leygardagur 9. apríl 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 67 - 9. apríl 2005
Vinnarar
til Amin
funnir
Fríggjamorgunin
varð drigið um,
hvør ið fór avstað
við teimum 12
atgongumerkjunu
m til framførsluna
hjá Amin Jensen í
Fuglafirði í kvøld.
KAPPING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í sambandi við vitjanina
hjá Amin Jensen í Før-
oyum um vikuskiftið
hevur Sosialurin skipað
fyri eini kapping, har
lesarar hjá blaðnum
hava havt møguleika
fyri at ogna sær nøkur
atgongumerkir til fram-
førsluna hjá kenda dan-
anum í Fuglafirði í
kvøld.
Ein spurnarseðil hevur
verið í blaðnum síðstu
dagarnar,
har
spurt
verður, hvørja útbúgv-
ing Amin Jensen hevur.
Tveir svarmøguleikar
vóru: vøddamýkjari ella
plátusmiður. Rætta svar-
ið er vøddamýkjari, og
tað høvdu tey flestu av
teimum
mongu,
ið
svaraðu spurnarseðlin-
um gitt. Fríggjamorgun-
in var tí drigið millum
teir mongu rættu svar-
seðlarnar:
Tey seks, ið hava vunnið
tvey
atgongumerkir
hvør, eru:
Sólrun H. Poulsen,
Lynggøta 5, Tórshavn
Bárður Højgaard,
Leitisvegur 45,
Saltangará
Marin S. Thomsen,
Fuglafjørður
Alith Højgaard, Eyrgøta
7, Strendur
Helgi Nielsen, í Svanga
14, Tórshavn
Eli Egholm, Millum
Gilja 2, Hoyvík
Team85 byggir føroyska
sølubásin í Brússel
European Seafood
Exposition verður í
Brússel seinni í mán-
aðinum, og føroyskar
fiskivinnufyritøkur
verða vælumboðaðar
á stóru fiskivinnu-
stevnuni. Stórt øki er
sett av til føroyskan
sølubás, og tað er
Team85, sum byggir
básin fyri luttakandi
føroysku fyritøkur-
nar. Team85 leggur
nú seinastu hond á
verkið, áðrenn farið
verður avstað hós-
dagin í næstu viku
SØLUSTEVNA
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Í oktober mánaði í fjør fekk
Team85 til uppgávu at
byggja føroyska sølubásin á
fiskivunnustevnuni í Brúss-
el. Undanfarin ár hevur tað
verið Petur & Petur, sum
hevur staðið fyri bygg-
ingini. Team85 skuldi snið-
geva básin, samskipa bygg-
ingina av básinum og
standa fyri marknaðarfør-
ingini av básinum í út-
lendsku miðlunum.
- Hetta er ein hampuliga
stór avbjóðing fyri okkara
reklamuvirki, har vit skulu
standa fyri øllum tí prakt-
iska niðri í Brússel, men vit
hava bygt sølubásar uttan-
landa síðani 1993, so vit
vita hvat tað er, og hvat skal
til. Samstundis eru fólk her
hjá okkum í fult sving við
fyrireikingarnar til sølu-
stevnuna NAFF, sum verð-
ur í Havnini tann 3. til 5.
mai, sigur Johnny Gaard,
stjóri á Team85.
Við einari gólvvídd upp á
256 fermetrar, 300 fer-
metrar í lýsingarplássi og
tveimum 30 fermetra stór-
um føroyskum fløggum yvir
básinum, so er góður møgu-
leiki fyri, at føroysku virkini
síggjast aftur á tí 40.000
fermetra stóra stevnuøk-
inum, har fleiri enn túsund
fyritøkur úr fleiri enn 65
londum luttaka.
Neyðugt at luttaka
- Starvast tú innan fiski-
vinnuna, so er tað avgjørt
aktuelt at luttaka á messuni.
Tað er líkamikið um tú ert
keypari ella seljari av fiski,
ella um tú ert framleiðslu-
stjóri á einum virki. Um tú
fert niður á messuna, so
sært tú til dømis allar tær
nýggjastu
maskinurnar,
sum verða brúktar til fiska-
framleiðslu, sigur Johnny
Gaard, stjóri á Team85.
Umboð fyri Menningar-
stovuna í Føroyum fara á
fiskivinnusølustevnuna í
Brússel, og landsstýris-
maðurin við fiskivunnu-
málum, Bjørn Kalsø, verð-
ur eisini til staðar. Umframt
tað fer Eivør Pálsdóttir at
syngja fyri útlendsku gest-
unum við føroyska básin.
- At tey føroysku virkini
standa saman um ein
snotuligan føroyskan sølu-
bás, ger at virkini og básur-
in gerast meira sjónlig,
sigur Johnny Gaard.
- Nógv tos er í miðlunum
um kreppur og broytingar
innan okkara fiskivinnu.
Men tað eru virki í Føroy-
um, sum trúgva upp á hesa
vinnuna. Hesar fyritøkur
fara til Brússel at bjóða seg
fram, og fara tær at fáa
vitjan av møguligum keyp-
arum úr øllum heimsins
londum á føroyska básinum
á heimsins størstu fiski-
vinnusølustevnu 2005, sig-
ur Johnny Gaard.
Føroyska Fiskirannsókn-
arstovan fer at vísa filmar á
fiskivinnustevnuni
um
royndarveiðuna hjá Magn-
us Heinason. Framløgur
verða eisini um gransking í
tí føroyska havumhvørvin-
um, og Oluf Færø fer at
leggja fram um sporføri,
sæð frá einum vinnuligum
sjónarmiði.
European Seafood Ex-
position verður í Brússel
frá 26. til 28. apríl. Meir
fæst
at
vita
á
www.euroseafood.com.
Føroyskar fyritøk-
ur, sum eru við
Fram
PRG
Bakkafrost
Faroe Ship
Faroe Seafood
Nevið
Smyril Blue Water
Kósin
Farex
Kovin
Landshandilin
Menningarstovan
Fiskiransóknarstovan
- At tey føroysku virkini
standa saman um ein
snotuligan føroyskan sølubás,
ger at virkini og básurin
gerast meira sjónlig, sigur
Johnny Gaard, stjóri í
Team85, sum stendur til
vinstru
Modellmynd av sølubásin-
um, sum skal standa á
fiskivinnustevnuni í Brússel
tann 26. apríl.
Mynd: Team85