leygardagur 9. apríl 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 67 - 9. apríl 2005
600
tekningar
at velja
millum
Tað var eingin løtt
uppgáva hjá dóms-
nevndini at velja út
fimm vinnarnar í
teknikappingini
TEKNIKAPPING
Snorri Brend
Í samband við at H. C.
Andersen fyllir 200 ár,
hevur teknikapping verið
á
barnabókasavninum
fyri børn upp til 13 ár.
Bestu uppskotini verða
prentað sum bókamerk-
ir, og teknararnir hava
vunnið
eina
bóka-
virðisløn á 500 kr.
Fyrradagin vórðu fimm
vinnarar valdir:
1. Brynhild Fjallsbak 4
ár, Leitisvegur,
Miðvágur (Hin lítla
havfrúgvin)
2. Rasmus R. Rasmus-
sen 7 ár, Niðaragøta 44,
Hoyvík (Hin stinni
tinsoldáturin)
3. Jana Joensen 9 ár,
Skála (Prinsessan á
ertrini)
4. Sudarat Niyomtham
10 ár, Fjalsgøta 16 kj,
Tórshavn (Eldførið,
Pinkulisa og Mishátti
dunnuungin)
5. Eir Nolsøe 12 ár,
Áarrás 11, Argir
(Náttargalurin)
Tá ið freistin var úti,
vóru íalt 590 tekningar
komnar inn.
- Barnabókasavnið takk-
ar øllum børnum, sum
hava sent tekningar inn.
- Tað var ógvuliga ringt
at velja vinnarar, tí har
vóru nógv flott og
spennandi
uppskot,
verður sagt.
Havnagentan Sudarat
Nioymtham teknaði
snøgt sagt bara trý
ævintýr inn í somu
tekning. Og tað var so
mikið væl gjørt, at
hon vann eitt gávu-
kort í teknikappingini
um H.C. Andersen-
ævintýrini
TEKNIKAPPPING
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Sudarat hevði ein
trupulleika: Henni dámdi
væl ævintýrini hjá H.C.
Andersen.
Tað vóru tó serliga trý
teirra, sum henni dámdi
allarbest. Men hvussu í
víðu verð skal ein fáa trý
ymisk ævintýr á eina og
somu tekning?
Hvussu kann ein fáa
hermannin í Eldførinum
við á eina einastu tekning,
har tann mishátti dunnu-
ungin eisini skal við, saman
við Tummilisu?
Og hvat munnu tey í
dómsnevndini fara at siga
til eina slíka tekning?
Men dómsnevndin hjá
Býarbókasavninum
var
kortini samd um, at mynd
hennara var sera vøkur. So
vøkur, at hon vann eina av
fimm heiðurslønum í kapp-
ingini.
- Hetta hevði eg als ikki
væntað, sigur 10 ára gamla
Sudarat Niyomtham, sum
gongur í 2. A í Hoyvíkar
skúla.
Umframt lærugreinarnar
føroyskt og kristni, so eru
tímarnir í handarbeiði og list
nakrir teirra, sum hon gleðir
seg mest til hvørja viku.
Ordiliga glað
Tá tey frá Býarbókasavnin-
um ringdu til pápan miku-
dagin gjørdist fyrst hann
sera bilsin. Tá hann so for-
taldi hetta fyri Sudarat
gjørdist eisini hon sera bils-
in og sera glað.
Og tað høvdu tey alla or-
søk til: Sudarat hevði bara
sent inn hesa einu tekning-
ina, - og tað var júst henda
eina tekningin sum gjørdist
vinnari í kappingini, saman
við fýra øðrum tekningum
frá børnum ymsastaðni frá í
Føroyum.
Tað er longu langt síðani
at onkur hevði verið og av-
myndað børnini, meðan tey
teknaðu myndir úr ævintýr-
unum hjá H.C. Andersen.
Tá hevði viðkomandi lagt
merki til hesa frálíku tekn-
ingina hjá Sudarat. Hon
skildi seg á ein hátt burtur
úr hinum tekningunum.
- Men, sigur Sudarat. Eg
hevði als ikki væntað at eg
fór at vinna.
- Men tá eg so fekk at
vita í gjár - t.v.s. mikudag -
at eg hevði vunnið, so
gjørdist eg ordiliga glað.
Eisini hini
Hetta at tekna er ikki nakað
nýtt hjá Sudarat. Henni
hevur altíð dámað væl at
tekna.
Best dámar henni at
tekna slíkt sum er livandi.
Tað kann t.d. vera fólk,
djór, trø og blómur. Slíkt
sum lív er í.
Til kappingina hjá Býar-
bókasavninum
var
tað
meira bundið, hvat tey
skuldu tekna. Tað skuldi
vera onkur mynd úr einum
av ævintýrunum hjá hesum
danska skaldinum.
Sudarat helt, at tað
ljóðaði spennandi, men so
var bert eftir at finna eitt
ævintýr og eitt motiv burtur
úr hesum ævintýrinum.
Alt byrjaði í roynd og
veru við at ein av lærarum
teirra í 2. A - ein sum eitur
Maibritt - kom við einum
pappíri um kappingina.
Hon fortaldi flokkinum
at nú var ein teknikapping
útskrivað og at øll sum
vildu, kundu senda inn
tekningar til hesa.
- Eg valdi so at senda
eina tekning inn. Og eg
haldi, at nógv onnur í
flokkinum gjørdu tað sama
sum eg, sigur Sudarat.
Trý í einum
H.C. Andersen hevur jú
skrivað ein hóp av ævintýr-
um, harav flestu teirra
munnu vera kend um
okkara leiðir.
Nú var Sudarat ikki so
kend við øll hesi ævintýr-
ini, men hon kendi kortini
nøkur teirra rættiliga væl.
Tað vóru ævintýrini Eldfør-
ið, Mishátti dunnuungin og
Pinkulisa.
Spurningurin hjá henni
var bara, hvat teirra hon
skuldi tekna.
- Eg visti ikki hvat av
teimum eg skuldi velja, so
eg valdi bara at tekna øll trý
í somu tekning, sigur hon.
Og sum tað sæst á tekn-
ingini, hevur hon dugað
sera væl at seta øll trý sam-
an í einu og somu tekning.
Hetta helt dómsnevndin
eisini, og tí var Sudarat
millum teir hepnu vinnar-
arnar av einum gávukorti
við bókum uppá 500 kr.
- Eg veit ikki enn, hvørjar
bøkur eg fari at keypa. Men
tað finni eg útav.
Elektronisk kelidjór
Hóast Sudarat dámar væl at
tekna, so hevur hon eisini
tíð til nógv annað virksemi,
bæði innandura og uttan-
dura.
Seinnapartin
hósdagin
var ein vinkona hennara,
sum eitur Ingibjørg komin
á vitjan, og sótu tær báðar
og hugdu eftir teknifilmi.
Sudarat býr í húsi nr. 16,
meðan Ingibjørg býr í nr.
38, so tað er stutt millum
báðar vinkonurnar.
Tær plaga tó eisini at
gera annað enn at hyggja
eftir filmi. Viðhvørt spæla
tær teldu ella tær taka
súkklurnar útum og súkkla
uttanfyri.
Eitt dámar teimum sera
gott, og tað er at spæla við
tað elektriska kelidjórið -
tvs. ein elektriskan hund,
sum skal passast og pleyg-
ast allan dagin.
- Hetta er ordiliga skeg, tí
vit kunnu eisini fáa teir at
"tosa" saman, siga Sudarat
og Ingibjørg.
HB-álop
Tá tú kemur inn í heimið
hjá Sudarat so sær ein bein-
anvegin, at onkur í húsinum
er ein sannur HB-fjeppari.
Á eini bókahill hongur
ein keppur og eitt turriklæð
hjá felagnum, og onnur ting
geva eisini eina týðiliga
ábending um hvat lið, ið
fólkini halda við.
Sjálv
spælir
Sudarat
eisini við HB. Hon spælir í
bólkinum 8 til 10, og er við
í álopinum á liðnum. Enn
hava tær tó ikki verið
rættiliga í dysti.
Sudarat dámar væl at
røra seg, tí tá fótbólturin
ikki er á skránni, so ger hon
fimleik við Havnar Fim-
leikarfelag.
- Men so spæli eg eisini
ofta við Ingibjørg, sigur
hon.
Sendi eina tekning inn
- og vann
- Mær dámar sera væl at
tekna, sigur 10 ára gamla
Sudarat Niyomtham í Havn,
sum vann eina av virðis-
lønunum í teknikappingini
um ævintýrini
Mynd: Jens K. Vang
Tekningin hjá Sudarat er
trý ævintýr í einum –
Eldførið, Mishátti
dunnuungin og Pinkulisa