Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 9. apríl 2005 7 Fokus á upphavs- rætt Hvat er upphavs- rættur, og hvussu kann upphavsrættur skipast? UPPHAVSRÆTTUR Tíðindaskriv Hetta og mangt annað um upphavsrætt verður á skránni, tá ið Mentamála- ráðið skipar fyri kunn- andi fundi á Hotel Før- oyum fríggjadagin 15. apríl 2005 kl. 9.30-12.00. Landsstýrið hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at fáa upphavs- rættin hjá listafólkum í rættlag. Mentamálaráðið arbeiðir samsvarandi hes- um við føroyskari upp- havsrættarlóggávu. Á fundinum fer Menta- málaráðið at kunna um hetta arbeiðið. Tað er danska Menta- málaráðið, sum í dag fyrisitir lóggávuna um upphavsrætt í Føroyum. Mentamálaráðið hevur tí boðið Peter Schønning, stjóra á Upphavsrættar- skrivstovuni í danska Mentamálaráðnum, at vera við á fundinum fyri at greiða frá upphavsrætti sum heild, s.s. lóggávu v.m. Peter Schønning er viðurkendur serfrøðingur í upphavsrætti. Høvið verður at seta spurningar og annars geva viðmerkingar til hvussu føroyska upphavs- rættarøkið kann verða skipað á skilabesta hátt í framtíðini. Fundurin er fyrst og fremst ætlaður einstak- lingum, stovnum, fyritøk- um og felagsskapum, ið hava serstakan áhuga í upphavsrætti og upp- havsrættarlóggávuni. Tekniskt brek seinkaði fráferðini hjá Norrønu - Norrøna verður aftur í Føroyum til tíðina mánamorgun- in klokkan 05, sigur Jógvan í Dávastovu, tekniskur leiðari hjá Smyril Line TEKNISKT BREK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ferðafólk, sum fóru úr Før- oyum við Norrønu hós- kvøldið, noyddust at bíða í tríggjar tímar, áðrenn skip- ið loysti. Sambært ferða- ætlanini er fráferðin hjá Norrønu klokkan 21, men leyst var ikki í Havn fyrr enn um midnáttarleitið - ella tríggjar tímar seinni enn ætlað. Ferðafólk, sum vóru við hendan túrin, siga, at tey vistu einki um, hví skipið ikki loysti til tíðina, og tey fingu einki at vita av brúnni um, hví fráferðin var seinkað. - Vit kundu í minsta lagi fingið okkurt at vita, halda tey. Tekniskt brek Tekniski leiðari hjá Smyril Line, Jógvan í Dávastovu, sigur, at orsøkin til seink- anina, var eitt lítið tekniskt brek umborð á skipinum. Hann heldur tó ikki, at neyðugt er at fara út í det- aljur um, hvat brekið snúði seg um. - Men hetta hevði ikki nógv upp á seg og varð um- vælt, áðrenn skipið loysti. Jógvan sigur, at Norrøna var í Lerwick um 12.30- tíðina í gjár og fer síðan víðari til Hanstholm. - Skipið verður aftur í Havn sambært ferðaætl- anini klokkan 05 mána- morgunin. Eg veit ikki… Spurdur, um ferðafólk ikki fingu at vita, hví Norrøna var seinkað, sigur hann, at tað er nakað, sum mann- ingin umborð á skipinum eigur at taka sær av. - Eg veit ikki, hvat ferða- fólk fingu at vita og ikki, men tað er ikki óhugsandi, at tey, sum hava gjørt vart við seg, kanska ikki hava hoyrt (møguligu) boðini um seinkanina, sigur Jógv- an í Dávastovu. Hóast fráferðin hjá Norrønu var seinkað tríggjar tímar hóskvøldið, verður skipið aftur á Havnini sambært ferðaætlanini mánamorgunin Tíðin krevur, at tú dagførir tína vitan, og hetta er ikki minst galdandi fyri mat- vøruframleiðandi virkir, sum virka vør- ur til útflutnings ella til heimamarknaðin SKEIÐVIRKSEMI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fiskivinnuskúlin í Vest- manna hevur nú tikið stig til at skipað fyri skeiði í inn- aneftirliti og matvørutrygd, og 14 fólk úr ymiskum fyri- tøkum, sum framleiða mat- vørur til útflutnings og heimamarknaðin, hava lut- tikið. Hesi starvast hjá Faroe Marine Products, Fiskavirk- inum í Gøtu, Viking Sea- food, P/F Poul Hansen, Kaldbak Seafood, Fóm Ísur, Pure Water, Kósin Seafood, Vaðhorn Seafood og hjá Faroe Marine Biotech. Skeiðið verður hildið á Hotel Føroyum í trimum eindum, og seinasti skeiðs- dagurin á hesum sinni er 12. apríl, tá ið luttakararnir fáa handað skeiðsprógv. Í sambandi við handan- ina, sum verður klokkan 16 hendan dagin, fer stjórin á Fiskivinnuskúlanum, Jákup Andreasen, at siga nøkur orð um tiltakið. - Fjølmiðlarnir eru bodn- ir at verða við, tá ið prógv- ini verða handað, og tí er væntandi, at meira verður at frætta um skeiðstiltakið hjá Fiskivinnuskúlanum í komandi viku, sigur Drós í Ólavstovu, ið er ein teirra, sum hevur verið við til at fyrireikað skeiðið í innan- eftirliti og matvørutrygd. At flyta hugburðin Tíðin krevur, at tú dagførir tína vitan, og hetta er ikki minst galdandi fyri mat- vøruframleiðandi virkir, sum virka vørur til útflutn- ings ella til heimamarknað- in. Sum skilst, hevur skeiðið hjá Fiskivinnuskúlanum verið bæði áhugavert og spennandi, og frálæruhátt- urin hevur verið dynamisk- ur og aktiverandi - og evn- ini hava verið viðkomandi. - Undirvísingin hevur verið á einum støði, har øll kunnu luttaka, sigur Fiski- vinnuskúlin. Skeiðið er skipað við fyrilestrum, sum fólk frá vinnuni og tí almenna halda - og við kjaki og bólkaarbeiði. - Luttakararnir fáa ikki nógv tilfar at lesa, men fáa avrit av framløgum og læra eisini, hvussu tey kunnu halda sína vitan viðlíka, sigur Fiskivinnuskúlin. - Er trygdin í tunlun- um í Kalsoynni ikki er líka so týðandi, sum trygdin í hinum tunlunum í landin- um? spyr lesari, sum hevur vent sær til Sosialin KALSOYGGIN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Eg havi ferðast nógv á Kalsoynni, og tað hevur verið mær ein stór gleði at komið hagar. Tað, sum gleðir meg mest, er, at oyggin við nýggjari ferju- legu á Syðradali nú fær eitt gott samband við meginøk- ið. Men eg havi eitt hjarta- suff, sum pínir meg nógv. Tað er, at vegurin úr Syðra- dali og norður til Mikladals er í so vánaligum standi. Soleiðis sigur ein lesari, sum hevur vent sær til Sosialin. - Eg hugsi serliga um teir tríggjar tunlarnar mill- um Hattardal og Mikladal, harav tunnilin til Trølla- nesar er heldur frægari enn hinir báðir. Lesarin sigur, at tað var ein stór frøði, tá ið hesir tunlar komu. Hann finst serliga at koyribreytunum í tunlun- um, sum lagaligt sagt eru í alt ov vánaligum standi. - Tá ið koyrt verður av Húsum og norður til Mikladals í bussi, situr tú meginpartin av túrinum í leysari luft. Lesarin heldur, at um ein slík vegabreyt, sum tann í tunlunum, lá rundan um húsini hjá Bjarna Djur- holm, landsstýrismanni, hevði pípan havt eitt annað ljóð, sum hann tekur til. - Eg haldi ikki, at tunl- arnir eru tryggir at koyra ígjøgnum. Dettur grót nið- ur á bilin, kann tað sjálv- andi elva til stóran skaða. Lesarin, sum er rættiliga væl kendur við umstøður- nar í Kalsoynni, sigur, at Landsverk hevur ikki tikið leyst grót undan loftinum í tunlunum í oynni tað, sum hann kann minnast. - Tí vil eg spyrja, um trygdin í tunlunum í Kals- oynni ikki er líka týðandi, sum trygdin í hinum tunl- unum í landinum? - Hvat við trygdini, um eldur skuldi komið í buss- in inni í tunlinum, og hvat sigur Brunaumsjónin til viðurskiftini? Lesarin vísir á, at eingin bilur kann halda til vegir- nar í Kalsoynni, soleiðis sum teir eru í dag. - Hetta er stór skomm, heldur hann. Lesarin vil fegin hava at vita frá landsstýrismannin- um, Bjarna Djurholm, nær farið verður undir at bøta um vegirnar í Kalsoynni og trygdina í tunlunum. - Er peningur settur av á fíggjarlógini til hesi ar- beiði - ella skulu kalsoy- ingar og onnur, sum ferð- ast út í oynna, bíða í 10 ella 20 ár, áðrenn nakað verður gjørt? spyr lesarin at enda. Vegirnir í Kalsoynni eru ein skomm Fiskivinnuskúlin: Áhugaverd skeið fyri matvøruframleiðarar Tíðin stendur ikki í stað - og tíðin krevur nógv. Arbeiðir tú við matvøruframleiðslu, er neyðugt at dagføra tína vitan