Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 67 - 9. apríl 2005 Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur sett sær fyri at fáa skil á viðurskiftunum, tá ið føroyskir sjúkling- ar verða sendir uttan- lands at fáa viðgerð NÝGGJ SJÚKRAHÚSLÓG Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal skil og rættvísi fáast á viðurskiftunum, táið føroyskir sjúklingar verða sendir uttanlands at fáa viðgerð á sjúkrahúsi. Tað er endamálið hjá Hans Paula Strøm, lands- stýrismanni í heilsumálum. Tí vil hann nú hava Løg- tingið at samtykkja eina nýggja sjúkrahúslóg. – Málsøkið, sum eitur serviðgerð uttanlands hev- ur verið ógvuliga trupult at umsitið, ikki minst fíggjar- liga. – Samstundis hevur skip- anin verið fyri ógvuliga hvøssum atfinningum bæði frá sjúklingum og teirra av- varðandi. Hans Pauli Strøm sigur, sjúklingar og teirra avvarð- andi sita mangan eftir við eini kenslu av, at mismunur verður gjørdur á sjúkling- um og at tað er alt ov til- vildarligt, hvør sleppur at hava fylgjara við og, hvør sleppur ikki. Hann sigur, at Almanna- og Heilsumálaráðið tískil er við at drukna í klagum frá sjúklingum og avvarðandi, sum ikki halda at tey hava fingið rættvísa viðferð afturímóti onkrum øðrum, sum hevur verið í somu støðu. Ein orsøk til mismunur viðhvørt verður gjørdur á fólki, er at tað eru ikki nóg greiðar reglur á økinum. – Í løtuni er tað manna- gongdin tann, at tað er hvør einstakur yvirlækni, sum einaráðandi ger av, hvør skal sendast uttanlands í viðgerð og, hvør skal fáa fylgjara við. – Hetta hevur ført við sær, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu farið verður fram, tí yvirlæknar kunnu sjálvsagt hava ymsa uppfat- an av sjúklingum. Betri tamarhald á støðuni Landsstýrismaðurin heldur at hendan støðan kann ikki halda fram, tí tað er alt annað enn nøktandi hjá sjúklingunum og teirra av- varðandi. Samstundis krevur hetta ómetaliga nógva arbeiðs- orku at viðgerða allar hesar kærurnar. Hann sigur, at hesi sein- astu árini kann tað eisini tykjast sum um at vit hava mist tamarhaldið á játtanini til serviðgerð uttanlands, tí nýtslan er vaksin so ómeta- liga nógv hesi seinastu árini. – Tí hevur politiski myndugleikin viðurkent, at tað verður neyðugt at fáa betri tamarhald á hesum øki. Hans Pauli Strøm leggur dent á, at í gerandisdegnum vera tað framvegis teir ymisku yvirlæknarnir, sum einaráðandi skulu gera av, hvør skal sendast uttan- lands í serviðgerð og tað vera framvegis eir, sum hava fakligu metingina av hvørjum einstøkum sjúkl- ingum. – Men harumframt er ætlanin at seta eina visitatiónsnevnd av fak- fólki og einum umboði fyri sjúklingarnar, sum skal hava yvirskipaðu ábyrgdina av økinum. Framyvir verður tað visitatiónsnevndin sendir sjúklingarnar uttanlands, men í dagliga arbeiðnum letur hon hesa heimildina upp í hendurnar á yvir- læknunum. – Uppgávan hjá visitatiónsnevndini verður at gera yvirskipaðar leið- reglur fyri alt økið. Í hesum sambandi skal nevndin siga, hvørjar viðgerðar vit eiga at fáa heim til Føroyar og, hvørjar viðgerðir kunnu veitast uttanlands. Hon skal eisini átaka sær at gera avtalur við útlendsk sjúkra- hús fyri at vita, hvar vit fáa bestu og bíligastu viðgerð- ina. – Eitt, sum visitatións- nevndin skal gera, er at áseta, at eitt ávíst sjúkrahús uttanlands skal nýtast til eina ávísa viðgerð. Men hon skal eisini gera av, at sjúkrahúsverkið ikki kann bjóða eina ávísa viðgerð, tá ið tað ikki er vísindaliga prógvað, at viðgerðin grøð- ir. Visitasjónsnevndin kann eisini gera reglar fyri, nær ein sjúklingur hevur rætt til at fáa fylgjara við í sam- bandi við viðgerð uttan- lands. Somuleiðis eigur visitatiónsnevndin eisini hava skil á, at sjúklingar ikki verða sendir uttan- lands, sum einsvæl kunnu fáa viðgerð í Føroyum, utt- an órímliga langa bíðitíð. – Tað eru dømi um, at sjúklingar eru sendir uttan- lands, hóast teir einsvæl kundu verið viðgjørdir á einum av teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum innan fyri rímiliga bíðitíð. Siðsemiligur spurningur Hans Pauli Strøm leggur kortini dent á, at tað eftir hansara tykki kann tað ikki koma upp á tal, at henda visitatiónsnevndin fer at forða sjúklingum í at fáa viðgerð. – Eftir mínum tykki er tað óhugsandi, at vit fara ikki at koma i ta støðu, at visitatiónsnevndin fer at koma til ta niðurstøðu, at onkur ávis viðgerð er so dýr, at hana vil føroyska samfelagið ikki bjóða einum sjúklingi. Hann ásannar, at tað eru viðgerðir, sum eru ógvuliga dýrar. Men tað er altíð ein politisk raðfesting, hvussu nógv skal brúkast til ser- viðgerð uttanlands. – Hetta er ein siðsemi- ligur spurningar og eg vænti at í slíkum førum má politiski myndugleikin taka ábyrgdina, tí tað er altíð politiski myndugleikin, sum altíð hevur evstu ábyrgdina, sigur Hans Pauli Strøm. Og hann leggur afturat, at tað fer ikki at vera ein fíggjarligur spurningur um ein sjúklingur verður sendur uttanlands í servið- gerð, ella ikki. Hinvegin eigur visita- sjónsnevndin tí at fylgja við nýtsluni á játtanini til ser- viðgerð uttanlands. – Og er tørvur á tí, eigur hon at heita á landsstýris- mannin um at taka eina politiska avgerð, sigur Hans Pauli Strøm. – Sjúklingarnir á føroysku sjúkrahús- unum fáa nú betri møguleika fyri at gera vart við seg og at føra síni sjónarmið fram NÝGGJ SJÚKRAHÚSLÓG Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skulu sjúklingarnir, sum koma í holt við sjúkra- húsini í Føroyum, fáa betri umstøður at gera vart við seg, tá ið okkurt er, sum teir eru ónøgdir við, ella okkurt er, sum teir halda eigur at verða øðrvísi og betri. Tað er eitt endamál við nýggju sjúkrahúslógini, sum nú er til viðgerðar í tinginum. Í løtuni hevur hvørt sjúkrahús eitt fimm mann- að sjúkrahúsráð. Tey eru ráðgevandi, men tey hava ongan myndugleika. – Hetta eru ráð, sum umboða sjálvt sjúkrahúsið, men tá ið tey ongan mynd- ugleika hava, hava tey hel- dur ongan veruligan leiklut, sigur landsstýrismaðurin. Tí ætlar Hans Pauli Strøm sær nú at umskipa tey, so at tey fáa ein veru- ligan leiklut. Talirør fyri sjúklingin Sostatt er ætlanin at tað nú skal veljast eitt sjúklingar- ráð við níggju limum. Trý umboð skulu veljast fyri hvørt av teimum trimum sjúkrahúsunum. Samstundis fær ráðið eitt nytt innihald, tí nú skulu tey verða umboð fyri sjúkling- arnar, har ráðini fyrr um- boðaðu sjúkrahúsini. – Sjúklingaráðini skulu hereftir verða talirør hjá sjúklingum og røkja teirra áhugamál mótvegis sjúkra- húsunum og mótvegis politiska myndugleikanum. Tað merkir, a sjúklinga- ráðið kann venda sær til politiska myndugleikan og sjúkrahúsini við ynskjum og krøvum hjá sjúklingum. – Eitt nú kann sjúklinga- ráðið seta krøv til politiska myndugleikan og sjúkra- húsini og krevja øðrvísi raðfestingar, eitt nú um hvørjar sjúkuviðgerðir, eiga at vera á sjúkrahúsunum o.s.fr. Hann sigur, at spurning- urin um mammografi og uppvenjing eftir sjúku, eru tvey dømi um mál, sum eitt slíkt sjúklingaráð kundir arbeitt við og har tað kundi gjørt sína ávirkan galdandi. Samstundis kunnu sjúkl- ingar, sum hava okkurt at finnast at á sjúkrahúsunum, venda sær til sjúklingaráðið og biðja um at málið verður tikið upp. Nógv størri slagkraft Hans Pauli Strøm heldur, at sjúklingaráðið, sum er felags fyri alt landið, fær nógv størri slagkraft. – Tað eru nógv sjúklinga- feløg kring landið sum hvør í sínum lagi samskifta við landsstýrismannin. Hereftir skal alt tað samskifti ganga ígjøgnum tað felags sjúkl- ingaráðið, tí mangan eru trupulleikarnir felags, sigur Hans Pauli Strøm. Eitt nú hava heilafelagið, apopleksifelagið, giktafel- agið og kanska onnur við, ein yvirskipaðan felags áhuga, sum eitur uppvenj- ing, tó at uppvenjingin er ymisk fyri hvønn bólk. – Í løtuni samskifta hesi feløgini hvør í sínum lagi við landsstýrismannin. Men arbeiða tey ígjøgnum sjúklingaráðið, kunnu krøvini samskipast og tað hevur størri ávirkan, heldur Hans Pauli Strøm. Eru um at drukna í klagum frá sjúklingum og avvarðandi Tað er ofta at sjúklingar og avvarðandi sita eftir við eini kenslu av, at mismunur verður gjørdur á sjúklingum og at tað er alt ov tilvildarligt, hvør sleppur at hava fylgjara við og, hvør sleppur ikki. Tað kann ikki halda fram, sigur Hans Pauli Strøm Sjúklingar koma í eina sterkari støðu