leygardagur 9. apríl 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 • Vikuskiftið 9.–10. apríl 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Játtanarskipanin er eitt
amboð, ikki stein-
talvurnar hjá Mósesi
Tinghellan síða 40
FERÐSLUTRYGD
Snorri Brend
Har var ein øgiligur gangur í
høllini hjá Skipafelagnum henda
mikumorgunin.
Tað hevði eisini sína orsøk, tí
henda morgunin vóru ikki færri
enn 280 børn úr øllum landinum
savnaði saman til eitt tiltak hjá
Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Hetta er eitt árligt tiltak – ein
hjálmastevna – har næmingarnir
fáa nógv áhugavert at vita, um
hvussu ein kann tryggja seg í
ferðsluni. Og eisini frágreiðingar
um, hvat ein skal ansa eftir tá ein
súkklar, gongur ella stendur á
rulluskoytum.
Nógv varð gjørt burturúr
skránni, tí tá so nógv børn eru
savnaði saman er neyðugt at
okkur hendir alla tíðina. Og tað
gjørdi tað.
Har var sangur, frágreiðingar,
pylsur, súkkling og so ein for-
kunnug vitjan av Trøllapæturi og
Ommuni, sum vóru komin til
Havnar í hesum sambandi.
Tað gjørdi tí stóra lukku, tá
Omman kom koyrandi inn í
høllina á einum trukki, meðan
Trøllapætur stóð frammi á gaffl-
inum.
Tá tey so fóru á pallin at
undirhalda vóru børnini – og tey
vaksnu – ordiliga við. Tey sungu,
hoppaðu og gjørdu rørslur til
sangirnar, júst so sum tey vórðu
biðin um.
Eitt endamál við stevnuni er at
lata allar næmingarnar fáa hvør
sín hjálm. Ein reyðan til gentur-
nar og ein bláan til dreingirnar.
Jú, Ferðslutrygd hevur fatur á
einum røttum tráði í hesi hjálma-
stevnuni. Tí ferðslutrygd er ein
góð søk at stríðast fyri. Tey siga,
at "hjálmurin er cool". Líkt er
til, at børnini halda tað sama.
Og tað man fara at vísa seg, at
hetta arbeiðið fer at geva úrslit
beinanvegin.
280 hjálmar og ein søk
Árliga hjálmastevnan hjá Ferðslutrygd var í Havn mikudagin
280 glað børn á Hjálmastevnu við hvør sínum hjálmi
Mynd: Jens Kr. Vang