Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 9. apríl 2005 17 Seinasti dagur á Argjum Tað er helst einki dulsmál, at arbeiðsdagarnir á Sosi- alinum kunnu vera rok- miklir. Men fríggjadagin var enn meira rokmikið, enn tað plagar at vera. Talan var nevnliga um seinasta arbeiðsdag hjá blaðfólkunum úti á Argja- vegi 26, sum annars hevur verið høvuðsstøðin hjá blaðnum seinastu fjórð- ings-øldina. Framyvir verður tað tó í Tórsgøtu 1 í Vágsbotni, at Sosialurin skal húsast, og flytingin var á skránni fríggjadagin. Hóast viku- skiftisblaðið eisini skuldi framleiðast, so varð lagt til brots at pakka niður og flyta longu hósdagin, og so máttu blaðfólkini lata sær lynda, at umstøðurnar vóru ikki heilt soleiðis, sum tær plaga at vera. Men vónandi var hendan órógvin bara galdandi fríggjadagin. Mánadagin verður lagt til brots í gomlu hølunum hjá Valdemar Lützen, sum nú mugu metast sum spildurnýggj. Gomlu hølini hjá Valdemar Lützen eru innrættað av nýggjum. Mánadagin verða tey tikin í nýtslu sum eitt blaðhús, ið svarar teimum krøvum, sum nútíðin setur til eini slík Mynd: Jens Kr. Vang Best umtókti sangar- in á bretsku hitlist- unum í 1980'unum skal spæla á Summar Festivalinum í ár. Shakin' Stevens hevði 36 sangir á Topp 40 í Bretlandi í 80'unum, og nógvir av teimum verða at hoyra live í Klaksvík leygar- kvøldið 6. august SUMMAR FESTIVAL Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nú hava fyrireikararnir av Summar Festivalinum kunngjørt enn eitt útlendskt høvuðsnavn til festivalin í august. Meðan festivalurin fyri einum góðum mánaði síð- ani dróg eina ordans kanin burtur úr hattinum til tey ungu, eru tað tey meira til- komnu, sum hesaferð fáa sítt heimsnavn. Tí nú er greitt, at bretski sangarin Shakin' Stevens skal spæla á Summar Festivalinum í ár. - Vit hava leitað leingi og væl eftir einum góðum høvuðsnavni til leygar- kvøldið, og valið er fallið á Shakin' Stevens, sum í 80'unum var tann best um- tókti tónleikarin yvirhøvur á teimum bretsku hitlistun- um, siga fyrireikararnir av Summar Festivalinum. Kendur í Føroyum Shakin' Stevens fekk sítt gjøgnumbrot tíðliga í 80'unum við sanginum This Ole House, men næstu árini var hann tað heitasta navnið í bretskum popptónleiki. Hann hevði ikki færri enn 36 sangir á Topp 40 listanum í Bretlandi, og tað kláraði eingin annar tón- leikari í 1980'unum. Meðan The Beatles vunnu hitlista- stríðið í Bretlandi í 60'un- um og Elton John í 70'un- um, so var tað Shakin' Stev- ens, sum fór við sigrinum í 80'unum. -Vit hava við Shakin' Stevens fingið enn eina veruliga poppstjørnu til Summar Festivalin, og tað eru vit sera fegnir um. Shakin' Stevens telist mill- um teir best umtóktu tón- leikararnar í søguni hjá bretskum popptónleiki, og hann hevur eina ørgrynnu av kendum sangum, sum føroyingar eisini kenna væl. Tí er hann eitt sera gott navn til okkara tiltak, siga fyrireikararnir. Fleiri nøvn á veg Trý nøvn eru avdúkað til Summar Festivalin 2005 higartil. Tey eru Brian McFadden, Shakin' Stevens og føroyski bólkurin Law- etz, sum Summar Festival- urin valdi sær í hálvfinaluni í Prix Føroyum síðsta leygarkvøld. Fleiri nøvn eru á veg, og fyriskipararnir fara at kunngera tey seinni. Vænt- andi verður okkurt út- lendskt navn afturat við á festivalinum, og harafturat nógvir føroyskir bólkar. Forsølan til Summar Festivalin heldur fram, og í løtuni eru tey bíligu viku- skiftispassini framvegis at fáa á Shell-støðunum kring landið. Enn eitt heimsnavn til Klaksvíkar