fríggjadagur 1. september 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 167 - 1. september 2000
Nr. 167 - 1. september 2000
Almennur fyrispurningur til Helenu Dam
á Neystabø landsstýrismann
Helena Dam á Neystabø
hevur nú so ofta prógvað,
at hon misskilir sína upp-
gávu sum landsstýrismað-
ur. – Sjálvstýrisflokkurin
letur eyguni aftur fyri
vanvirðing hennara av
pørtum av hennara um-
sitingarøkjum.
Eg fari við hesum at vísa á
tvinnar samrøður, Helena
Dam á Neystabø, landsstýr-
ismaður í føroyska heilsu-
verkinum,
hevði
við
Dimmalætting. – Onnur
stóð í blaðnum 13. mai í ár
og hin 26. august, eisini í
ár.
Báðar greinirnar við-
gjørdu sama evni, nevniliga
sjúkraflutningsbilar. Grein-
in í mai var um sjúkraflutn-
ingsbil á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi, og í august viðgjørdi
hon sjúkraflutningsbil, sum
Landssjúkrahúsið
hevur
ábyrgd fyri.
Hon sigur um bilin á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi 13.
mai í ár soleiðis: »At Klaks-
víkar Sjúkrahús ikki hevur
prioriterað sjúkrabilarnar
nóg høgt kann ongantíð
verða mín trupulleiki«. –
Tað vil siga, at hann skal
haldast innan fyri játtanina,
sum hon sjálv vildi hava at
vera 2.2 mill. kr. lægri enn
løgtingið samtykti.
Um bilin, sum Lands-
sjúkrahúsið hevur ábyrgd
fyri, sigur hon 26. august
soleiðis: »Vit væntaðu, at
sjúkrabilparkin fór at klára
seg, men ein billur megnar
ikki meir. Men pláss er ikki
fyri einum nýggjum sjúkra-
bili við inniverandi játtan.
Tí má ein bráðfeingis játtan
fáast til vega. Og hetta
verður ikki greitt fyrr enn í
næstu viku«. – Við øðrum
orðum, tað gerst ikki við,
um hann ikki er á játtanini,
vit skulu bert finna eina
eykajáttan.
Mær tykir okkara lands-
stýrismann í heilsumálum at
gerast frekari og frekari, og
umframt allar trupulleikar,
hon hevur vavt seg inn í á
øðrum økjum, fær hon sær
nýggjar trupulleikar. – Her
tykist ikki nakað mark at
vera fyri.
Eingin ivi er um, at hon
hevur misskilt sína upp-
gávu, fyri ikki at siga mis-
røkt hana.
Tí seti eg hesar spurn-
ingar, sum eg ynski svar
uppá í bløðunum – og fái
eg ikki svar her, so verða
teir settir meira nágreiniliga
í tinginum.
1. Hvør er munurin á einum
sjúkraflutningsbili á Klaks-
víkar Sjúkrahúsi og á
Landssjúkrahúsnum?
2. Eigur landsstýrismaður-
in í heilsumálum ikki at vera
landsstýrismaður fyri bæði
Klaksvíkar Sjúkrahús og
Landssjúkrahúsið?
3. Hvussu kann ein lands-
stýrismaður í tveimum eins
málum útleggja annað sum
»vánalig prioritering, sum
ongantíð kann vera lands-
stýrismansins trupulleiki«,
meðan tá talan er um ann-
að sjúkrahús, so »má hon
syrgja fyri at finna henda
pening við eini eykajáttan,
men, at tað ikki kann verða
klárt fyrr enn um einar 14
dagar«?
Norðoyingar og føroyingar
annars ynskja hesar spurn-
ingar svaraðar.
Eisini kundi eg hugsað
mær at vitað, hvat parta-
menninir Eyðun Elttør,
Sámal Petur í Grund og
Jákup Sverri Kass og fyri
alt tað sjálvstýrisflokkurin
siga um hesa vanvirðing av
einum stovni sum Klaksvík-
ar Sjúkrahúsi og starvsfólki
teirra.
Jógvan við Keldu
løgtingsmaður
Viðmerkingar
Hesi seinastu árini hevur
Havnar Sjónleikarfelag
verið sera virkið. Um-
framt fleiri leikuppsetanir
á hvørjum ári, gevur
Sjónleikarhúsið nógvum
øðrum og fjølbroyttum
tiltøkum innivist, um-
framt at hýsa sjónleikar-
skúla fyri børnum og øðr-
um skeiðvirksemi. - At
leggja til rættis og sam-
skipa øll hesi tiltøk er sera
orku- og tíðarkrevjandi,
og hjá nevndini, sum øll
hesi árini hevur tikið sær
Dagligur leiðari í
Sjónleikarhúsinum
av hesum arbeiði, hevur
tørvurin á einum daglig-
um leiðara leingi verið
eyðsýndur.
Tí
hevur
nevndin nú gjørt av at
seta eitt fólk at taka sær
av hesum burturav.
OOO1. september 2000 byrj-
ar Birita Krossteig í starvi
sum dagligur leiðari hjá
Havnar Sjónleikarfelag
og í hesum sambandi
verður móttøka í Sjón-
leikarhúsinum fríggja-
dagin, hin 1/9 kl. 14-16.
Stórtíðindi frá
Leikpalli Føroya
9 handrit komu inn til
leikritakappingina, sum
Leikpallur Føroya bjóð-
aði til á vári 1999. Virðis-
lønin er kr. 100.000.
Dómsnevndin er um at
vera komin undir land við
dømingini og mánadagin
4. sept. verður avdúkað,
hvør vinnarin er.
Í dómsnevndini sita:
Helga Hjørvar, Olaf Jo-
hannessen og Vár B. Ja-
cobsen.
Tey í stýrinum fyri
Leikpall Føroya eru sera
væl nøgd við stóru undir-
tøkuna, og spennandi
verður at síggja úrslitini
aftur á leikpøllum kring
landið í komandi tíðum.
Seinastu 5-6 árini havi eg
nýtt meginpartin av tíð
míni, bæði arbeiðstíð og frí-
tíð at arbeiða við heila-
skaddum í Danmark og tað
er gleðiligt at síggja, at dan-
ir at enda hava tikið stöðuna
hjá teimum heilaskaddu í
álvara. Men enn er langt á
mál, tí danska heilsuverkið
er ikki innrættað til eina
longri afturvenjing, men
mest til bráfengis hjálp og
uppihald á röktarheimi o.tl.
Seinastu mánaðirnir hev-
ur so staðið mær í boðið at
arbeiða við føroyingum
sum hava fingið heilaskaða,
men eru sendir til Danmark-
ar til afturvenjingar. Hetta
Framtíðin hvarv – Støðan hjá heilaskaddum
í Føroyum
er sera spennandi, og tað
hevur stóra ávirkan tá teir
síggja, at tað er ein øðiligur
munur á afturvenjingini alt
eftir um føroyingarnir eru
saman við dönum ella sam-
an við øðrum føroyingum.
Hetta er nú ikki so løgið, tí
vit skilja hvör annan nógv
betri, og heilaskaðin ger jú
eisini, at tað ofta er trupult
at siga tað, ein hugsar. At
skulla siga tað á donskum
ger tað ikke lættari. Og so
er tað mentanin og alt tað
ósagda.
Men hvussu so tá føroy-
ingarnir skulu heimaftur til
Föroya? Hvar er framtíðin?
Og hvørji eru framtíðar út-
litini? Har er eingin framtíð
— hon er horvin!
Hvørt tað er vantandi
kunnleiki, vantandi vilji ella
eitt ótal av fordómum um
heilaskadd, ella kanska
óviljin móti tí, at før-
oyingarnir hava verið til
afturvenjingar í Danmark
— ella tað er ein saman-
seting av øllum sum ger, at
tey onga framtíð hava í
Føroyum ber ikki til hjá
mær at siga. Men so mikið
kann eg siga: Arbeiðið við
heilaskaddum í Føroyum er
ikki samskipað. Har er
eingin sum hevur høvuðs-
ábyrgdina og har er eingin
heilaskaðasamskipan
av
nøkrum slag. Felögini eru
fleiri, hóast eitt felag hevði
verið ríkiligt.
Tað eg fyrst og fremst vil
við hesum stutta skrivi er:
At fáa samband við heila-
skadd í Føroyum og av-
varandi teirra og at fáa tey
at vekja eitt orðaskifti sum
aftur kann vekja politikarar
og ábyrgdarfólk soleiðis, at
Føroyar eisini leggur dent
á at geva teim heilaskaddu
bestu møguleikarnar.
Eg fari seinni at greiða
eitt sindur meiri frá hvat ein
heilaskaði er, hvat skaðin
ger við tann skadda og hví,
vit ikki kunnu sammeta
heilaskadd við tey, sum eru
född við einum breki. Tað
er einki sum er skeivari enn
júst tað. Heilaskadd hava
eitt heilt lív áðrenn skaðan,
og tey eru sum oftast eins
klók og áðrenn skaðan. Tey
hava hinvegin ofta trupul-
leikar at siga tað tey ætla
— siga ofta okkurt annnað,
og tey hava ofta ilt við at
halda skil á degi og lívi. Tey
hava stuðul og hjálp fyri
neyðini, men tað skal fyrst
og fremst vera stuðul sum
miðjar ímóti at tey aftur
skulu gerast so sjálvbjargin
sum til ber.
Eg frætti meiri enn fegin
frá einum hvørjum sum ant-
in sjálv/ur hevur ein heila-
skaða ella frá avvarandi hjá
heilaskaddum. Hetta er sera
neyðugt skal tað vera
møguligt at gera støðuna
upp.
Skriva til: Dansk Hjerne-
skadeForum, Vingetoften
18, DK 2730 Herlev —
Danmark
Ella send epost til:
neozone@neozone.dk
ella
hjerneskade@neozone.dk
Vinarliga heilsan
N-Jón Ellendersen
Dansk Hjerneskadeforum
Vingetoften
18,
2730
Herlev, tlf. 44 84 265 ella
24430903
Føroya Arbeiðsgevara-
felag metur, at tað hevur
stóran týdning, at út-
lendskir veitarar sum
skjótast skilja teir karmar,
sum lagdir eru um olju-
vinnuna í Føroyskum øki
og tí verður oljuráðstevna
í oktober
Í seinasta tíðindaskrivi frá
Vinnuhúsinum,
verður
greitt frá oljumessuni, sum
í farnu viku var í Stavanger,
har føroysku virkini hittu
útlendskar veitarar sum
virka innan oljuvinnuna. Í
fleiri førum royna føroysku
feløgini at finna samstarvs-
felagar, tí eyðsæð er, at fleiri
uppgávur verða torførar at
loysa. Virkini mangla enn
royndir og vitan innan hetta
ógvuliga specialiseraða øk-
ið, skrivar Vinnuhúsið.
– Meðan oljufeløgini
hava skilt, at ásetingarnar í
loyvistreytunum um før-
oyska vinnuliga luttøku og
førleikamenning av før-
oysku vinnuni, skulu takast
í álvara, so sínast útlendsku
veitarar teirra ikki at hava
skilt hetta.
– Nakrir av stóru veitar-
unum hjá oljufeløgunum
ímynda sær ikki at føroysk
vinna fær nakran leiklut.
Teir ætla sær til Føroya at
loysa uppgávuna sjálvir,
ella at arbeiða út frá Noreg
ella Skotlandi og bert hava
ein agent í Føroyum. Teir
hava kanska skilt, at veit-
ingarnar skulu um føroysk-
an bryggjukant, men ikki,
at dentur verður lagdur á
veruligt føroyskt innihald í
veitingunum, og at føroyska
vinnan skal mennast soleið-
is, at hon áhaldandi kann
átaka sær størri leiklut og
loysa alt størri uppgávur.
Uppbyggja
– Føroya Arbeiðsgevara-
felag metur, at tað hevur
stóran týdning, at útlendskir
veitarar sum skjótast skilja
teir karmar, sum lagdir eru
um oljuvinnuna í Føroysk-
um øki, og felagið ætlar at
gera sítt til, at boðskapurin
verður skiltur. Oljufeløgini
hava tó eisini ábyrgd av, at
undirveitarar teirra fáa vitan
um tær treytir, sum teir
koma at virka undir. Í síðsta
enda eru tað oljufeløgini
sum verða mett eftir, um
teirra virksemi skapar eina
virðisøking í Føroyum.
– Síðst í oktobur verður
skipað fyri einari oljuráð-
stevnu í Norðurlandahúsin-
um, har útlendskir veitarar
innan oljuvinnuna verða
bodnir við. Eitt av enda-
málunum við hesari stevnu
er júst tað, at hesir gerast
greiðir yvir, at føroysk
vinna ætlar sær at spæla ein
týðandi leiklut, og at mynd-
ugleikarnir hava lagt karm-
arnar til rættis við hesum
fyri eyga.
– Føroya Arbeiðsgevara-
felag ynskir at oljan skal
gerðast ein møguleiki hjá
føroyskum fyritøkum at
uppbyggja
førleika
og
tøknifrøðiligan
serkunn-
leika. Vit ynska ikki, at leik-
lutur okkara bert verður
agentvirksemi.
Oljuráðstevna í Norðurlandahúsinum
Sosialurin - 311820
Roknskapur fyri 1. hálvár 2000
1.ooo kr.
2000
1999
Rentuinntøkur
9.084
7.719
Rentuútreiðslur
3.384
3.173
Rentuinntøkur netto
5.700
4.746
Vinningsbýti av partabrøvum
0
52
Kostnaður, provisjónir v.m.
834
734
Rentu- og kostnaðar inntøkur netto
6.534
5.532
Virðisjavnan av virðisbrøv og gjaldoyra
-401
-1.139
Aðrar inntøkur
28
138
Úrslit av fíggjarpostum
6.161
4.531
Útreiðslur til starvsfólk, umsiting o.a.
4.587
3.884
Avskrivingar av ognum
449
267
Aðrar rakstrarútreiðslur
76
437
Avskrivingar og burturleggingar av skuldarum (netto)
617
-198
Úrslit av vanligum rakstri
432
141
Eyka inntøkur
0
0
Eyka útreiðslur
0
0
Úrslit áðrenn skatt
432
141
Fíggjarstøða 30. juni 2000
Ogn
Kassapeningur og innistandandi í tjóðbankum
2.748
2.975
Ogn hjá fíggjarstovnum
24.305
20.926
Útlán
210.621
184.734
Lánsbrøv
57.046
60.870
Partabrøv
551
517
Ítøkiligir ognir
4.604
3.881
Aðrar ognir
142
40
Tíðaravmarkingar
0
229
Ogn tilsamans
300.017
274.172
Skuld
Skuld til fíggjarstovnar
1.949
3.741
Innlán
263.941
236.789
Onnur skuld
1.829
2.731
Tíðaravmarkingar
0
33
Úrslit higartil í ár
432
141
Eginogn
31.866
30.737
Skuld tilsamans
300.017
274.172
Tøl, ið ikki eru við í fíggjarstøðuni
Ábyrgdir
3.805
2.947
Keyp myndir
Keyp myndir
N er m¿guleiki at keypa myndir
sum standa Sosialinum
TÝindablaÝiÝ
Sosialurin
Box 76
110 Trshavn
Navn:
BstaÝur:
Telefon:
BlaÝ nr.:
SÝa:
St¿dd:
Mongd:
KostnaÝur pr. stk. fyri litmynd:
10x15 cm. kr. 80,-
13x18 cm. kr. 100,-
15x21 cm. kr. 130,-
18x24 cm. kr. 150,-
20x30 cm. kr. 200,-
30x45 cm. kr. 350,-
Fyll henda lepan t.
Klipp myndina t og send hana
saman viÝ lepanum til Sosialin.
Keyp myndir
Keyp myndir
Keyp myndir
Keyp myndir
Sandvkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008
Tosið við okkum!
¥ Atlas Copco borivognar
Atlas Copco borivognar
¥ Alt innan boring & bori
Alt innan boring & boritgerÝ
¥ Atlas Copco luft-kompressarar
Atlas Copco luft-kompressarar, st
, st¿rri & sm
rri & sm¾rri
-til allar uppg
-til allar uppgvur!
¥ Eykalutir til flest allar entrepren
Eykalutir til flest allar entrepren¿rmaskinur
¥ VVit tvega allar entrepren
tvega allar entrepren¿rmaskinur!
¥ Atlas Copco borivognar
¥ Alt innan boring & boritgerÝ
¥ Atlas Copco luft-kompressarar, st¿rri & sm¾rri
-til allar uppgvur!
¥ Eykalutir til flest allar entrepren¿rmaskinur
¥ Vit tvega allar entrepren¿rmaskinur!
Leverandørurin til entreprenørar í 28 ár...
Original
Útstoyt
p/f Esmar Simonsen
Kambsdalur
FR-530 Fuglafjør›ur
Tlf. 444405
Fax444629
Rætti bilurin til mong endamál.
Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri.
2.9 Dohc Turbo-Diesel16 V, 126 HK, 5 hurðar
CARNIVAL
Sosialurin - 311820
Tel. 310 600
Honda Accord 2,0 EXI
til sølu. Prísuppskot min. 110.000 kr. Við
fylgir: nýtt Pioneer stereoanlegg virði 20.000
kr., sportsfelgur við dekkum umframt fýra
nýggj dekk, originalfelgur við skálum.
Tlf. 216460 og 221319