Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 67 - 9. apríl 2005 Maria Jacobsen Til Hans Pauli Strøm landsstýrismaður Eirargarður 100 Tórshavn Í lesarabrævi í Dimma- lætting hin 08.02.2005 setti eg tygum nakrar spurningar. Biðið varð um, at tygum svaraðu í fjølmiðlunum. Hin 04.04.2005 fekk eg skriv frá tygum, dagf. 11.03.200, poststemplað 01.04.2005, har tygum boða frá, at tygum ikki ynskja at svara í fjøl- miðlunum, men skulu royna at svara spurning- um mínum í skrivinum. Síðani siga tygum: "landsstýrismaðurin kann upplýsa tygum, at Karup kommuna hevur fingið allar upplýsingar, sum vóru neyðugar hjá kommununi at hava, fyri at kunna taka støðu í málinum. Tórshavnar kommuna hevur kunnað Karup kommunu støð- ugt um málið, áðrenn Karup kommuna tók endaliga støðu í mál- inum". Av tí, at tygum sostatt als ikki svara spurning- um mínum um kann- ingina og frágreiðing- ina og tí at eg meti mál- ið hava stóran almennan áhuga, fari eg at endur- taka bræv mítt her: Opið bræv til Hans Paula Strøm, landsstýrismann Í grein við heitinum "Sosiala deild undir sjóneykuna" í Sosial- inum hin 5. juni 2004 út- talar Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, seg viðv. ávísum barna- verndarmáli, ið varð nógv umtalað í fjøl- miðlunum í fjør. Úrslitið av málinum gjørdist sum kunnugt, at tvær systrar vórðu verðandi í Føroyum, meðan beigg- in hin 16. aug. 2004 varð fluttur til Danmarkar á samdøgursstovn. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sigur í samrøðuni, at hann "gjarna vil kanna, um Tórshavnar býráð hevur lýst málið nóg væl, og um Karup kommuna hevur fingið alt at vita í málinum, og tí er ein kanning sett í verk". Víðari sigur lands- stýrismaðurin, at hann ikki veit, nær hann fer at fáa frágreiðingina um samskiftið millum Tórs- havnar býráð og Karup kommunu. Mær kunnugt hevur einki verið at frætt aftur frá hesi kanning, og loyvi eg mær tí at seta landsstýrismanninum hesar spurningar: 1. Hvør varð settur at kanna omanfyri nevnda mál? 2. Hevur landsstýris- maðurin fingið enda- ligu frágreiðingina? 3. Hvør var niðurstøðan í frágreiðingini? 4. Um frágreiðingin ikki er komin, nær kann hon so væntast? Eg vænti, at tygum nú svara spurningum mín- um í fjølmiðlunum og fari samstundis sambært lógini um alment innlit og fyrisitingarlógini at biðja um alment innlit í kanningina. Avrit av hesum skrivi er sent Dimmalætting og Sosialinum. Kanning av barna- verndarmáli Annemi Joensen Tá eg avgjørdi at skriva les- arabræv umhandlandi po- litisku avgerðina at seta út- búgvingina til heilsuatstøð- ing á stovn í Føroyum, var ikki ætlanin at niðurgera heilsuatstøðingarnar , teirra arbeiðið, og teirra útbúgv- ing. Ei heldur var ætlanin at leggja upp til manglandi samstarv fakbólkarnar ímillum. Tí samstarv eigur og skal vera millum allar fakbólkar innan, í hesum føri, heilsuverkið. Heldur var ætlanin við at gera nakrar viðmerkingar, út frá einum landsbúskap- arligum - og einum tørv- sjónarhorni. Tí er tað spell, at Sunn- eva Tyril og Beinta Peter- sen, taka bræv mítt sum eitt: "...óhøviskt álop.." sitat enda, á heilsuatstøð- ingar og teirra útbúgving. Tað harmist eg um. Heldur var ætlanin, at fingið eitt aftursvar frá teimum politisku myndug- leikum, sum vara av hesi avgerð. Tó føli eg meg noydda at gera nakrar viðmerkingar til aftursvarini frá omanfyri nevndu kvinnum. Tó, fyrst vil eg nýta høvi til at fáa svara einum av teimum spurningum, eg setti í lesarabrævinum. Sunneva Tyril skrivar, at hennara fakfelag hevur ver- ið við til at leggja heilsuat- støðingaútbúgvingina til rættis. Kanska er hon tí før fyri at svara mær, um, í brævinum nevnda, tørvs- kanning er gjørd. Um so — nær er hon gjørd, og hvat hon vísti. Harnæst, tá eg verið endurgivin fyri at meta heilsuatstøðingarútbúgving ina fyri at vera vánaliga, havi eg trupult við at kenna tað aftur. Eg havi skrivað: "...lægri vitanarstøðið — út- búgvingina til heilsuat- støðing, heldur enn at gera meira brúk av eini vitans- framleiðslu á einum hægri vitanarstøði.." sitat enda, "... sjúkrarøktarfrøðingar- nir hava eina stórri og breiðari vitan enn heilsuat- støðingarnir...." sitat enda. Hettar er nú einaferð so: Sjúkrarøktarfrøðiútbúgving in er ein bachelorútbúgv- ing, meðan heilsuatstøð- ingaútbúgvingin er ein miðnámsútbúgving. Sunneva Tyril skrivar: "....hvør skal gera tað (praksis), tá alt sjúkrarøkt- ararbeiðið verður gjørt av høgt lærdum frøðingum...". Hvat hon her sipar til, havi eg trupult at skilja. Men um hon heldur at heiti frøð- ingur fer at viðføra, at sjúkrarøktarfrøðingar flyta seg frá sjúklinginum, má tað skildast manglandi vit- an um nýggju sjúkrarøktar- frøðiútbúgvingina. Sum Sunneva Tyril sjálv skrivar, so merkir frøði vísind. Vís- ind ger ein meira vitandi um, í hesum føri, hvørji faklig krøv skulu gangast á møti, fyri at passa sjúk- lingar optimalt. Tí flytir nýggja útbúgvingin sjúkra- røktarfrøðingin enn nærri at sjúklinginum. Sunneva Tyril tulkar spurningar sum pástandir. Mær vitandi er hettar ikki so. Heldur eru teir upplegg til onnur at svara uppá/ hugsa um. At Sunneva Tyril heldur nakað annað, má standa fyri hennara egnu rokning. Sama er galdandi fyri hugflog. Tað er, sum hon sjálv sigur, frítt. Tey starvsumráðir, sum Sunneva Tyril nevnir, sum umráðir har heilsuatstøð- ingar í dag starvast, eru kend sjúkrarøktarøkir. At heilsuatstøðingar arbeiða innan hesi økir, skildast, sum Sunneva Tyril sjálv er inni á, tí sjúkrarøktarfrøð- ingar ikki søkja hesi størv. Mest sannlíkt er, tí allar eru í øðrum størvum — tað eru ongir arbeiðsleysir sjúkra- røktarfrøðingar. Tí er trup- ult at mannað leys sjúkra- røktarfrøðingistørv. Eg dugi ikki at síggja, at nevnd verða nøkur nýggj røktar- umráðir, serliga ætlað heilsuatstøðingum. Seinast so skrivar Sunn- eva Tyril: "..... heilsuatstøð- ingar eru fleksiblir og ágrýtnir og kunnu brúkast allastaðni í heilsuverkin- um...." sitat enda, eisini skrivar hon at: ".....væl- virkandi starvsbólk, sum kann fara til verka, hvar tað skal vera í heilsiverkinum". Sitat enda. Um hon við hes- um vil siga, at hettar ikki er galdandi fyri sjúkrarøktar- frøðingar, skal eg lata vera ósagt. Men mær vitandi gongur sjúkrarøktarfrøð- ingurin eisini nevndu krøv- um á møti. Tað er møguligt, at heilsuatstøðingar eisini fara at tulka hesar viðmerkingar sum enn eitt álop á teir. Tað er ikki ætlanin, men vænt- ast kann at, sum orðatakið sigur " som man råber i skoven, får man svar". Tí tær viðmerkingar, sum , í brævinum nevndu kvinnur, gera, leggja heldur ikki upp til samstarv. Hettar leggja tær sjúkrarøktarfrøðingum til last. Men tað er altíð lættari at rópa: "Góða mamma, tað var ikki eg. Børnini tey skumpaðu meg". Ella heldur at "fara eftir manninum heldur enn bóltinum". Gunvør Sigurðsson Kann ikke lata hettar fara ósvara aftur við borðinum Fyrst vil eg siga, at tá íð eg læs greinina hjá Annemi Joensen helt eg at hon var á einum einum rættiliga lág- um og klandrutum støði. Vælsigna verið í teg Annemi, tað er uppá tíðina at tú og aðrar vi tær, taka hasar "skyklapparnar" burt- ur, so tit kunne síggja rund- an um tykkum, síggja at tað eru ikke bara sjúkrarøktar- frøðingar, ið kunnu. Tað eru nógvir sjúkra- hjálpara, heilsuhjálpara, pleygara og heilsuatstøð- ingar, ið gera eitt megnar arbeiði, alt innan heima røkt, sambýlum, ellisheim- um- og -røktarheimum, psykiatri, dagtilhaldum, sjúkrahúsum, og yvaleyst aðrastaðni sum eg ikke veit um. Tað er ikke altíð tann hægsta, breiðasta ella djúpsta vitamin, ið er tann besta, tað kemur so sanni- liga eisini ann uppá hvat í ein tímir og brennir fyri. Sjálv havi eg arbeitt i nógv ár sum sjúkrahjálpari og 7 tey seinastu árini sum heilsuatstøðingur. Eg havi arbeitt saman vi sjúkra- røktarfrøðingum alla tíðina, og í nógvum førum hava tær eina større komputansu enn eg, men í grundleggj- andi sjúkrarøkt eri eg líka góð, og til tíðir betri enn ein sjúkrarøktarfrøðingur, við mínari fakligari vitan. Eg haldi avgjørt tað er brúk fyri okkum øllum, og eg haldi at tað er alneyðugt at vit ikke gloyma menn- iskja, og her hugsið eg um tað fysiska, psykiska, sosiala og tað andaliga, og ikke læta alt enda í klandri og makt. Tó vil eg siga at eg havi arbeitt saman vi nógvum sjúkrarøktarfrøðingum, vit hava arbeitt væl saman og tær hava veruliga víst mær álit og virismett mítt arbeið Til polittikarnar, takk skulle tit hava íð fingu sett heilsuhjálparaskúlan á stovn, og vónandi gonger ikki alt ov long tíð, til heilsurøktarskulin kann taka sínar fyrstu næmingar inn. Hildibjørt Gulklett Enn ein standmynd skal prýða Havnina. Álvaratos! Eigur Tórs- havnar Býráð so nógvar pengar, at teir ikki vita, hvat teir skulu brúka teir til? Tey vita ikki, hvat teir skulu gera við tey gomlu! Gamlir óhjálpnir røktar- sjúklingar verða bara sendir til hús av sjúkrahúsinum í rullustóli. Hvat við at stovna nøkur eldrabýli? Tað hevði verið aðrar standmyndir, sum høvdu komið til stóra nyttu og lívgað um tey mongu gomlu, sum so kundu fingið eitt virðiligt lív. Hesi gomlu, sum ongantíð hava ligið øðrum til byrðu og altíð hava svarað hvørjum sítt. Tær standmyndir høvdu prýtt… VIÐMERKINGAR Viðmerkingar til Sunnevu Tyril og Beintu Petersen Aftursvar til Annemi Joensen Hugleiðing um standmyndir Lesið -so eru tit við!