leygardagur 9. apríl 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 67 - 9. apríl 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Um trý tíðina um náttina 9.
apríl 1970 vóru menn varir
við at sandbáturin "Sand-
ur", sum lá við eystaru
brimgarðsbryggju í Havn
fullfermdur hevði stóra
slagsíðu, og boðað varð
eigaranum Poul Mørkøre í
Havn frá hesum.
Sløkkiliðið
kom
við
pumpum, men so nógvur
sjógvur var komin í bátin,
at hann sakk, bert aftur-
skipið stóð uppundan.
Um morgunin fór sand-
báturin
"Árnanes"
at
grabba sandin úr bátinum,
og seinni fór so kavari nið-
ur at tætta lekan. Silda-
pumpan hjá "Sólborg", ið
kann pumpa 600 tons um
tíman pumpaði bátin lens.
Kelda: Myndaárbókin - árið ið
fór 1970
Fyri 35 árum síðan:
Sandbáturin Sandur sakk
niður við Molan
Símun statsgóð-
kendur í Noregi
13. januar í ár fekk Símun Absalonsen góðkenning
sum statsautoriseret revisor frá Kredittilsynet í Oslo.
Ivaleyst er Símun fyrsti føroyingurin, ið hevur lokið
prógv sum statsgóðkendur grannskoðari í Noregi.
Teir flestu føroyingarnir, sum hava hesa útbúgv-
ingina, hava tikið hana í Danmark, og onkur hevur
hana úr Onglandi.
Noreg er limur í EBS samstarvinum, sum fevnir
um ES, Noreg, Ísland og einstøk onnur lond. Ein
partur av samstarvinum er, at limirnir hava bundið
seg til at útbúgvingarnar skulu hava ávíst fakligt
støði, soleiðis at einki bein er í at góðkenna útbúgv-
ingarnar hjá hvørjum øðrum. Og Símun hevur tikið
av møguleikanum at útbúgva seg til ríkisgóðkendan
grannskoðara í Noregi, meðan hann hevur arbeitt í
Føroyum.
Útbúgvingarleiðin hjá Símuni byrjaði í 1976, tá ið
hann var í fyrsta flokkinum, sum leyk HF prógv í
Klaksvík. Hann tók síðani bankaútbúgving í Føroya
Banka í Havnini. Í 1980 fór hann í starv hjá Grann-
skoðaravirkinum hjá Jógvani Sundstein. Har var
hann inntil í 1987. Í 1983 gjørdist hann skrásettur
grannskoðari.
Frá 1987 og til 1989 búðu Símun og familjan í
Nuuk. Símun var í roknskaparstarvi hjá Royal
Greenland. Síðani 1989 hevur Símun havt egna
grannskoðarafyritøku samstundis, sum hann hevur
verið undir útbúgving. Í 1992 leyk hann HD prógv.
Hann var millum fyrstu næmingarnar, sum luku
prógv, eftir at Føroya Handilsskúli var farin í sam-
starv við Handilsháskúlan í Århus um HD útbúgv-
ingina.
Í 1998 leyk Símun revisor kandidat útbúgvingina
(cand.merc.aut) á Handilsháskúlanum í Århus, og
síðani hevur hann útbúgvið seg í Bergen, meðan
hann hevur røkt fyritøkuna AB grannskoðan.
Síðani í 1994 hevur Símun Absalonsen, sum er 48
ára gamalur og ættaður úr Klaksvík, verið annar av
eksternu grannskoðarunum hjá Norðoya Sparikassa.
Hin grannskoðarin er Martin Gaard, sum eisini er
klaksvíkingur. Hann býr í Keypmannahavn, og hann
hevur røkt starvið í Norðoya Sparikassa síðani 1976.
Símun er giftur Randi, fødd Gunnarsson, og ættað
úr Havnini. Tey eiga trý børn - Brynhild, Mirjam og
Trygvi.
Lesið Sosialin - so eru tit við