Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 67 - 9. apríl 2005 Fríggjadagurin 8. apríl verður ein merkisdagur í 79 ára gomlu søguni hjá Sosialinum. Aftaná nærum 25 ár á Argjum verður flutt heimaftur til Havnar. Frá hesum degi er nýggja adressan hjá blaðnum forkunnuga gøtunavnið Tórsgøta 1, 100 Tórshavn. Talan verður um rættiliga kollvelting, nú gamli bygning- urin hjá Valdemar Lützen í Vágsbotni er umbygdur til blað- og miðlahús. Stóru og snotuligu hølini eru innrættað at hýsa øllum virkseminum hjá blaðnum. Her verður fyrst og fremst talan um at halda fram við og menna fram- leiðsluna av sjálvari kjarn uvøruni, blaðnum. Umstøð- urnar til at gera blaðið verða munandi betri og vónandi fer hetta eisini at síggjast aftur í blaðnum í framtíðini. Har- aftrat eru eisini góðar umstøður til at menna útgávuna av øðrum miðlavirksemi so sum internet- og loftmiðla- tænastum. At koma líkst inn í sjálva hjartarótina í høvuðsstaðnum og Føroyum og til eini hús, har arbeiðsumstøðurnar eru sera góðar, skuldi givið starvsfólkinum sera góðar møgu- leikar at halda fram við sínum arbeiði og vónandi eisini at gera blaðið uppaftur betri. Beligginheitin er í sær sjálvum so mikið góð og sentral, at okkurt skilagott átti at komið burtur úr hesi broyting. At liggja beint upp at bæði løgtingi og landsstýri, býráði og mongum øðrum stovnum og fyritøkum skapar sjálvandi heilt nýggjar og øðrvísi møguleikar, hóast nýggja tøknin hevur gjørt alt landið til eitt nærumhvørvi. Vit á blaðnum fegnast um hesa nýggju og spennandi avbjóðing og kunnu eisini gleðast um, at vit hava verið so heppin at fáa atgongd til henda byging og hetta søguliga og sentrala stað. Men fyri tað at vit nú gerast ein náttúr- ligur partur av Havnini, merkir tað ikki, at Sosialurin verður eitt Havnarblað. Betraðu umstøðurnar skulu tvørturímóti geva okkum møguleika at menna virksemi okkara úti kring alt landið. Í hesum sambandi fara vit eisini at menna "rullandi redaktiónina" tvs. at vit ætla og ynskja at vera uppaftur meira sjónlig í gerandisdegnum kring landið alt. At vit nú fáa meiri pláss og koma at liggja meira sentralt letur so eisini dyrnar upp til annað tilknýtt virksemi. Í hesum sambandi er ætlanin at brúka part av miðlahúsinum til ymiskt virksemi um kvøldarnar og í vikuskiftinum. Her verður m.a. hugsað um mentanarlig tiltøk og kjakfundir av ymsum slag, fyrilestrar og framsýningar, hvørs tiltøk síðani verða endurspeglað á teimum mongu miðlapallun- um tvs. í blaðnum, á internetinum og í loftmiðlum. Ein miðvís ætlan við broytingunum er tí konvergensur og synergiir; nevniliga hvussu ymsu miðlapallarnir kunnu samvirka sínamillum og saman við tí virksemi, sum fer at vera í húsunum og kring landið. Hóast nærum 80 ár gamalt, so meta vit hesa stóru hend- ing, har flutt verður í miðbýin, sum eina nýggja byrjan. Eitt eru føgur orð og stásilig høli. Tey eru sjálvandi ikki nóg mikið í sær sjálvnum. Men týdningarmikið er at hava eina stevnu og ein karm. Tað eru hesi bæði – stevnuna og karmin - vit skulu til at fáa lív í og fylla út. Sosialurin vónar við hesum at kunnu gerast ein týðandi og positivur partur av øllum virkseminum í høvuðsstaðnum , og at vit kunnu gerast ein góður granni hjá teimum, sum longu húsast har og ikki minst hjá teimum, sum koma í Vágsbotn. Fríggjadagin 15. apríl frá kl. 15 til 17 verður almenna móttøka í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Øll skulu vera so hjartaliga vælkomin til hesa nýggju og spennandi byrjan. DAGSINS MEINING Sosialurin Miðlahúsið í Vágsbotni – ein nýggj byrjan Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. VIÐMERKINGAR Annika B Hoydal Virk. leiðandi ljósmóðir Hugstoytt og skelkandi, at lesa hvussu forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkratøktarfrøðingar vanvirðir og undirmetir fakliga førleikan hjá ljós- møðrunum, og ikki góð- tekur heimildir teirra ið eru staðfestar við lóg. Sum virkandi leiðandi ljós- móðir, má eg harðliga aft- urvísa og átala skeivu og hóttandi viðmerking hjá Janu H. Dalsgaard, for- kvinna í Felagnum Før- oyskir Sjúkrarøktarfrøð- ingar, í Sosialinum 7. apríl 2005. Fakligi førleiki ljósmøðranna Eg vil hervið staðfesta, at fakliga útbúgving og før- leikin hjá ljósmøðrum gev- ur teimum fullan førleika at vara av barnakonu og barni hennara, frá graviditeturin verður staðfestur og til barsilstíðin er av. Hetta eru allar barnakonur og børn teirra - frísk sum sjúk. Hesin førleiki er stað- festur í lóg og tilhoyrandi reglugerðir, og fær ljós- móðirin hendan førðleika við at geva ljósmøðralyfti, og við lóggilding (autorisa- tión). Hendan lóggildingin er givin av danska Sundheds- styrelsen, ið eisini hevur ábyrgd og myndileika at at tryggja, at ljósmøður til eina og hvørja tíð arbeiða í tráð við førleika teirra. Tí er tað púra burtur við, at halda uppá at ljósmøður longu hava, og fara at átaka sær uppgávur ið tær ikki eru mentar at røkja. Hetta hevur einki hald í veru- leikanum, og prógv fyri hesum er heldur ikki at síggja nakrastaðni í við- merking Janu H. Dals- gaards. Ræðir barnakonur Eisini undrar og skelkar tað meg at forkvinnan fyri fak- bólki ið hevur góða sjúk- lingarøkt sum fremsta mál, velur at og ræða barna- konur og familjur teirra við hóttanum um sjúku og eintá deyða, um broytingar verða framdar. Hóttanir ið ikki hava nakað hald í veruleik- anum. At Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gera hetta til eitt fakpolitisk stríð er greitt, og kanska eisini partvís skilligt, men at nýta hóttanir og sum vápn, og harvið skapa óneyðugan ótrygleika millum barna- konurnar kann als ikki góðtakast og má harðliga mótmælast. Virðing fyri øðrum fakbólkum Eg skilji sera væl at dugna- ligu sjúkrarøktarfrøðingar- nir á A2 eru ørkimlaðar og keddar um at fólk skulu sigast úr starvi, men at geva ljósmøðrunum - arbeiðs- leysum ella ikki - ábyrgd- ina fyri hesum er burturvið. Ljósmøðurnar hava í fleiri ár gjørt vart við at tær hava førleika at starvast á A2. Hetta merkir tó als ikki, at tær hava nakað við hesa rationalisering á Landssjúkrahúsinum - og harvið uppsagnir av starvs- fólki - at gera. Tó skal tað vera púra greitt at ljósmøð- urnar ynskja at starvast inn- an alt barnakonuøkið. Lat tað vera púra greitt at ljósmøðurnar hava fulla virðing fyri arbeiði hjá øll- um sjúkrarøktarfrøðingum, og ivast ikki í at eitt gott og virðismikið arbeiði verður gjørt av hesum starvsbólki, men staðfestast má í við- merking Janu H. Dalsgaard at so er ikki í hennara føri. Umframt at siga, at ljós- møðurnar eru ein hóttan fyri barnakonur og børn teirra, sigur hon at sjúkra- røktarfrøðingar saktans kundu tikið ímóti børnun- um, og gerð seg hervið sek- an í at siga seg hava før- leika ið lóggilding hennara á ongan hátt gevur henni heimild til. Hetta er ólóg- ligt og kann sektast við bót. Samstarv At enda vil eg sum virkandi leiðandi ljósmóðir harmast um henda harðliga og van- virðiliga atburð hjá fakfe- lag sjúkrarøktarfrøðingana. Hetta tí eg ikki ivist í, at ljósmøðurnar saman við hinum starvsbólkunum á A2 - og harvið eisini sjúkrarøktarfrøðingar - í felag kundu skapt eina heilt serligt og dygdargott tilboð til allar barnakonur, børn, og familjur teirra. Eitt samlað tilboð, ið gav tað besta frá øllum fakbólkum, soleiðis at besta grundarlag varð lagt fyri allar familjur í Føroyum. Nú er nóg mikið, Jana H. Dalsgaard ! Petur Olsen Vísandi til skrivið frá Mentamálaráðnum, dagf. 6. apríl 2005, so hevur Menta- málaráðið tikið avgerð um, at tilmælið hjá Fornminnis- nevndini um at friða Degnshús og tilhoyrandi matrikul, fyri at tryggja varðveitsluna av bygning- inum, ikki verður gingin á møti. Undirritaði hevur tó merkt sær tær nógvu undir- skriftirnar, sum samlaðar vórðu inn til tess at fáa húsini varðveitt, samstund- is staðfest, at bæði borgar- stjórin og varaborgarstjór- in, umframt meginparturin av býráðssamgonguni, sum nú situr, alment vóru frammi og boðaðu frá, at hesi ynsktu húsini varðveitt í tí líki, tey nú standa í. Hetta sampakkar illa við tær ítøkiligu byggiætlanir, sum undirritaði hevur havt, og sum heild er fyri, sam- bært galdandi byggisam- tykt, men í virðing fyri oman fyrinevndu sjónar- miðum, loyvir undirritaði sær við hesum at spyrja um nakar politiskur vilji er fyri, at tann ætlanin, sum politikararnir áður hava givið úttrykk fyri, verður gjøgnumførd. Tá so er, vil undirritaði koma til samráðingar hes- um viðvíkjandi, men verð- ur samstundis biðið um, at hetta verður gjørt í allar nærmastu framtíð, vísandi til, at umsókn mín um byggiloyvi á nevnda øki nú hevur ligið óvanliga leingi hjá kommununi, hóast byggiumsitingin hevur við- mælt ætlanini. Viðv.: Friðing av Anton Degn-húsinum, sum undirritaði eigur