Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 67 - 9. apríl 2005 Føroyski bólkurin Yggdrasil er aftur á ferð í útlondum og er m.a í Sveis í hesum døgum, har um- mælini av bólkinum eru góð TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Yggdrasil er ein stak liv- andi bólkur á so mangan hátt. Hann eldist ikki nevn- ivert, er sera virkin og hev- ur verið tað í mong ár, manningin er ikki heilt støðug, og ikki minst, so er bólkurin sera ofta á ferð í útlondum. Tað er hann aftur nú. Hesaferð er tað ikki á Hawai ella í Argentina, men í Sveis og har á leið. Og vitjanin fer ikki fram- við ómerkt. Miðlarnir gera burturúr. Blaðið stadt st. gallen hevur grein og mynd av bólkinum. Har verður sagt frá bólkinum og sang- fuglinum Eivør, sum er við mikrofonina á ferðini. Gjølla verður greitt frá navninum Yggdrasil og norðurlendsku guðalæruni, um Eivør, føroyskan tón- leik og tónleikaarv og um bólkin og tónleikin. Og tað er ikki sørt, at bólkurin fær rós fyri fram- førslurnar á ferðini. Grein- in, nevnd Faroer-Blues, er jalig og ger fitt burturúr at siga frá bólki, sangarinnuni Eivør, tónleikinum og Før- oyum. Nógvir bólkar hava sum frálíður vitjað í Sveits, eftir at Tutl fekk samband við fólk har, ið hava fingið áhuga fyri føroyskum tón- leiki. Hetta er Roger Ray úr fløguhandlinum TonArt og starvsfelagi hansara í sam- band við føroyskan tónleik, Felix. Nevnast kann at t.d. Høgni Lisberg eisini hevur verið á ferð í Sveis. Mann- ingin hesa ferðina er Eivør Pálsdóttir sang Villu Veski saxofon Hedin Ziska Davidsen guitar Kristian Blak piano Mikael Blak bass Brandur Jacobsen trummur Konsertskráin er henda næstu dagarnar: 7. April 21.00 Porgy&Bess, Wien www.porgy.at 8. April 21.00 Smaragd, Linz www.smaragd.cc 9. April 20.30 Cafe Museum, Passau www.cafe-museum.info Roger Ray hevur sent okk- um myndirnar úr Sveis og eru tær frá eini framførslu í St. Laurenzen kirkjuni í St. Gallen tann 3. apríl 2005. Yggdrasil aftur á ferð úti í heimi