fríggjadagur 1. september 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
EYÐUN KLAKSTEIN
Føroyingar skulu ikki gera
somu mistøkini í útlend-
ingapolitikkinum, sum okk-
ara grannalond hava gjørt.
Hetta heldur landsstýris-
maðurin í lógarmálum,
Høgni Hoydal, sum eisini
er politiskur leiðari í Tjóð-
veldisflokkinum.
Fyrsta treytin hjá bæði
innflytarum og flóttarfólki,
sum vilja til Føroya, má
vera, at tey kunnu takast
upp í føroyska samfelagið,
heldur hann.
- Londini rundan um okk-
um hava gjørt eina út-
lendingalóg eftir trýsti frá
arbeiðsmarknaðinum, sum
vil hava fremmanda ar-
beiðsmegi, men úrslitið av
hesum er, at hesi lond hava
fingið eina konsentratión av
fólki frá øðrum londum í
ávísum pørtum av landin-
um, sigur Høgni Hoydal.
- Tað má ikki henda hjá
okkum, og vit mugu fram-
haldandi leggja dent á, at
teir útlendingar, sum koma
til Føroya, mugu takast við
upp í føroyska samfelagið -
og tað má gerast við atiti til
bæði samfelagið og ikki
minst til hesi fólkini.
Høgni Hoydal heldur, at
føroyska samfelagið higartil
hevur klárað at integrera teir
útlendingar, sum eru kom-
nir hendan vegin, og soleið-
is skal tað eisini verða í
framtíðini.
Stirvið og ógreitt
Útlendingalógin er eitt
danskt málsøki. Lógin verð-
ur smíðað av Fólkatinginum
og verður umsitin av danska
Útlendingastýrinum, men
føroyskir myndugleikarnir
eru við í viðgerðini av uppi-
halds- og arbeiðsloyvum í
Føroyum.
Vinnumálastýrið
skal
meta um, um møguleiki er
at lata arbeiðsloyvi, og Lóg-
ardeildini skal ummæla
uppihaldsloyvi.
Umsitingin av hesum øki
tykist tó stundum at verða
rættiliga
stirvin,
og
í
málinum um tey eystur-
slavosku flóttarfólkini, sum
komu til landið fyrr í ár,
gjørdust
trupulleikarnir
rættiliga sjónligir.
Eingin verulig politisk
viðgerð hevur verið av, um
Føroyar skulu taka ímóti
flóttarfólki og hvør føroyski
útlendingarpolitikkur skal
vera, um Føroyar fáa full-
veldi. Men hetta heldur
Høgni Hoydal má broytast
sum skjótast.
Í løtuni situr eitt fólk í
umsitingini og arbeiðir við
málinum í sambandi við
fullveldistilgongdina, og
ætlanin er at eitt álit skal
gerast, sum politikararnir
skulu viðgera.
Smáar mongdir
Landsstýrismaðurin er av-
gjørdur í, at Føroyar mugu
átaka sær sín part av flótta-
fólkatrupulleikanum í heim-
inum, men fyrsta treytin er,
at føroyingar hava ræði á
lóggávuni og umsitingini av
henni.
- Fólk skulu ikki verða
bangin. Vit eru 45.000 fólk,
og høvdu vit tikið 20 flótt-
arfólk í sambandi við stríðið
í Kosovo, hevði tað svarað
til tað, sum Danmark tók.
So vit tosa ikki um nakra
innrás av útlendingum ella
teir stóru mentarligu trupul-
leikarnar, sum føroyingar
óttast, sigur Høgni Hoydal.
- Vit skulu hava eina lóg-
gávu, har flóttarfólkini
veruliga fáa rásarúm til at
gerast partur av føroyska
samfelagnum og ikki bara
gerast smáar oyggjar, sum
kunnu skapa sosialar trupul-
leikar seinni.
-Tað sum hendir í øllum
okkara grannalondum er, at
flóttarfólk koma til londini,
samstundis sum tey eru í
sosialum trupulleikum, og
so hendir tað sama sum við
jødunum undir krígnum.
Innflytarar og flóttarfólk fáa
skyldina fyri tað, sum ikki
riggar í samfelagnum.
Høgni Hoydal heldur, at
gróðarbotnur ongantíð má
verða skaptur fyri hesum í
Føroyum.
- Tað gera vit best við at
tryggja, at tað koma ikki
fleiri flóttarfólk til landið,
enn vit klára at taka ímóti
búskaparliga, sosialt og
mentanarliga, og at ein
verulig integratión fer fram.
Harvið sleppa vit undan at
gera somu mistøkini sum
nógv av okkara grannalond
hava gjørt. Ísland hevur til
dømis klárað hetta, men har
verður eisini ein heilt annar
flóttarfólkapolitikkur rikin
enn í Danmark, Noregi og
Svøríki.
Fyrimunir í lítlum
samfelag
Høgni Hoydal heldur, at
somu krøv skulu setast til
bæði vanligar innflytarar og
flóttarfólk, um tey ætla sær
til Føroya. Tey skulu kunnu
syrgja fyri sær sjálvum, ikki
vera lógbrótarar, hava ar-
beiðið og annars integrerast
í føroyska samfelagið.
- Tað ringasta, vit kunnu
gera, er sum í okkara
grannalondum
at
gera
flóttafólkalegur, sum mest
av øllum minna um konsen-
tratiónslegur. Fólk sita har
og hava einki samband við
samfelagið - tey kundu
akkurát tað sama sitið á
mánanum. Tað er deyðs-
dømt frá byrjan, at tey skulu
læra seg at integrera seg í
samfelagið í eini stongdari
legu.
- Í eini føroyskari lóggávu
fyri flóttafólk má gerast
greitt, at mongdin á flótta-
fólki má ikki verða hægri
enn tað, sum føroysku sam-
felagið klárar at taka ímóti.
Og síðani skal tað vera ein
verulig ætlan um, hvussu vit
kunnu taka okkum av teim-
um flóttarfólkum, sum vit
taka ímóti, sigur Høgni
Hoydal. Hann vil ikki seta
nakað ávíst tal á, hvussu
nógv flóttarfólk Føroyar
kunnu taka ímóti, men hann
metir ikki, at tað eru fleiri
hundrað.
Fólkið má stuðla
Landsstýrismaðurin heldur,
at í einum lítlum samfelagi
sum
tí
føroyska
er
gjøgnumskygnið ein stórur
fyrimunur.
- Í Føroyum veit hvørt
mansbarn, at tað eru komnir
13 kroatiskir ríkisborgarar
til Runavíkar. Tað er ein stór
styrki, tí harvið sleppa vit
undan, at fólk kenna seg
ótrygg og ikki vita, hvat tað
Føroyingar og tey fremmandu
Interview: Tað lítla føroyska samfelagið er trygdin fyri, at Føroyar fáa ikki somu útlendingatrupulleikar, sum nógv av
okkara grannalondum hava. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, heldur, at Føroyar skulu taka ímóti fáum útlendingum í
senn, fyri at fáa teir tiknar við upp í føroyska samfelagið
- Vit skulu ikki vera bangin fyri at seta útlendingum krøv, um teir ætla sær til Føroya. Eru teir lógbrótarar, ja, so fáa teir
ikki uppihaldsloyvi í Føroyum, sigur Høgni Hoydal.
Mynd: Eyðun Klakstein
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 167 - 1. september 2000
Nr. 167 - 1. september 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Í sambandi við at
Farodane 1. september 2000
fyllir 50 ár bjóða vit til móttøku
í virkisbygningi okkara
í Brekkutúni 4
Brekkutún 4 - FO-100 Tórshavn - Tlf. 311414 - Fax 317534
www.farodane.fo
fríggjadagin 1. september
kl. 15.00 - 18.00
er sum gongur fyri seg.
Men Høgni Hoydal held-
ur, at føroyska samfelagið
ikki er klárt til rættiliga at
taka ímóti flóttarfólki í løt-
uni.
- Tað skulu gerast mun-
andi fyrireikingar, áðrenn
vit taka ímóti fleiri flóttar-
fólki. Tað er ikki, sum onkur
førdi fram undir Kosovo-
kreppuni, at tað var bara at
taka ímóti fólki haðani. Tað
hevði ikki gagnað teimum
fólkunum ella tí fólksliga
stuðlinum í Føroyum. Vit
mugu ikki bara seta nakað í
gongd, sum kann skapa
misskiljingar millum fólk.
- Vit mugu hava breiðan
stuðul frá føroyska fólkin-
um í flóttarfólkapolitikkin-
um, og tí má tað vera púra
greitt, hvørjar treytirnar eru
fyri at taka ímóti flóttar-
fólki, áðrenn vit fara rætti-
liga í holt við tað. Vit mugu
taka smáar bitar í senn, fyri
at tryggja tær bestu umstøð-
urnar bæði hjá hesum fólk-
um og hjá samfelagnum.
Lógbrótarar óynsktir
Í Danmark umhugsar innan-
ríkisráðharrin at flyta flótt-
arfólkalegurnar á onkra
oynna oyggj, tí so nógvar
kriminalietur er í sambandi
við legurnar.
- Sjálvandi stúri eg fyri,
at vit kunnu fáa somu trup-
ulleikar, men eg ivist ikki í,
at vit sleppa undan teimum,
um vit nevniliga lata verða
við at gera flóttafólkalegur,
men ístaðin taka ímóti fáum
fólkum í senn, sum veruliga
kunnu integrerast í samfel-
agið.
- Tað er eingin ivi um, at
tey fólkini, sum koma úr
krígsherjaðum økjum eru
illa fyri. Tey koma frá
einum øki, har allar lógir og
reglar eru burtur, og har tað
snýr seg um at yvirliva frá
degi til dags. Tað, sum ger
støðan enn verri, er, at tey
verða flutt frá einum
stongdum øki til eitt annað
stongt øki í eini flóttafólka-
legu, og so trúgvi eg, at tað
kann viðføra kriminalitet.
- Og vit skulu ikki vera
bangin fyri at seta útlend-
ingum krøv, um teir ætla
sær til Føroya. Eru teir lóg-
brótarar, ja, so fáa teir ikki
uppihaldsloyvi í Føroyum.
Høgni Hoydal kennir seg
sannførdan um, at føroyska
samfelagið fær ikki somu
trupulleikar við útlendinga-
politikkinum, sum onnur
lond hava.
- Vit hava eitt lítið sam-
felag, har øll vita, hvat
gongur fyri seg, og tað er
trygdin fyri, at vit fáa ikki
somu trupulleikar, sum okk-
ara grannalond hava.