Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 • leygardagur • 9. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Skála-ÍF: Á Skála bíða teir framvegis eftir útlendingunum Fuglfirðingar eru væl nøgdir við, at sinni- liga yvirskotið ímóti GÍ var so mikið stórt, at teir megnaðu at fara frá aftur GÍ báðu ferðirnar, sum gøtu- menn høvdu fingið ÍF aftur UPPTAKT Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í Fuglafirði hava teir fót- bóltsliga havt nógv at gleða seg um í tveimum teimum fyrstu umførunum. Sunnu- dagin fekk GÍ teir tvær ferðir aftur, eftir at ÍF hevði verið frammanfyri við ein- um máli, men í 2. hálvleiki megnaði ÍF at gera tað, sum skuldi til fyri at vinna. - Vit høvdu tosað um, at tað ikki mátti koma fyri, at vit mistu sinniliga yvirskot- ið og harvið lótu upp fyri, at tað skuldi ganga soleiðis, sum tað hevur gjørt nógvu tær seinastu ferðirnar á heimavølli ímóti GÍ. Tað eydnaðist, og tað styrkir um sjálvsálitið. Nú er takið at hava fokus á uppgerðini á Skála í morgin, og eg eri vísur í, at allir okkara taka uppgávuna í stórum álvara. Tað var í fjør sjón fyri søgn, hvat Skála stendur fyri í fótbólti, og í teimum báðu fyrstu umførunum hava teir víst, at teir eru á sama spor- inum, staðfestir ÍF venjarin, Petur Simonsen. Magni á Lakjuni, sum síðsta sunnudag kom inn í 2. hálvleiki og var rættuliga eyðsýndur, verður ivaleyst eisini hesa ferðina á ÍF beinkinum. Hann hevur verið burturstaddur í vikuni og hevur tískil ikki vant. Bartal Eliasen, sum kom inn í 2. hálvleiki, verður ikki við, tí hann fer av land- inum í morgin. Tað kann roknast við, at ÍF liðið fer at verða soleiðis mannað, sum tað var ímóti GÍ. Á beinkinum vera so unglingaspælarin Frank Poulsen, Áki Petersen, sum hevur verið skaðadarvaður, Atli Petersen og eykamál- verjin Emil Toftegaard. Á Skála bíða teir fram- vegis eftir, at fremmandu menninir, sum fyri nakað síðani komu henda vegin at spæla fótbólt, skulu sleppa upp í part í landskapping- ini. Nú sigst á Skála, at teir eru komnir í umsetingar- trolið, sum tað hevur verið tosað um í hesi vikuni. - Tað er harmuligt, at tað ikki skal bera til, at teir skulu spæla við. Vit hava avgjørt brúk fyri teimum. At støðan er soleiðis, sæst eisini aftur í venjingunum. Tað ber ikki til at hava teir við í taktiskum venjingum, harmast Johan Nielsen, venjari hjá Skála. Á Skála bíða teir eisini eftir, at Alexandur Johan- sen skal fara at venja. Í hondbóltinum varð hann fótskaddur, og skaðin plág- ar so mikið, at tað ikki ber Alexanduri til at renna og tískil heldur ikki til at venja við bólti á vøllinum á Skála, har tað hóskvøldið var so mikið ótýdligt, at teir vandu í høllini. Í 2001 vóru hvørki ÍF ella Skála í bestu deildini. Nú er talan um toppdyst, so tað kann ikki sigast annað, enn at nógv er broytt. Ein- asta ferðin, at ÍF og Skála higartil hava spælt lands- kappingardyst í bestu deild- ini ímóti hvørjum øðrum á Skála, var í fjør, tá ið heimaliðið eftir undirhald- andi uppgerð vann 4-3. Ein dystur í Sunset- kappingini var leiktur í Havn hóskvøldið SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Dysturin var millum nummar trý og fýra í Sun- set-kappingini, Neistan og Søljuna, og enn einaferð prógvaði havnarliðið, at tær hava munin á vága- liðnum. Avgjørt eftir steðgin Í fyrra hálvleiki var tó ilt at taka dagar millum liðini, tí tað gekk rættuliga javnt á, og í hálvleikinum vóru bert tvey mál á muni. Men eftir steðgin setti hemaliðið ferð á, og tað var í fyrru hálvu av seinna hálvleiki, at dyst- urin bleiv avgjørdur. Søljan fekk bert trý mál fyrstu 17 minuttirnar av seinna hálvleiki, meðan Neistin skeyt ikki færri enn níggju mál, og so var avgjørt. Neistin-Søljan 29- 21(13-11) Neistin: Simona Petersen 11(2), Ása á Neystabø 6, Annika Thomsen 4(3), Mia Káradóttir 3, Marjun Tróndarson 2(1), Kára á Dunga 2, Unn Kragesteeen 1 Søljan: Lina Andriulyte 12(3), Nicoleta Radu Han- sen 3, Heidi Maria Aksel- sen 2, Arnleyg Haraldsen 2, Kristianna Petersen 1, Petra Thomassen 1 Brotstkøst: Neistin 9(6), Søljan 3(3) Útvísingar: Neistin 3, Søljan 5 Neistin-Søljan 29-21(13-11) Neistin vann bronsuuppgerð Dystir um vikuskiftið Fótbóltur Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 10.04 VB-HB Lassin Isaksen 10.04 GÍ-KÍ Birgir Sondum 10.04 Skála-ÍF Oddmar Andreasen 10.04 B36-EB/S Sune Johansen FSF-Steypið 09.04 B71-LÍF Rúni Gaardbo 09.04 Royn-MB Milan Cimburovic 09.04 GÍ-ÍF Georg Rasmussen 09.04 AB-FSV04 Jens Petur Brattalíð Hondbóltur Sunset-kappingin 08.04 Tjaldur-VB Hannis Wardum & Uni Wardum 09.04 Kyndil-VB Hartvig Joensen & Pole Hansen 10.04 Tjaldur-Stjørnan Heri Petersen & Brandur Johansen 10.04 Neistin-VÍF Krisitan Johansen & Dánjal Samuelsen Talan er um toppdyst, tá Skála tekur ímóti ÍF. Í fjør var talan um málveitslu, sum Skála vann 4-3