Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 9. apríl 2005 11 Hoyringsvar frá sjúkra- røktarfrøðingunum á A2 uppá hoyringsskriv dag- fest 07. mars 2005 í sam- band við umleggingar av føðideildini og ljósmøðra- skipanini. (fylgisskjal nr 1) 8. mars, sjálvan kvinnudag- in, vóru vit starvsfólk á føðideildini innkallað til fundar við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum. Endamálið við fundinum var at kunna okkum um ætlaðu umleggingarnar á føðideildini. Leiðslan legði ætlanina fram fyri okkum. Vit skiltu tað soleiðis, at hetta var ein ætlan sum hevði verið í gerð yvir longri tíð, helst seinastu tvey árini, og at tíðin nú var komin til at seta hesa í verk. Leiðslan legði eisini dent á, at upprunaliga var ikki ætlanin, at starvsfólk skuldu sigast upp í sam- band við umleggjanina, men at tað nú ikki slapst undan uppsøgnum vegna manglandi fígging til nú- verandi virksemið á LS. Tað vil siga at okkara deild- arleiðsla, ið hevur fingið álagt at arbeiða við tillag- ingum, hevur arbeitt undir skeivum fortreytum. Endamálið Sjálv ætlanin snýr seg ob- jektivt um, at betra um góðskuna og kontinuitetin í samlaðu tænastuni fyri hendan málbólkin, fyri samstundis at fáa ein meira rationellan rakstur av deild- ini. Ætlanin 1. At A2 og ljósmøðraskip- anin verða lagdar saman til eina deild undir somu leiðslu, men sum ein tvídeild við hvør sínum fakøki sum ábyrgdarøki. 2. At vaktarskipanin verður broytt til at ljósmøður innganga í vaktarskipan- ina á føðideildini. 3. At ein ljósmóðir verður sett inn fyri eitt røktar- fólk í øllum vaktum. 4. At talið av seingjarpláss- um á føðideildini verður endurskoðað og dagført. Vit meta, at hóast ætlanin um broytingar á føðideild- ini hava verið í stoypiskeið- ini yvir longri tíð, so er hon nú vorðin til eina avleiðing av, at LS. leiðslan er kroyst til at spara nakrar milliónir á fíggjarætlanini her og nú. Tað skal her gerast heilt greitt at starvsfólkið á føði- deildini hevur einki ímóti at tillagingar verða gjørdar, um hetta gagnar málbólk- inum best, heldur tvørtur ímóti. Ætlaðu umleggingarnar hjá sjúkrahúsleiðsluni taka vit sum sjúkrarøktarfrøð- ingar á A2 ikki undir við. Vit taka ikki undir við at 1/3 av sjúkrarøktarfrøðing- unum á A2 verða upp- sagdir. Út frá teimum skjølum, sum fyriliggja í málinum, kunnu vit bert gera okkum nakrar tankar um hvørjar avleiðingar hendan ætlan fer at hava fyri hendan mál- bólkin. Eingi prógv eru fyri at okkara deild ikki veitir brúkarunum nøktandi góðsku og kontinuitet. Vit eru ikki í iva um, at tann sjúkrarøktarfrøðiligi part- urin av røktini versnar munandi um 5,6 ársverk hjá okkum verða spard burtur. Av tykkara hoyrings- skrivi stinga nógvir spurn- ingar seg upp, sum vísa at leiðslan ikki hevur kunnað seg um allar avleiðingarnar, ið umleggingarnar hava við sær. Hóast vit hava roynt at fáa innlit í málið (sjá fylgi- skjal nr. 2 avleverað 31. mars 2005) hava vit onki ítøkiligt svar fingið, ( sjá fylgiskjal nr. 3 dagfest 4. apríl 2005) sum gevur okk- um eina fatan av, at hendan umleggjanin av eini annars vælvirkandi skipan er ein partur av eini heildarætlan fyri hendan málbólk. Held- ur mugu vit ásanna at ætl- anin kemur í lag vegna sparingar her og nú. Einki prógv er fyri at gjørd er ein rakstrarætlan fyri umlegg- ingarnar, tá tær eru førdar út í praksis. Vit eru ikki sannførdar um, at tað er nøkur sparing í teimum umleggingum leiðslan ætl- ar at seta í verk. Vit hava ikki fingið nakra útrokning av rakstrarætlanini, har til dømis lønirnar hjá báðum starvsbólkum verða vigað- ar upp í móti hvørjum øðr- um (sjá fylgisskjal nr 4 sprn.9 og fylgisskjal nr 5). Harafturat hevur LS leiðsl- an ført fram, at umlegging- arnar eru eftir ynski frá ljósmøðrunum. A2 er ein sjúklingadeild við fleiri sergreinum, sum allar krevja sjúkrarøktar- fakligan serkunnleika, og tí skal bæði fíggjarliga og fakliga leiðslan rekast av einum sjúkrarøktarfrøðingi. Sjúkrarøktarfakliga eks- pertisan sum deildin hevur upparbeitt ígjøgnum nógv ár saman við serkønum barnalæknum, skeiðum, undirvísing og starvstíð á neonatalum deildum uttan- landa, tryggjar kvalitetin í sjúkrarøktini. 24 % av nýføðingunum hava tørv á víðari observatión/viðgerð, (sjá viðlagt fylgisskjal nr.6) og hetta kann bert røktast av sjúkrarøktarfrøðingum eins og í grannalondum okkara. Á Føðideildini eru eisini sjúkar barnakonur og er m.a. ein partur av teimum konur sum fáa keisara- skurð. Í 2004 vóru 98 børn fødd við „keisaraskurði" - tað vil siga, at tað er ein rættuliga stórur partur av barnakon- unum, sum verða lagdar undir skurð, og við hesum, eru at rokna sum sjúklingar. Eins og aðrir skurðsjúk- lingar hava konurnar tørv á og krav uppá at verða røkt- aðar av best kvalifiseraðu fakfólkum, sum í hesum føri eru sjúkrarøktarfrøð- ingarnir á A2. Aðrar sjúkar barnakonur eru m.a. tær, ið hava høgt blóðtrýst, sukursjúku, hjartasjúku, lungnasjúku, hava krabbamein, eru mis- brúkarar, sálarliga sjúkar og mangt annað. Eisini er komið fyri, konur, ið hava fingið gøgntransplantatión. Heldur ikki er at gloyma sárbarar familjur og trans- portar av sjúkum pinku- børnum til sjúkrahús uttan- landa. Tað dagliga fyri- byrgjandi arbeiði sjúkra- røktarfrøðingarnir útinna á deildini tryggjar bæði góðsku og kontinuitet tá hugsað verður um t.d. etablering av bróstagevan og móður-barn tilknýti, grundleggjandi røkt av pinkubarninum, vøggu- deyða, royking, gulsótt, sum oftast vísir seg eftir 3- 4 døgnum og mangt annað. Kontinuiteturin í allari røktini av móður og barni er tryggjaður við einum vælvirkandi samstarvi millum sjúkrarøktarfrøð- ingar á deildini og heilsu- frøðiskipanina, sum tekur yvir við útskrivan. Eisini hava sjúkrarøktarfrøðingar yvir longri tíð praktiserað og ment eina kontaktper- sónsskipan fyri júst at kunna tryggja kontinuitet og góðsku. Tað, sum við góðari leiðslu kundi elvt til skila- góðar tillagingar endar nú við, at leiðslan megnar at seta fakbólkar upp ímóti hvørjum øðrum, fyri at flyta málið frá tí veruliga trupulleikanum, nevniliga væntandi peningi til virk- semið á LS og stýring av sama. Um so er, at leiðslan er av tí sannføring, at við ætlaðu broytingum verður tryggjað ein betri góðska og kon- tinuitetur í tænastuni til barnakonur og pinkubørn, fyri somu pengar ella kanska minni, so er ikki løgið, at spurt verður hvussu hetta kann gerast betur, tá ið flest øll meta at góðskan er í topp og at onki er at siga um kontinuitetin, júst fyri henda málbólk. Tað er eingin sum hevur sagt, at tænastan ikki er á hægsta støði, men bert at ljósmøðraskipanin er ein ov dýr skipan og átti at ratio- naliserast. Jú, svarið er, at hetta skal kunna gerast við at uml. 7- 8 røktarstarvsfólk skulu úr starvi á føðideildini, fyri at ein starvsfólkabólkur sum í dag er ov óeffektivur, kann effektiviserast. Vit seta spurnartekin við trygdina hjá barna- konum og pinkubørnum. Eru visiónirnar, at ambu- lanta virksemið skal økjast enn meira á LS, og at barnakonur, ið eftir lands- stýrisins ætlan, mest fram- komna landinum í heimin- um um 10 ár, skulu føða teirra børn heima ella á klinikk? Um framman fyri stand- andi eru hugsjónirnar, so fer at verða neyðugt við ljósmøðrum í tí ambulanta virkseminum, og so er ikki skiljandi hví so stór orka verður løgd í at leggja virk- semið hjá ljósmøðrunum inni á A2, í vaktarskipanina hjá sjúkrarøktarfrøðingun- um. Eitt annað er so, at økta ambulanta virksemið fer sjálvsagt at økja um ar- beiðsbyrðuna hjá bæði kommunulæknum og heilsufrøðingum. Tey eru eisini partar av samlaðu heilsutænastuni til henda málbólk, og mugu tí eisini fyrireikast til uppgávuna, um vit skulu megna at halda tørn við okkara fram- úrskarandi burðartølum og lága barnadeyða fyri eitt so lítið land sum Føroyar. Vit lána glaðbeint eina skipan fyri og aðra eftir frá øðrum londum, uttan at hava trygd fyri at tænastan verður betur av tí. Londini kring okkum hava skipanir, sum kanska hóska til teirra málsetning, men tíverri ikki altíð til okkara. Vit hoyra javnan frá starvsfeløgum vit sam- starva við uttanlanda, at tey ynskja sær okkara skipan aftur, eftir at hava roynt ta ambulantu skipanina. Vit hava í Føroyum í dag, eftir okkara bestu sannfør- ing, eina so flotta heilsu- tænastu til hesar barna- familjur, at vit næstan kundu fari út í onnur lond og selt skipanina soleiðis sum fiskidagaskipanin verður seld. Vit kunnu í øllum førum erpa okkum av nógv lægri, um ikki lægsta barnadeyða tað fyrsta liviárið hjá barn-in- um, tá ið vit samanbera við hini norðanlondini. Tað átti at sagt politikar- unum, at her er ein skipan, ið vit eiga at verða varin við at broyta, og um vit skulu broyta eigur tað at gerast so tilvitað, at vit kenna meginpartin av ring- virkningunum gjøgnum alla skipanina og samfelag- ið sum heild, áðrenn broyt- ingin verður sett í verk. Spurningurin er, fara vit at megna at varðveita positivu útlitini fyri okkara dýrabar- asta tilfeingi, nevniliga børnini? Niðurstøða. Útfrá omanfyristandandi og hjáløgdu fylgisskjølum er okkara niðurstøða at LS leiðslan ikki hevur sett seg inn í hvørjar avleiðingarnar verða av ætlaðu umlegging- unum. Kontinuiteturin er góður við núverandi skip- an. Góðskan til brúkaran versnar munandi. Umlegg- ingarnar fara ikki at geva ein meiri rationellan rakst- ur, sum LS leiðslan vil vera við. Samanumtikið mæla vit til at verandi skipan á A2 verður varðveitt, tí ongar haldgóðar grundgevingar eru fyri at broyta verandi skipan. Vegna sjúkrarøktarfrøðingarnar á A2 Hervør Jacobsen Turið Heinesen Mia Pedersen Fríðunn Jacobsen, álitisumboð VIÐMERKINGAR Hoyringsvar frá sjúkrarøktarfrøðingum á A2 Michael Dalbø Almanna- og heilsuatstøðingur Tað er ikki sørt ræðandi, at vit her í 2005, meðan tosa verður um alheimsgerðing og samstarv ímillum lond og fólk, enn skulu dragast við slíkt snævurskygni, ið pennur tín leggur fyri dagin í grein tíni í Sosialinum 5 apríl 2005. Tú brúkar umleið 500 cm2, at greiða frá øllum teimum vanlukkum, ið fara at standast av, um aðrir fak- bólkar enn tín egni, í hesum føri standa almanna- og heilsuatstøðimgarnir fyri skotum, fara at fáa møgu- leikan at vísa sín førleika og kunnleika í praksis. Hvat grundarlag byggja pástandir tínir á? Er hettar tín perónliga meining, ella umboðar tú ein heilan fakbólk? Okkara fakbólkur hevur ongantíð sæð seg sjálvan sum smáðar sjúkrasystrar, orsaka sjúkrarøktarfrøðing- ar, og hava ongan trupul- leika við at vísa okkara før- leika, eins væl og verða greið yvir tær avmarkingar, ið náttúrliga liggja í út- búgvingini. Sjálvur havi eg ongan trupulleika við at samstarva við aðrar fakbólkar, heldur ikki sj.r.frøðingar, og meti heldur ikki, at tey hava nakran trupulleika í sam- starvinum við meg og mín- ar líkar. Hevur ein onkuntíð uppliva eitt sindur av skep- sis, kemst hettar sum oftast av manglandi kunning og vitan um útbúgving okkara. Meti heldur ikki, at nakar av okkum nýtist at óttast, at verða trokaður av teimum plássum, ið vit sita á í heilsuverkinum; heldur skuldi orkan verið nýtt til at ment eitt burðadýgt sam- starv, ið sjálvandi fevnir um alt heilsuverkið, hvarí vit stuðla hvørjum øðrum, heldur enn at niðurgerða og villleiða. Møguliga er tað follið tær fyri bróstið, at Inga Lo- visa Petersen, í lesarabrævi sínum fyrr í hesum árinum, tosar positivt um Almanna- og Heilsuatstøðingarnar, men í tí førinum kann ein bara fegnast yvir, at hon tosar út frá teimum roynd- um, ið hon hevur frá arbeiði sínum sum sjúkra-røkt- arfrøðingur. Ein sannroynd er, at eing- in kann forða menningn, framburðið og nýhugsan, tá ið tíðin er búgvin til tess, men vit kunnu øll verða við til at skapa og ávirka. Tað er jú grundarstein- urin í einum demokrat- iskum samfelagið. Stutt viðmerkjing til Annemi Joensen: Ímóti fávitskuni stríðast sjálvt gudarnir til fánýtis