Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 9. apríl 2005 5 Smáir hundar eru in Seinastu tíðina eru nógvir smáir hundar komnir til landið. So nógvir, at nakrir av smáhundaeigarunum halda tað vera tørv á at stovna eitt felag fyri smáar hundar SMÁHUNDAR Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Diana Mouritsen og Hanna Dahl er bert tvær av nógv- um føroyingum, sum hava fingið sær ein lítlan hund. Diana eigur ein chiwauwa, sum vigar 1440 gr., og Hanna eigur ein tibet- anskan tempulhund, ið vig- ar eini 6 kg. Afturat teimum er eisini Vár Lamhauge, ið starvast í Djórahandlinum, og sum hevur alstóran áhuga fyri djórum, eisini smáum hundum. Tær tríggjar hava varnast stóra áhugan fyri smáum hundum, ið seinastu tíðina er komin millum føroying- ar, og tær hava tí gjørt av, at royna at savna allar smá- hundar við eigarum. Umframt tað, hava tær eis- ini tikið stig til at stovna eitt smáhundafelag í næstum. Smáhundadagur – Tað byrjaði við, at vit bert ætlaðu at fáa fólk, ið hava smáar hundar at møtast. Men tað hevur so útviklað seg til, at vit nú hava tikið stig til at stovna eitt felag. Og tað tykist vera sera stórur áhugi fyri tí, greiðir Diana Mouritsen frá. Hon sigur, at síðani hesar ætlaninar so smátt byrjaðu at frættast runt um landið, hava heilt nógvir smá- hundaeigarar vent sær til teirra, fyri at frætta nærri. – Tað hava nógv fólk ringt til mín seinastu dagarnar úr øllum Føroyum. Og vit verða ofta steðgaðar, tá vit møta fólki á gøtuni. Áhugin er sera stórur, so tað er heilt sikkurt grundarlag fyri einum smáhundafelagi í Føroyum, staðfestir Diana. Leygardagin 16. apríl hava tær tí boðið øllum smáhundaeigarum niðan í Hoydalar, har grasfløtan uttanfyri skúlan verður karmur um dagin. Eingin endalig skrá er løgd, tí Diana sigur, at tað verður upp til tey fólkini, ið møta upp, at avgera, hvat skal henda. – Men vit hava so fyri- reikað nøkur spøl við hund- unum. Vit hava eisini gjørt nøkur spurnarbløð, ið vit ætla at býta út, soleiðis at fólk kunnu geva okkum eina afturmelding, so vit vita hvussu vit skulu arbeiða víð- ari við felagnum. Men høv- uðsdenturin verður lagdur á at møtast, og bert síggja hvørjir aðrir smáhundar eru, greiðir Diana frá. Á smáhundadegnum fara tær eisini at práta um at stovna smáhundafelagið. Sa- man við hinum eigarunum ætla tær m.a. at fastleggja endamálið við felagnum. Diana sigur, at tær eru sera spentar, tí hetta er fyrsta felagið av sínum slagi í Føroym. – Tað er eitt seyðahunda- felag, men tað er ikki heilt tað sama, sigur hon. 15 kg Diana sigur, at tær hava sett markið fyri, nær talan er um ein smáhund, at vera 15 kg. – 15 kg ljóðar kanska rættiliga nógv í oyrunum á teimum flestu, men tað er mest fyri at seta markið onkustaðni, soleiðis at teir heilt stóru hundarnir ikki koma við, sigur Diana. Hon sigur víðari, at 15 kg eru galdandi fyri vaksnar hundar og ikki hvølpar. – Ein seyðahundahvølpur t.d., vigar minni enn 15 kg, men hann vigar nógv meiri enn tað, tá hann er vaksin. Tí er smáhundafelagið ikki fyri teir. Ætlanin er at savna teir hundarnar, ið viga und- ir 15 kg, tá teir eru vaksnir, slær Diana fast. Slagið á hundinum er tó undirornað, tí øll hundasløg eru vælkomin. – Bæði ektað og óektað, sum Diana tekur til. Serlig krøv Spurd um tað eru nøkur serlig krøv, ið fólk skulu hugsa um, áðrenn tey fáa sær ein smáhund, svarar Diana, at tað heldur hon sum so ikki. Men fólk skulu altíð hugsa seg væl um, áðrenn tey fáa sær hund. Óansæð støddina. – Fólk mugu gera sær greitt, at tann elskuligi hvølpurin, sum tey so fegin vilja hava, einaferð fer at verða vaksin, og tá verður hann kanska ikki so elsku- ligur meiri. Tey mugu altíð minnast til, at tað fylgir ein ábyrgd við at fáa sær hund, minnir hon á. Diana nevnir, at hundar altíð eiga at fáa góðan og rættan mat, og at teir altíð eiga at sleppa at røra seg og fáa eitt sindur av venjing. Ó- ansæð stødd, slag ella aldur. Diana sigur, at hennara smáhundur í øllum førum ikki er dýrur í drift. Hann kostaði nakað at fáa, tí hann er ein ektaður chiwauwa, ættaður úr Slovakia. Men síðani hann kom til landið hevur hann ikki verið dýrur. – Eg brúki uml. 200 kr. fjórða hvønn mánað til hundamat. So tað koppar ikki beinleiðis nakrari fíggjarætlan, heldur Diana. Men tá man bert vigar 1440 gr. er tað sjálvsagt av- markað, hvussu nógv man kann orka at eta. Vit kunnu bjóða eitt gott arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum. Løn sambært avtalu. Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Ullu Joensen, telefon 34 51 00 ella á telduposti ulla@elektron.fo. Send eina umsókn við persónligum upplýsingum, útbúgvingum og starvsroyndum til P/F Elektron, Staravegur 9, 110 Tórshavn, í seinasta lagi hósdagin 20. apríl 2005. Stíla umsóknina til Ullu Joensen. Húsavørður til Elektron Stephanssons Hús Vit søkja eftir nýggjum húsavørði, at avloysa okkara núverandi húsavørð, sum fer frá vegna aldur. At vera húsavørður í Elektron er ein fjølbroytt uppgáva, sum bæði krevur góð evni sum hand- verkari, tøkniligt hegni og góð samstarvsevni. FØRLEIKAR:  Góðkendur el-innleggjari  Maskinmeistari HÚSAVØRÐURIN HEVUR M.A. ÁBYRGDINA AV:  Øllum vanligum uppgávum sum húsavørður  Neyðstreymsveitingini og el-skipanini  Fráboðanarskipanum  Sløkkiútgerðini  Viðlíkahaldi av bilum  Tryggingarviðurskiftum  Viðlíkahaldi av VVS skipanum UM ELEKTRON Elektron er KT-veitari til føroyska marknaðin. Størstu kundarnir hjá Elektron eru føroysku peningastovn- arnir og Toll- og Skattastova Føroya. Størstu partaeigararnir eru Føroya Banki, Føroya Sparikassi og Føroya Landsstýri. Á Elektron starvast umleið 60 fólk og nettoumsetningurin var umleið 50 mió.kr. í 2004. PF ELEKTRON STARAVEGUR 9 · P.O. BOX 3219 FO - 110 TÓRSHAVN TEL.: +298 34 51 00 - FAX: +298 34 51 01 e-mail: info@elektron.fo T.v. eru Diana Mouritsen og Palli Halaleysi, sum varð føddur uttan hala. Í miðjuni er Vár Lamhauge, og t.h. síggjast Hanna Dahl og Poca Hontas, vanliga nevnd Pocca. Mynd Jens Kr. Vang