leygardagur 9. apríl 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 9. apríl 2005
13
Nógv kjak stóðst av
dømingini við Prix
Føroyar-hálvfinaluna,
tá dómur varð av-
sagdur. Makrel og
Kristleif komu mill-
um aðrar ikki víðari
til Altantic Music
Event, har endaligi
vinnarin av Prix Før-
oyum verður funnin.
Men nú er greitt, at
Makrel og Kristleif
hóast alt vera við í
Atlantic Music Event
tann 23. apríl
PRIX
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
- Altantic Music Event er
líka so nógv, og kanska
meira, eitt showcase, har
vit gera eitt gott sjónvarps-
kvøld. Vit hava bjóðað út-
lendskum gestum at fáa ein
smakk av føroyskum tón-
leiki generelt. Tað vil siga,
at vit hava loyvi til at bjóða
so nógvum bólkum, sum
pláss er fyri eitt slíkt kvøld,
sigur Fróði Vestergaard,
samskipari.
Makrel og Kristleif eru
altso bjóðaðir við í Atlantic
Music Event. Dømingin
við Prix Føroyar-hálvfinal-
una stendur við, tí dómur
kann ikki broytast, men
føroyingar sleppa kortini at
hoyra Makrel og Kristleif.
Onki við dømingina
at gera
Men er hetta ein háttar at
rættvísgera ta dømingina í
hálvfinaluni, sum varð so
nógv umrødd? Fróði Vest-
ergaard sigur, at hesi bæði
tingini hava onki við hvørt
annað at gera.
- Tað er onki við at rætt-
vísgera nakað sum helst.
Altantic Music Event royn-
ir at fáa tónleikin fram og
præsentera.
Tað
verða
kanska serliga nakrir bólk-
ar, sum hava givið fløgur
út, ella sum eru fløguaktu-
ellir. Tað vil siga, at tað eru
bólkar, sum peika frameft-
ir, og sum eru seriøsir og
vilja nakað í framtíðini.
Tað hevur onki við nakað
press ella ónøgd við døm-
ing at gera, sigur Fróði
Vestergaard, samskipari.
Altantic Music Event
verður tann 23. apríl. Har
verður tann endaligi Prix-
bólkurin avdúkaður; tað vil
siga tann endaligi vinnarin
av teimum trimum, sum
komu víðari úr Prix Føroy-
um-hálvfinaluni. Umframt
tað verða ymiskar heiðurs-
lønir lætnar fyri bestu fløg-
una og ymiskt annað.
Hugsa um breiddina
- Vit skulu hava eitt kvøld,
sum hevur eina breiða tón-
leikaliga dygd. Og tí fingu
vit ikki ordiliga valt tað
endaliga programmið til At-
lantic Music Event fyrrenn
aftaná Prix Føroyar-hálvfin-
aluna, tí tá vistu vit, hvør
var komin víðari frá hálv-
finaluni. Um tað vórðu
nakrir harðir bólkar, so
høvdu vit kanska valt nakr-
ar aðrar meira bleytar bólk-
ar at verið við eisini. Og
umvent, nú eru tað kanska
nakrir meira traditionellir
bólkar, sum komu víðari, og
so velja vit kanska okkurt,
sum er eitt sindur meira
alternativt fyri at præsentera
breidduna. Men vit hugsa
sera
nógv
um,
hvat
bólkarnir vilja; hvørjar am-
bitiónir teir hava. Um teir
veruliga vilja satsa upp á
tónleikin, og um teir vilja
gera alt tað, sum skal til, fyri
at koma fram, sigur Fróði
Vestergaard, samskipari.
Toppurin í Føroyum
Altantic Music Event er
eitt sjálvstøðugt tiltak. Prix
Føroyar er næstan liðugt.
Vinnarin skal finnast við
Altantic Music Event, men
hetta er bert ein lítil partur
av skránni. Fleiri aðrar
framførslur vera á skránni.
Millum annað 200, Týr,
Gestir, Eivør, Høgni Lis-
berg, Eyðun, Terji, Go Go
Blues, og sum nevnt Krist-
leif og Makrel. Samskipr-
arnir arbeiða eisini við at
fáa Guðrun Sólju til Al-
tantic Music Event.
Makrel og Kristleif sleppa eisini
Teir, sum í fjør fóru
undir ferðavinnutil-
takið Blue Gate í Sør-
vági, hava so góðar
vónir, at teir longu nú
byggja út
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Sørvági:
Í kavaælingini eina viku inn
í apríl, stendur eitt einsa-
malt grátt hús við oman-
koyringina til bátahylin í
Sørvági. Tað skal nú puss-
ast upp til at gerast ferða-
fólkamiðstøð í Sørvági.
Við bryggju í Runavík
liggur ein 33 fót AWI bátur
við
navninum
Skarvur.
Hann er komin úr Sørvági
til at verða longdur og fáa
nýggja maskinu í smiðjuni
hjá Aðalstein Anthoniussen,
áðrenn hann í næsta mána
aftur fer at sigla við ferða-
fólki. Eisini verða slengri-
kjølar settir á bátin, nú hann
fer í smiðjuna í Runavík
Tey trúgva upp á ferða-
vinnu í Sørvági, sigur Hans
Poulsen, sum er ein teirra,
sum í fjør fór undir at sigla
við ferðafólki undir Sør-
vágsbjørgunum og á leið-
unum har vestanfyri.
Størri Skarvur
Teir byrjaðu við glastrevja-
bátinum Skarvi, sum er ein
33 fót AWI bátur, sum teir
ruddaðu dekkið á og settu
beinkir í, áðrenn farið varð
at sigla seinasta summar.
Báturin hevði loyvi at flyta
12 ferðafólk í senn.
Hans Poulsen sigur, at
royndin, teir gjørdu í fjør,
eydnaðist hampiliga væl.
Hóast teir byrjaðu nakað
seint og ikki gjørdu so øgi-
liga nógv við at lýsa við til-
takinum, fingu teir pengar-
nar, teir settu í tiltakið, inn-
aftur.
Tað hevur so givið teim-
um vón um, at tað eigur at
bera til skapa eina inntøku-
keldu burtur úr at sigla við
ferðafólki um summarið.
Skarvur er nú í Runavík,
har hann skal leingjast
fimm føtur, sum svarar til
umleið hálvanannan metur.
Eisini skal hann hava
nýggja maskinu. 450 hesta-
kreftir verða settar í hann,
og tað fer at gera, at hann
eitt nú kann klára túrin til
Mykinesar upp á ein hálvan
tíma, sigur Hans Poulsen.
Í fjør varð siglt fyrrapart
og seinnapart. Tríggir ymsir
túrar stóðu á skránni. Alt
eftir ætt og veðurlíkundum
annars kundi farast undir
Sørvágsbjørgini fyri sunn-
an í Vágum, ein túr kring
Mykines ella ein túr norður
um at síggja Víkarnar og
tað, har er at uppliva.
Í summar ætla teir um-
framt at satsa upp á ein
kvøldtúr, sum fer at byrja úr
Sørvági klokkan 20 á
kvøldi. Siglt verður so eftir
sólsetrinum. Eitt nú er túr-
urin kring Mykines í slík-
um líkindum sera vakur.
Teir fara at hava turra grind,
turran fisk og heit eplir við
á túrin, og lagt verður inn í
Borgargjógv eystantil undir
Mykinesi, at eta, sigur
Hans Poulsen.
Borgargjógv er ógvuliga
vælegnað sum veitsluhøli.
Har er steindeytt innan fyri
drangin, hóast tað rekur
sum eftir ánni beint uttan
fyri Falltanga.
Skarvur
verður
bara
brúktur til ferðafólkasigling
um summarið. Um veturin
rør hann út úr Sørvági, og
tað, at hann verður longdur
nú, fer eisini at økja mun-
andi um lastakapasitetin.
Einar seks kassar vænta teir
at kunna hava afturat í
lastini, sigur Hans Poulsen.
Farstøð við bátahylin
Umframt at leingja Skarv
og seta nýggja maskinu í
hann, hava teir, sum eiga
felagið Blue Gate, eisini
gjørt seg út uppi á landi i
samband við ferðavinnuna í
Sørvági.
Teir hava keypt eitt hús,
sum stendur beint við om-
ankoyringina til bátahyln í
Sørvági,
har
Skarvur
vanliga liggur.
– Vit ásannðu beinaveg,
at tað ber ikki til at lata fólk
standa og bíða við ein
naknan bátahyl, sigur Hans
Poulsen. Teir hava tí fingið
hendur á hesum húsinum,
sum teir beinanveg fara
undir at pussa upp.
– Tað er í grudnini ikki so
øgiliga nógv at gera við
tað, greiðir hann frá. Eitt
sindur av máling fer at gera
udnurverk.
Niðara hæddin verður so
innrættað til bíðirúm, har
fólk kunnu sita. Ovara
hæddin er longu innrættað
við køki, stovu, tveimum
kømurum og wc. So har ber
væl til at leiga út til fólk,
sum eitt nú kundu hugsað
sær at hildið eitt vikuskifti í
Sørvági, sigur hann.
Hann roknar við, at alt
hetta verður liðugt um
somu tíð, sum Skarvur
kemur aftur úr smiðjuni.
Tað er sett til 25. mei, sigur
Hans Pouslen.
Sørvingar satsa
Eitt av ferðamálunum, siglt
verður fram við á túrunum
við Skarvi undir Vágaland-
inum, er Sæurðardrangur
norðanvert Gásadal
Mynd: Edvard Joensen
Blue Gate hevur keypt hús beint við bátahylin í Sørvági.
Húsini skulu nýtast til ferðafólkafarstøð í samband við
túrarnar hjá Skarvi. Eisini ber til at gista í ovaru hæddini
Mynd: Edvard Joensen
Skarvur er farin til Runavíkar, har hann skal leingjast
Mynd: Vilmund Jacobsen