leygardagur 9. apríl 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum
gjørdu mær 90 ára føðingardagin ógloym-
andi.
Tøkk fyri gávur, blómur, fjarrit og hugna-
ligar telefonsamrøður.
Vinarlig heilsan
Margretha Magnussen, Vágur
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri hjálp og sýnda
samkenslu, tá ið okkara kæri maður og fosturpápi
Nicodemus Brimsvík
Strendur
andaðist og varð jarðaður.
Takk til tykkum øll, sum vóru um hann heima,
á Giljagarði og á Landssjúkrahúsinum.
Takk fyri blómur og kransar og fyri minnisgávur
til Neria.
Tøkk til tykkum, ið á annan hátt hjálptu
og vístu beinasemi við jarðarferðina og ervið.
Vit takka Harranum fyri at hann flutti Demus heim,
og at hann nú hevur tað gott.
Tøkk, øll somul fyri alt.
Heilsan við sálmi 98,2.
Harrin signi tykkum øll.
Tey avvarðandi
Bette og Eli við fam.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Nr. 67 - 9. apríl 2005
15
Dagurin
9.apríl. Procopius. Talan er kanska um tann
Prokorus, sum er nevndur í Ápostlasøguni 6,5.
Segðist vera bróðursonur Stefans.
10. apríl. Ezekiel. Ein av teimum fýra stóru
profetunum í Gamla testamenti.
Navnið merkir Guð er sterkur.
11. apríl. Leo, deyður í 461. Pávin Leo I, nevndur
tann Mikli. Hann talaði Artala húnakong frá at
hertaka og ræna Róm.
Navnið Leo merkir leyva.
Andlát
31. mars
Jensia Christensen, fødd Jacobsen úr Kaldbak,
81 ár.
Mella Dahl, Tórshavn, 94 ár.
Petronella Malvina, vanliga nevnd Nella Dahl,
fødd Egholm, Tórhsavn, 94 ár.
2. apríl
Arna Clementsen av Sandi, 74 ár
3. apríl
John Nolsøe, ættaður av Tvøroyri, 70 ár.
5. apríl
Katrina Einarson, Rituvík, 83 ár
Brúdleyp
Í dag, kl. 8.00 giftast í Kollafjarðar kirkju Oddny H.
Hansen úr Kollafirði og Petur (Piddi) Olsen úr
Runavík. Vælkomst verður í bygdarhúsinum í
Kollafirði frá kl. 9.30.
í dag 9. apríl kl. 11.00 giftast í Kollafjarðar kirkju
Heidi Borum Hansson, Hoyvík og Ronnie Korsager
Davidsen, Kollafjørður.
Prógv
Børge Jimmy Højmose Christiansen frá Revisions-
firmaet Højmose har januar 2005 bestået eksamen
som Statsautorisert Revisor ved Norges Handels-
høyskole i Bergen.
Í gjár, fríggjadagin 8. apríl,
varð Hervør Joensen í
Klaksvík hálvt hundrað ár.
Hervør er klaksvíkingur, og
hon hevur búð í Klaksvík
nógv størsta partin av lívin-
um.
Hervør er dóttir Mary
Mørkøre. Foreldrini hjá
henni vóru Torkilda ella
Kilda, sum hon altíð hevur
verið nevnd, og Herluf
Mørkøre í Klaksvík, sum
búðu í Víkunum. Árið eftir
at Hervør var fødd, giftist
mamma hennar við Símuni
Paula
Johannesen
úr
Haraldsundi, og Hervør
kallaði hann fyri pápa, og
hann var pápi hennara.
Tá ið Hervør var trettan
ára gomul, flutti hon til
Keypmannahavnar,
har
mamman tá búði. Nøkur ár
seinni flutti Hervør aftur til
Klaksvíkar, og tá var hon
hjá ommuni.
19. mai í 1979 giftist
Hervør við Poul Jacob
Joensen, sum er ættaður úr
Miðstovuni á Syðradali.
Poul Jacob er útróðrar-
maður og eigur Háenni.
Hervør er ógvuliga áhugað
í vinnuvirkseminum hjá
manninum.
Brúdleypsdagurin
hjá
teimum í 1979 var minnis-
ríkur, tí tað var stórkavi í
Klaksvík
henda
dagin.
Soleiðis var tað ikki í fjør,
tá ið tey bæði hildu væl
eydnaða silvurbrúdleyps-
veitslu í Skálanum.
Hervør og Poul Jacob
eiga tvær døtrar - Mary og
Gerda. Mary er gift Rúna
Christiansen úr Norðdepli,
og tey eiga tveir synir -
Debes og Poul Jacob.
Hervør
hevur
arbeitt
nógv í handli, og so hevur
hon eisini verið nógv í
fiskaarbeiði. Nú er hon í
Eystís á Skarðhamri, har
tey arbeiða saltfisk.
Heimið hjá Hervør og
Poul Jacob er opið, og tey
eru ógvuliga gestablíð.
Hervør er góð við børn, og
tey eru góð við hana. Hon
hevur serligt hegni at fáaast
við eldri og gomul fólk.
Hon er altíð við, tá ið tiltøk
verða fyriskipað fyri tey
eldru, og nú er hon vald í
eldrabólkin, sum skipar fyri
tiltøkum ætlað teimum
eldri í Klaksvík.
Mikudagin 6. apríl varð
Símun Einarsson í Lamba
50 ár. Hann hevur verið
sjómaður alla sína tíð, og
nú hann fór um tey hálvt
hundrað, var hann á búr-
fiskaveiðu
suðuri
við
Azorurnar.
Símun er ættaður úr Ritu-
vík. Hann er sonur Trinu og
Einar Einarsson. Tey eru
fimm systkin - Eiler,
Hensia, Hanna, Símun og
Laura. Eiler og Laura
búgva í Rituvík, Hensia býr
í Havnini, og Hanna býr í
Saltangará. Einar doyði í
1981, og Trina doyði týs-
dagin í hesi vikuni. Hon fer
til gravar í dag, men tað bar
ikki til hjá yngra soninum
at vera við til jarðarferðina
hjá mammuni. Soleiðis
hevur luturin hjá sjómonn-
unum ofta verið.
Símun Einarsson er av tí
gamla slagnum av føroysk-
um
sjómonnum.
Hann
hevði ikki meiri enn fingið
prestsins hond á høvdið, tá
ið hann fór til skips, og
síðani hevur hann so at siga
bara verið í vinnu á sjó-
num. Okkurt stutt skifti
hevur hann arbeitt á landi,
men tað hevur ikki verið
leingi. So hevur trongdin
eftir aftur at sleppa at flóta
og at fara til fiskarí vunnið.
Tá ið Símun fór til skips
sum 14 ára gamalur, var tað
við Bjørgvin, sum Jákup
Joensen í Leirvík førdi.
Síðani var hann við Suður-
land, Vestfart og Stapanum.
1975-1976 gekk hann á
skiparaskúla, og síðani var
hann við Havørnini. Av og
á loysti hann av sum besti-
maður. Í 1982 fór hann við
Stjørnuni, sum partrolaði
við Polarhav. Í 1987 fór
hann við Ametyst, sum par-
trolaði við Jaspis. Hann
stýrimaður og loysti av sum
skipari.
Miðskeiðis í níti árunum
fór hann saman við Harry á
Lakjuni, sum hann hevði
samstarvað nógv við í par-
trolingini, við Boðasteini,
sum fuglfirðingar áttu.
Símun var stýrimaður og
avloysara skipari, og tað
var tá, at teir fóru at royna
eftir búrfiski syðri í At-
lantshavinum, enn føroy-
ingar vanliga høvdu roynt.
Tá ið vágbingar keyptu
Boðastein í 2002, og hann
aftur gjørdist til Roc Ama-
dor, fylgdi Símun við, og
har var hann, inntil hann
fyri stuttum saman við
øðrum keypti Rán, sum
hann nú er á búrfiskaveiðu
við.
Símun er av raskastu sjó-
monnum. Hann hevur ong-
antíð spart seg, hann dugir
alt arbeiði, og so hevur tað
ikki minst at siga, at hann
er sera fryntligur og laga-
ligur at vera saman við.
Símun giftist 15. mai í
1978 við Sonju Johanne-
sen, sum er ættað úr
Lamba. Tey bygdu á Byrg-
isheygnum, og tey eiga trý
børn - Sigurjón, Sóley og
Sámal. Sóley er gift Jóhan
Sundskarð úr Klaksvík, og
tey eiga ein son.
Frá tí hann var lítil smá-
drongur, hevur veiðuhug-
urin ligið til Símun, og
soleiðis er tað framvegis.
Tá ið hann er heima, dámar
honum væl at fara við
byrsuni at skjóta fugl og
harur, og hann hevur ikki
verið leingi heima, tá ið
hann fer á flot saman við
verfaðirinum.
Hervør Joensen 50 ár
Símun Einarsson 50 ár