leygardagur 9. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 9. apríl 2005
9
Virksemið hjá teim-
um smáu sjúkra-
húsunum verður ikki
skert, staðfestir hans
Pauli Strøm,
landsstýrismaður
NÝGGJ
SJÚKRAHÚSLÓG
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tey smáu sjúkrahúsini
skulu varðveita sína leiðslu.
Og tað verður eisini stað-
fest, at tey skulu hava minst
ein medisinskan og ein
kirurgiskan yvirlækna.
Tá ið nýggja sjúkrahús-
lógin var til viðgerðar í løg-
tinginum, vóru tað fleiri
tingfólk, sum vóru vís í, at
lógin fór føra við sær, at tey
smáu sjúkrahúsini verða
avmonterað.
Eitt nú varð fýlst á, at
ætlanin er er avtaka bæði
leiðslur og yvirlæknar á
teimum smáu sjúkrahúsun-
um.
– Hetta er ikki rætt, stað-
festir Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður í heilsu-
málum.
Hann sigur, at bæði í lóg-
ini, sum nú er, og í uppskot-
inum til nýggja lóg, er stað-
fest, at í føroyska sjúkra-
húsverkinum
eru
trý
sjúkrahús.
Og tað stendur eisini at
tey trý sjúkrahúsini skulu
vera
Landssjúkrahúsið,
Klaksvíkar Sjúkrahús og
Suðuroyar Sjúkrahús.
– Í lógini sum er, stendur
ikki eitt orð um, at hvørt
sjúkrahús skal hava sína
egnu leiðslu og tað stendur
so heldur ikki í uppskotin-
um, sum nú er til viðgerðar.
Men tað er heilt givið, at
hvørt sjúkrahús má hava
sína leiðslu og tað verður
ikki pilkað við tað.
Skulu hava minst tveir
læknar
Hinvegin stendur í lógini
sum er, at tey smáu sjúkra-
húsini skulu mannast við
minst einum kirurgiskum
og einum medisinskum
yvirlækna.
Tað er eisini rætt, at
ongin áseting er um hetta í
uppskotinum, sum Hans
Pauli Strøm legði fyri løg-
tingið.
Nú nýggj lóg skal gerast,
hava
bæði
Suðuroyar
Sjúkrahús og Klaksvíkar
Sjúkrahús boðað frá, at í
hesum tíðum, har miðsavn-
ing er loysunarorðið, er tað
umráðandi, at tað verður
sett í aftur lógina, at tey
smáu sjúkrahúsini skulu
hava minst ein kirurgiskan
og ein medisinskan yvir-
lækna.
Og hetta verður nú gingið
á møti.
Í vikuni hevur landsstýr-
ismaðurin verið á fundi í
trivnaðarnevndini hjá Løg-
tinginum
um
nýggju
sjúkrahúslógina.
Har var eisini spurning-
urin um yvirlæknarnar á
teimum
báðum
smáu
sjúkrahúsinum, umrøddur.
– Eg boðaði trivnaðar-
nevndini frá, at hetta er ikki
ein avgerðandi spurningur
fyri meg, so elvir tað til
ótryggleika, at hendan áset-
ingin er tikin út lógini, er
trivnaðarnevndin vælkomin
at seta hana í aftur.
– Ùrslitið var, at vit avtal-
aðu, at trivnaðarnevndin
skal seta í aftur lógina, at
tey smáu sjúkrahúsini eru
mannað við minst einum
medisinskum og einum kir-
urgiskum yvirlækna.
Ella verður ein onnur
orðing funnin sum ber á
sama borðið og sum ásetir
eitt
minstamark
fyri,
hvussu læknaliga manning-
in á smáu sjúkrahúsinum
skal vera.
Vildu ikki binda
leiðslurnar
Hann sigur, at orsøkin til at
tað varð tikið burturúr upp-
skotinum, er at tey smáu
sjúkrahúsini hava havt trup-
ulleikar við at halda akk-
urát tann partin í lógini.
Hann vísir á, at í Suðuroyar
Sjúkrahúsi eru tríggir kir-
urgiskir
yvirlæknar
og
ongin medisinari.
– Tí haldi eg, at tað er
skeivt, at tað stendur í lóg-
ini, at tað skal vera ein
medisinskur yvirlækni á
teimum smáu sjúkrahús-
unum, tí eg haldi, at tað er
leggja ov stórar bindingar á
leiðsluna.
– Hans Pauli Strøm
heldur, at tað kann hugsast,
at annað av teimum smáu
sjúkrahúsunum fer at spesi-
aliserað seg í medisinskari
viðgerð og sostatt heldur
vildi havt fleiri medisinskar
yvirlæknar, ella øvugt, at
tey heldur vildi leggja dent
á kirurgi og tí helt hann, at
leiðslurnar áttu at hava
frælsi at skipa seg.
Nú verður kravt at tey
trý sjúkrahúsini í
Føroyum fara undir
eitt skipað samstarv
fyri at geva sjúkling-
unum so góða
tænastu sum tilber
NÝGGJ
SJÚKRAHÚSLÓG
Áki bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skulu øll tey trý sjúkra-
húsini í Føroyum samstarva
nógv meiri enn tey gera.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður í heilsumálum,
sigur, at í sjúkrahúslógini,
sum hann nú hevur lagt fyri
løgtingið, er lagt upp til, at
tey trý sjúkrahúsini skulu
hava eitt skipað samstarv í
framtíðini.
-– Eitt økt samstarv kem-
ur serliga upp á tal, tá ið
fast samband verður mill-
um Leirvík og Klaksvík, og
tann stytta flutningstíðin
hevur við sær møguleikar
fyri heilt nýggjum møgu-
leikum fyri stórrakstri.
– Tey trý sjúkrahúsini
skulu
hava
beinleiðis
skyldu til at veita hvørjum
øðrum tænastur, ið kunnu
bøta um viðgerðartilboðini,
sigur Hans Pauli Strøm.
Hann sigur, at eitt slíkt
samstarv fer eisini at føra
við sær meiri fæst fyri játt-
anirnar til tey trý sjúkra-
húsini.
Tað er eisini ætlanin at
tey trý sjúkrahúsini skulu
kunna gera samstarvsavtal-
ur fyri at bøta um viðgerð-
artilboðini og raksturin.
Harafturat stendur í lóg-
ini, at sergreinir kunnu set-
ast á stovn á øllum sjúkra-
húsunum.
Hans Pauli Strøm sigur,
at í hesum liggur, at sjúkra-
húsini fáa skyldu til at
hjálpa hvørjum øðrum við
ymsum sjúkrahústænast-
um. Tað merkir, at eitt
sjúkrahús, sum hevur eina
ávísa tænastu, skal hava
skyldu til at veita einum
øðrum hesa tænastu, sum
ikki hevur hana framman-
undan.
Somuleiðis skulu sjúkra-
húsini arbeiða meiri í felag.
Tað merkir, at er ikki orka
til eina ávísa viðgerð á ein-
um sjúkrahúsi, kanska tí
bíðitíðin er órímiliga long,
skal sjúklingur vísast til eitt
annað sjúkrahús, sum kann
veita líka góða viðgerð á
økinum, er bíðitíðin styttri
har.
Ein trupulleiki, sum tey
smáu sjúkrahúsini hava
havt, er, at skipanin, har
serlæknar á Landssjúkra-
húsinum skuldu ferðast út á
smáu sjúkrahúsini við mill-
umbilum, hevur ikki virkað
væl.
Suðuroyar Sjúkrahús sig-
ur, at oyrnalæknin kemur
næstan ikki longur og bæði
røntgenlæknar, og narkosu-
lækni og serlæknar í medis-
ini, eru givnir at ferðast til
Suðuroyar Sjúkrahús.
Hans Pauli Strøm sigur,
at hetta er ein sáttmála-
spurningur. Samráðingar
hava verið í langa tíð ímill-
um serlæknafelagið og
fíggjarmálaráðið um tey
lønarískoyti yvirlæknarnir
skulu hava fyri at veita hesa
tænastu.
Landsstýrismaðurin
í
heilsumálum sigur, at sum
hann hevur skilt støðuna,
eru hesar samráðingar við
at koma undir land so at
hendan tænastan til smáu
sjúkrahúsini kann takast
uppaftur.
Smáu sjúkrahúsini
varðveita sín leiklut
Krevur meiri samstarv
øll tey trý sjúkrahúsini
NÝGGJ
SJÚKRAHÚSLÓG
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í
visitatiónsnevndini,
sum greitt er frá í grein-
ini um serviðgerð uttan-
lands, er ætlanin, at átta
limir skulu verða.
Sjey av teimum skulu
vera fakfólk, men sjúkl-
ingarnir skulu eisini hava
eitt umboð í visitatións-
nevndini.
Øll trý sjúkrahúsini
skulu verða umboðað í
nevndini, umframt um-
boð fyri røktarfrøðina,
umboð fyri politiska
myndugleikan og um-
boðið fyri sjúklingarnar,
Í nevndini skulu sita:
• Eitt umboð fyri Al-
manna- og heilsumála-
ráðnum,
• Ein
yvirlækni
frá
Klaksvíkar sjúkrahúsi,
• Ein yvirlæknifrá Suð-
uroyar sjúkrahúsi,
• skurðdeildini á Lands-
sjúkrahúsinum,
• Ein yvirlæknifrá heili-
ráðsdeildini á Lands-
sjúkrahúsinum,
• Læknastjórin á Lands-
sjúkrahúsinum,
• Ein sjúkrarøktarfrøð-
ingur frá einum av
sjúkrahúsunum og
• Eitt leikfólk frá sjúkl-
ingafeløgunum.
Landsstýrismaðurin skal
velja heilsufakligu lim-
irnar í nevndini eftir til-
ráðingum frá sjúkrahús-
unum og leikfólkið skal
veljast eftir tilráðing frá
sjúklingaráðnum. Lands-
stýrismaðurin ger eisini
av, hvør verður formaður
í nevndini og, hvussu
leingi nevndin skal sita.
Mett verður, at tað
hevur týdning, at leikfólk
frá sjúklingafeløgunum
er í visitasjónsnevndini,
ti sum heild fer hetta at
styrkja legitimitetin og
umdømið mótegis al-
menninginum. Tað kann
eisini gera, at sjúklinga-
feløgini fáa eina betri
fatan av arbeiðinum og
raðfestingini hjá visita-
sjónsnevndini.
Ætlanin er, at nevndin
skal setast soleiðis sam-
an, at øll mál, har sjúkl-
ingar
skulu
sendast
uttanlands, kunnu lýsast
bæði fíggjarliga, fyrisit-
ingarliga, læknafakliga
og sosialt.
Tey smáu sjúkrahúsini vera ikki verri fyri, sigur Hans Pauli Strøm