leygardagur 9. apríl 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 67 - 9. apríl 2005
Smá-
gentur
hjá HF
royna
seg í DM
Hósdagin fóru
smágenturnar hjá
Havnar Fimleika-
felag til Danmark-
ar, har tær í hesum
døgum skulu royna
seg í kappingini
um danmarks-
meistaraheitið
FIMLEIKUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Liðið, ið er farið til
Danmarkar, er smá-
gentur A, og tað vóru
júst tær, ið gjørdust før-
oyameistarar í rútmisk-
um fimleiki í februar
mánað.
Kappast í tveimum
íðkanum
Sjálv kappingin um DM
fer fram í Odense, og
kappast verður leygar-
dagin í Odense Idræts-
hal. Tær føroysku gent-
urnar skulu royna seg í
tveimum ymiskum íðk-
anum. Onnur er ein frí
íðkan, meðan hin íðkan-
in skal verða við hond-
amboðum.
Í tí førinum, har íðkan-
in er við hondamboðum,
luttaka tey donsku liðini
við eini amboðsíðkan
við vimpli, meðan tær
føroysku genturnar lut-
taka við gjarum.
Steðgurin hjá føroysku
gentunum í Danmark er
ikki drúgvur, tí tær
koma heim aftur longu
sunnudagin.
Spurningurin er so, um
smágenturnar hjá Havn-
ar Fimleikafelag fara at
standa seg eins væl og
onnur lið hjá felagnum,
ið áður hava tikið lut í
DM við glæsiligum úr-
sliti.
GÍ-KÍ:
Tað er trýst á gøtumonnum
KÍ venjarin hevur í
vikuni aftur og aftur
mint sínar menn á,
hvussu vandamikið
tað er at hitta sovandi
úlv, sum Ove Flindt
Bjerg málber seg í
Norðlýsinum
UPPTAKT
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað er ikki frítt, at tað er
trýst á GÍ, tá ið teir í morgin
fara at fáa vitjan av KÍ. Í
tveimum teimum fyrstu
umførunum hava teir einki
fingið burturúr ímóti mót-
støðuliðum, sum teir undan
kappingarbyrjan mettu seg
at hava møguleikar ímóti.
Um væl hevðí havt viljað
til, so høvdu gøtumenn havt
seks stig. Nú hava teir
einki, og í fjórða og fimta
umfari skulu teir spæla á
útivølli ímóti VB og HB.
Tí er uppgerðin ímóti
klaksvíkingum á heima-
vølli ógvuliga týdningar-
mikil. Í GÍ vóru teir ikki
misnøgdir við avrikið og
hugburðin í Fuglafirði. Teir
meta tað vera gott tekin, at
tað tvær ferðir eydnaðist at
koma upp á javnt, og teir
iðra seg um, at teir seinna
partin av 2. hálvleiki góvu
ÍF so nógvar møguleikar at
fara í snarálop.
Í Gøtu hava teir, sum so
manga aðra staðni kring
landið, verið darvaðir av
veðrinum.
Hóskvøldið
vandu teir ikki, men í gjár
varð roknað við, at allir teir,
sum spældu ímóti ÍF, fara at
verða tøkir í morgin. Í
Fuglafirði noyddist Atli
Gregersen at taka seg aftur,
tí hann fekk eitt trælær,
sum teir kalla tað, men
hann er tøkur aftur.
Í Klaksvík hevur høgætt-
in heldur ikki verið so blíð í
hesi vikuni. Har hava teir
eftirmett avrikið ímóti VB,
og teir eru ikki nøgdir. Um
tað skal eydnast betri ímóti
GÍ, so er neyðugt við væl
betri hugburði, og Ove
Flindt Bjerg, KÍ venjarin,
sigur í Norðlýsinum í hesi
vikuni, at tað er eingin or-
søk at rokna við lættari
uppgávu. Hann sammetir
GÍ við sovandi úlv, sum tað
sigur seg sjálvt er torført og
vandamikið at koma í
holtur við.
KÍ venjarin sigur seg
rokna við, at slagið fer at
standa um miðvøllin, men
hann vísir eisini á týdningin
av, at KÍ fær spælið at
ganga eftir sínum treytum.
Ovi Nysted var leikbann-
aður ímóti VB. Hann verður
aftur í KÍ miðverjuni í
morgin. Og so er spurning-
urin, um Karstin Joensen
fer at fáa møguleikan ímill-
um stólparnar hesa ferð.
Karstin var skaddur í nakrar
vikur, men nú eru tvær
vikur síðani, at hann aftur
fór at venja. Tað varð av
fleiri roknað við, at hann
skuldi fáa møguleikan ímóti
VB, men venjarin valdi at
geva unglingaspælaranum
Mathiasi Samuelsen enn ein
møguleika, og ungi mál-
verjin stóð seg væl.
KÍ hevur seinnu árini
staðið seg væl í Sarpigerði.
Teir hava vunnið trý tey
seinastu árini, og síðsti GÍ
heimasigurin á klaksvík-
ingum var í 2001, tá ið teir
vunnu 5-1.
Seinastu trý árini hava
gøtumenn ligið eftirá, tá KÍ
hevur vitjað
B36-EB/Streymur:
B36 skal hava ein sigur
Kravið til B36 sunnu-
dagin er ein sigur, um
fólk ikki skal byrja at
tosa um eina kreppu í
árstalsfelagnum. Men
mótstøðumenninir úr
EB/Streymi ætla sær
eisini øll trý stigini
UPPTAKT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
B36 hevur fingið eina stak
vánaliga byrjan upp á kapp-
ingarárið 2005. Ein ósigur
fyri NSÍ í Gundadali og ein
heppin
javnleikur
móti
uppflytarunum TB á Tvør-
oyri er ikki nóg gott, tá ið
málið er at vinna FM-heitið.
Hetta ásanna teir í B36
eisini, og tí er kravið sunnu-
dagin, tá ið EB/Streymur
kemur á vitjan ein sigur.
Ivi um Klæmint
Manningin hjá B36 til dyst-
in sunnudagin verður allar-
helst tann sama sum á Tvør-
oyri. Ivi er tó um stríðs-
mannin
á
miðvøllinum
Klæmint Matras, sum hevur
ein skaða at dragast við.
Klæmint hevur ikki vant í
vikuni, tí roynt hevur verið
at spara hann í eini roynd at
fáa hann kláran til dystin
móti sundalagsmonnum.
Verjuleikarin hjá B36,
Herbert í Lon Jacobsen,
sigur, at teir eru ógvuliga
svangir eftir stigunum, og
tað er ikki nóg gott bert at
hava fingið tað eina stig til
høldar, nú tvey umfør eru
farin aftur um bak.
- Um vit ikki fáa ein sigur
sunnudagin, so fara fólk at
tosa um kreppu. Tað noyð-
ast vit at liva við, tí vit
spæla við B36, og málið er
føroyameistaraheitið.
Tì
haldi eg eisini, at tað eigur
at verða soleiðis, at fólk
skulu hava loyvi at tosa um
kreppu, um vit ikki koma í
gongd nú, sigur Herbert í
Lon Jacobsen.
Nógv ivamál hjá
sundalagsmonnum
Hjá EB/Streymur er greitt,
at teir noyðast at verða
fleiri týðandi leikarar fyri-
uttan. Verjuleikarin Fróði
Clementsen er framvegis
skaddur, og hann verður tí
ikki við móti barndómsfel-
agnum. Harumframt er
greitt, at heldur ikki Hallur
Jacobsen verður tøkur til
dystin í Gundadali.
Toppskjúttin í landskapp-
ingini í fjør, Sonni L. Peter-
sen, var ikki við móti Skála
seinasta sunnudagin, tí at
hann lá sjúkur, men hós-
kvøldið vandi hann við aftur
fyri fyrstu ferð, og hann
verður tí við í hópinum.
Spurningurin er so, um hann
verður millum teir fyrstu
ellivu, ella um ungi Leif
Nicalssen fær ein møguleika
afturat í álopinum.
Royndi
verjuleikarin
Andrej Pacek hevur verið
skaddur, men er farin at
venja aftur, og hann verður
óivað við sunnudagin.
Ein av royndaru leikarun-
um hjá EB/Streymi er Ják-
up Martin Joensen. Hann
sigur, at teir vænta sær ein
truplan dyst sunnudagin, tí
at
B36-leikararnir
eru
ógvuliga svangir eftir ein-
um sigri. Hinvegin heldur
Jákup Martin, at tað kann
verða ein fyrimunur fyri
EB/Streym, at tað er so
stórt trýst á heimaliðið.
Hann leggur afturat, at tað
er einki at ivast í, at EB/-
Streymur fer eftir øllum
trimum
stigunum
í
Gundadali sunnudagin.
Á Tvøroyri halda teir,
at avrikið ímóti B36
ber grundarlag fyri
góðum treysti við sær,
nú teir fyri aðru ferð
skulu á Skálafjørðin
UPPTAKT
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í fyrsta umfarinum var TB
á Skála. Har løgdu teir rygg
til trivaligt tap, og tað var
beinanvegin at spádomar
hoyrdust um kanónføði í
bestu deildini.
Síðsta sunnudag vitjaðu
silvurvinnararnir í B36 á
Sevmýri. Tá endaði tað
málleyst. Tvørámenn vóru
nøgdir við, at tað eftir
stórtapið á Skála eydnaðist
at halda tætt í verjuni, men
teir harmast um, at tað ikki
eydnaðist at fáa mál burtur
úr onkrum av nógvu mál-
møguleikunum, sum teir
høvdu.
Í B36 málinum var tað
landsliðsmálverjin Jákup
Mikkelsen, sum vardi fyri.
Í morgin fara TB spælarar-
nir at standa yvir fyri
hinum landsliðsmálverjan-
um, Jens Martini Knudsen.
Allir tvørámenninir, sum
vóru við ímóti B36, eru
tøkir undan avbjóðingini í
Runavík.
Í NSÍ iðraðu teir seg um,
at teir í evstu løtu mistu eitt
stig í Gundadali ímóti HB. Í
báðum førunum, tá ið HB
fekk mál, sveik okkurt, sum
tað vóru klokkuklárar av-
talur um, siga teir í Runavík,
sum
kortini
ikki
eru
misnøgdir við, at tað eftir
tvær ferðir í høvuðsstaðnum
eru trý stig á kontini.
Undan TB vitjanini eru
allir NSÍ spælararnir klárir
at spæla. Hóskvøldið vandu
teir eina løtu í kavanum.
Einasta lítla ivamálið var
Sjúrður Jacobsen, sum fekk
lítlan vøddaskaða ímóti HB
og fyrrapartin av vikuni
ikki hevur vant saman við
hinum.
Tað hevur nógvu tey
seinnu árini verið langt
ímillum landskappingar-
dystirnar millum NSÍ og
TB. Í Runavík hevur NSÍ
vunnið tvær tær seinastu
ferðirnar, feløgini hava
dystast - 5-1 í 2002 og 1-0
í 1998. Síðsti TB sigurin í
Runavík er tíggju ára gam-
alur. Í 1995 vann TB 3-2 í
Runavík ímóti NSÍ, sum
flutti niður hetta árið.
NSÍ-TB:
NSÍ roknar við stórari avbjóðing