstaðin er at skapa
eitt leikarúm, har børnini og
tey ungu skapa myndir,
filmar og heimasíður, har
forvitni er drívmegin.
Mediaverkstaðurin skal
stimbra tey ungu til at nýta
tøknina og skapa hugnaligar
karmar um eitt støðugt
mennandi tilboð, sum á
høgum fakligum støði veitir
luttakaranum sína sjálvstøð-
ugu upplæring, treytað av
áhuga og evni at arbeiði við
tøknini.
Undirvísari
er
Laufey H. Blaasvær, sum
seinastu trý árini hevur havt
líknandi mediaverkstað í
Norðurlandahúsinum.
Undirvísingin
verður
løgd í samsvari við leiðaran
Henrik Andersen og starvs-
fólk á staðnum, ið lata
kunnandi tilfar um komandi
tiltøk. Ætlanin er at starvs-
fólkini eins og limirnir
skulu fáa undirvísing og
megna at standa fyri fram-
tíðar frálæru sjálvi. Í Marga-
rinfabrikkini starvast um-
framt dagliga leiðaran tveir
pedagogar og tvey ung í
arbeiði.
Undirvíst verður týsdag
og hósdag frá kl. 15-17 fyri
børnum 9-13 ár og frá 19-
21 fyri teimum ungu limun-
um.
Kappsiglingin endað
Sunnudagin 27. aug. hevði
Lions Club Eysturoy sína
árligu kappsigling á Skála-
fjørðinum, tann 31. í røðini.
Samstundis er hetta eitt
slag av finalu í sambandi
við tær kappsiglingar, sum
felagið Seglið skipar fyri.
Luttøkan var sum vant
sera góð. Tað luttóku 37
bátar úr ymsum bygdum og
komu teir allir á mál í øll-
um góðum. Startskotið var
í ár inni í Skálafirði og mál-
ið var sum vant úti á Høga-
bóli.
Eitt frískt lot av útnyrð-
ingi norði gav bátunum ein
góðan start og fylgdust bát-
arnir reiðiliga væl til komið
var út um Skálaleiðina, tá
tjánaði lotið nakað, fyri so
aftur at menna seg aftur tá
komið var nakað út um
Gjaranes.
Hetta gjørdi at bátar
rættuliga ofta skiftu rað-
fylgju og sum sostatt eisini
var við til at gera kappsigl-
ingina meira spennandi.
Tað var ein vøkur sjón at
síggja bátarnar koma út eftir
fjørðinum, og nógvir vóru
bilarnir, sum báðu megin
fjørðin fylgdu við siglingini
umframt tey mongu á
Skálafjørðinum, sum kundu
Bátarnir komu í mál í hesi røð:
Nr. 1 Guðrið, Saltangará, steyp og ferðasteyp
Nr. 2 Leivur, Kollafjørður, steyp
Nr. 3 Gjáarbáturin, Kollafjørður, steyp
Nr. 4 Thyra, Strendur
Nr. 5 Sníkur, Kollafjørður
Nr. 6 Mia, Strendur
Nr. 7 Olivia, Kollafjørður
Nr. 9 Vinur, Tórshavn
Nr. 10 Hoyvíksbáturin, Hoyvík
Nr. 11 Lítlibátur, Hósvík
Nr. 12 Koltursbáturin, Kollafjørður
Nr. 13 Eyðbjørg, Skála
Nr. 14 Byrgishamar, Kollafjørður
Nr. 15 Rakul, Toftir
Nr. 16 Luna, Lamba
Nr. 17 Guðrun, Saltangará
Nr. 18 Búgvin, Toftir
Nr. 19 Jensabátur, Nólsoy
Nr. 20 Dúgvan, Lamba
Nr. 21 Teistin, Strendur
Nr. 22 Ternan, Hósvík
Nr. 23 Helga, Kaldbak
Nr. 24 Miðgerð, Kollafjørður
Nr. 25 Lítli Lundi, Skála
Nr. 26 Pluto, Skála
Nr. 27 Tyrilshattur, Strendur
Nr. 28 Thorshavn, Argir
Nr. 29 Svanur, Skála
Nr. 30 Niels í Nesinum, Tórshavn
Nr. 31 Kallsoy, Leirvík
Nr. 32 Havgásin, Hósvík
Nr. 33 Brandur, Nes
Nr. 34 Sørin, Kolbanargjógv
Nr. 35 Góðadalsbáturin, Saltangará
Nr. 36 Fiskedræt, Strendur
Nr. 37 Skúlabáturin, Dalur
fylgja við siglingini úr teirra
egna vindeyga. Komin á
mál varð sum vant boðið til
kaffi og pannukøkur í
matarhøllini hjá Føroya
Fiskavirking í Runavík,
sum hevði lagt høli til.
Nú hesin dagurin mest-
sum er blivin ein familju-
dagur, har familjulimir taka
ímóti siglandi bátunum, er
blivið heldur trongligt í
matarhøllini, men við ein-
um góðum vilja fingu nokk
allir siglingarmenninir sess.
Takkarkvøða varð borin
frá Lions til siglararnar, sum
so trúliga hava siglt og gjørt
hesa sigling til tað, hon er í
dag. Lions vónaði, at tað
stavnhald, sum teir settu sær
fyri 31 árum síðani, – tað at
vekja áhuga fyri sigling og
kunnleika til at handfara
segl – hevði borið ávøkst.
Takkaði somuleiðis felag-
num Seglinum, sum so
hugagott hevði tikið undir
við hesum stavnhaldinum,
og skipað fyri fleiri kapp-
siglingum.
Í komandi viku koma fólk
frá Folkekirkens Pædago-
giske Institut til Føroya at
halda skeið fyri prestum,
lærarum o.ø.
Folkekirkens Pædagogis-
ke Institut er ein eftirút-
búgvingar-stovnur
hjá
Fólkakirkjuni við tí enda-
máli at stuðla prestum og
øðrum, sum hava ábyrgd av
kristnifrálæru. Føstu lærar-
arnir á stovninum og gesta-
lærarar halda alt árið skeið
á stovninum í Løgumkloster
og úti um landið.
Hetta er aðru ferð Folke-
kirkens Pædagogiske Insti-
tut heldur skeið í FØroyum
og tað eru rektarin Eberhard
Harbsmeier, Gertrud Iver-
sen, lektari ph.d., Svend
Bjerg, lektari í guðfrøði í
universitetinum í Keyp-
mannahavn og Steffen Jo-
hannesen, lektari á Dan-
marks Lærerhøjskole, sum
koma hesaferð. Prestarnir
fara á skeið í Norðurlanda-
húsinum mánadagin 28. og
týsdagin 29. aug., og somu
dagar hevur Steffen Johann-
esen skeið fyri lærarum í
eftirútbúgving. Mikukvøld-
ið 30. august kl. 20 heldur
Svend Bjerg almennan fyri-
lestur á fróðskaparsetrinum
við heitinum: »Gør kærlig-
heden blind? Om teologien
og sanserne« og hósdagin
31. august hava tey tímar á
landsmiðstøðini fyri undir-
vísingaramboð og á Føroya
Studentaskúla.
Annars fer rektarin Eber-
hard Harbsmeier at prædika
við guðstænastuna sunnu-
dagin 27. august kl. 11 í
Haldarsvíkar kirkju, Ger-
trud Iversen prædikar kl. 12
í Hvalvíkar kirkju og Svend
Bjerg prædikar kl. 11 í
Dómkirkjuni.
Folkekirkens Pædagogiske
Institut skeið í Føroyum
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
JÁKUP MØRK
Fótbóltsliga hevur gingið
skiftandi hjá føroysku úti-
setunum, nú flestu teirra
koma heim til landsdystin
móti Slovenia.
4 leikbannaðir
Hjá føroyingunum á Ólafs-
firði hevur einki vilja borið
til í ár, liðið, sum telur 4
føroyskar leikarar, hevur
havt eina sera vánaliga byr-
jan upp á árið, og seinastu
vikurnar er niðurflytingar-
hóttanin
vorðin
alsamt
meira sjónlig.
Um vikuskifti taptu teir
botndystin móti Stjarnuni í
einum dysti, har venjarin,
Jens Martin Knudsen, ikki
kundi nýta Sámal Joensen
ella John Petersen vegna
leikbann.
Komandi umfar skal Leif-
tur royna seg móti Fram,
sum er liðið beint omanfyri
niðurflytingarstrikuna. Skal
Leiftur hava møguleika at
verða verandi í deildini, er
alneyðugt við einum sigri,
og helst skal hesin vera við
fleiri málum.
Fortreytirnar undan dyst-
inum eru tó ikki av teimum
bestu, tí fýra leikarar, teirra
millum Jens Martin Knud-
sen, eru leikbannaðir undan
dystinum.
Uni skoraði
Hjá Una Arge og ÍA hevur
gingist nakað betri, og hóast
Leikararnir tykjast vera væl fyri
Sum heild tykjast fótbóltsútisetar okkara at standa seg væl í feløgum teirra,
og heta, samanhildið við at heimliga kappingin er í hæddini, átti at borga fyri
einum sterkum landsliðið
teir eru nakað langt frá odd-
inum, tá tosað verður um
gullmerki, so hevur ÍA av-
gjørt møguleika at sleppa út
i Europa komandi ár.
Sæð við føroyskum eyg-
um, er tað gleðiligt, at Uni
Arge nú aftur hevur fingið
gongd á málskjótingina. Á-
lopsmaðurin, sum hevur
drigist við drúgvan skaða í
ár, skeyt fyrsta landskapp-
ingarmál sítt, tá ÍA um viku-
skiftið vann 4-1 á Fram.
Sogndal flúgvandi
Hjá teimum trimum lands-
liðsleikarunum, sum royna
seg í norskum fótbólti, hev-
ur gingið við fullari ferð
seinastu vikurnar. Burtur-
sæð frá einum keðiligum
tapi á skrivaraborðinum,
hevur talan bert verið um
sigrar í august mánaði, so
einki er at siga til, um
sjálvsálitið er gott í løtuni.
Tapið á skrivaraborðinum
ger tó, at tað verður torført
hjá Sogndal at vinna sær
beinleiðis uppflytan í bestu
deildina. Fimm stig eru upp
til annað plássið, nú seks
umfør eru eftir at leika.
Gongur framá í
Danmark
Ein spildurnýggjur maður
er í landsliðshópinum til
dystin móti slovenum. Jo-
han Byrial Hansen, sum í
fjør skrivaði sáttmála við
OB, er fyri fyrstu ferð út-
tikin til landsliðið.
Um hetta er byrjanin til
eina nýggja merkistíð í før-
oyskum fótbólti skal ikki
gitast um, men í øllum før-
um er hetta fyrstu ferð, at
ein leikari, sum er heima-
hoyrandi í øðrum landi, er
úttikin til føroyska lands-
liðið.
Johan hevur føroyska
mammu, og tí er eingin tru-
pulleiki í úttøkuni, men un-
dir øllum umstøðum verður
spennandi at vita, hvussu
nýggi leikarin fer at standa
seg í hópinum. Aðra staðni
hevur tað í fleiri ár verið
vanligt, at leikarar verða
bidnir um at spæla fyri okk-
urt landslið, um eitt nú
omman er ætta hagani. Eitt
tað besta dømi um hetta
man vera Írland, har fyrr-
verandi landsliðsvenjarin,
Jack Charlton, bar orð fyri
at vera betri ættargranskari
enn venjari.
Johan hevur í ár verið á
vølli tríggjar ferð fyri OB,
sum í løtuni er á 9. plássi í
superliguni.
Fremsta føroyska liðið í
superliguni er heldur ó-
væntað AGF, har Óli Jo-
hannensen er í hópinum.
Seinasta hálva árið ella so
hevur Óli tó ikki verið at
sæð á vøllinum, men sunnu-
dagin var hann aftur at
síggja, og yvirhøvur stóð
hann seg væl, hóast AGF
mátti lúta 3-1 fyri Herfølge.
Hjá Herfølge hevur ann-
ars ikki gingist eins væl og
í fjør, tá liðið gjørdist meist-
ari. Í løtuni er liðið næst-
niðast, men seinastu dyst-
irnir hava kortini givið á-
bendingar um eina ávísa
framgongd.
Todi Jónsson hevur hig-
artil verið fastur fúsur í byr-
junaruppstillingini
hjá
FCK, og hóast úrslitini ikki
hava verið eftir vild, bendir
einki á, at hann skal missa
miðvallarsessin, sum hann
nú hevur vant seg við.
Sunnudagin var hann mill-
um teir mest eyðsýndu í 2-
1 sigrinum hjá FCK móti
Brøndby. Ein sigur, sum
hevði ómetaliga stóran týd-
ning fyri FCK, tí vónirnar
um eitt gott hál komandi
dystirnar nú tykjast nógv
bjartari.
Heildarmetingin er
positiv
Sum heild kann helst staðf-
estast, at fótbóltsliga eru
flestu útisetar okkara sera
væl fyri í løtuni. Minuttirnir,
sum teir fáa á vølli tykjast
undir ongum umstøðum at
fækka, og hóast ítróttarliga
gongdin hjá ymsu feløgu-
num er ymiskt, so tykjast
positivu lutirnir at viga væl
meira enn teir negativu.
Heimligu landsliðsleika-
rarnir skuldu helst verið á
toppinum júst nú, so for-
treytirnar fyri einum góðum
úrslitið sunnudagin fáa valla
verið betri.
Risarnir
komnir
Kappingarneytarnir hjá Regini í
kappingini um at gerast Atlants-
risin eru nú komnir til Føroya
JÁKUP MØRK
Teir átta sterku menninir,
sum um leygardagin fara
at kappast um at gerast
Atlantsrisin, fara í dag at
hyggja seg eitt sindur um
í høvuðsstaðnum, og eis-
ini fær almenningurin
høvi at heilsa upp á teir.
Risin hittir risar
Tað er høvuðsstuðulin hjá
Regini Vágadal, Formu-
la.fo, sum skipar fyri nøk-
rum tiltøkum, og eisini
almenningurin fær møgu-
leika at heilsa upp á stóru
menninar.
Kl. 13.00 í dag fara
sterku menninir á inter-
net-caféina, Orbit, har teir
fara at hugna sær í okkur
tum ein tíma.
Av Formula.fo verður
sagt, at øll sjálvandi eru
væl komin inn á gólvið
at vitja, men at stóru
menninir siga seg vilja
hava frið hesa løtuna. Teir
vilja nevnliga nýta høvið
til at kappast móti hvør-
jum øðrum í telduspølum,
heldur enn at vita, hvør
kann lyfta tyngstu lut-
irnar.
Alment í SMS
Eftir at teir soleiðis hava
kappast eina løtu, verður
farið niðan í SMS, har teir
verða at síggja í 3-arin
electronics.
Her verður sjálvandi
opið hús, og fólk fáa høvi
til at práta við risarnar,
umframt at autografskriv-
ing sjálvandi eisini verður
á skránni.
Hjálpa Regini
Eftir at teir í ein tíma hava
verið í SMS, fara teir so
at gera seg til, at fara á
flot.
Talan er um eina útferð
við Norðlýsinum, soleiðis
at luttkararnir eisini fáa
høvi til at síggja ein part
av Føroyum og stórslignu
náttúru okkara.
Allarhelst vóna luttak-
ararnir, at veðrið verður
gott meðan útferðin er,
men á Formula.fo siga
tey, at tað bilar kanska
einki, um tað er eitt sindur
sjaskut. Hetta halda tey
nevnliga kann verða Reg-
ini til fyrimuns.
Regin er jú skipari, og
hevur eisini siglt við
Grønland, so verður talan
um sjóverk av onkrum
slag, verður hetta helst til
fyrimuns fyri Regin.
Hjá Julian og teimum í Sogndal gongur sum eftir ánni í løtuni, og yvirhøvur tykjast landsliðsleikarar okkara at vera
sera væl fyri í løtuni
Í hesum døgum er Regin ikki eins einaráðandi í
Føroyum, sum hann vanliga er