leygardagur 9. apríl 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 67 - 9. apríl 2005
Dagny Joensen
Tað kann vera áhugavert at lurta
eftir sendingum, hóast tú ikki
hevur innlit í tí, sum tosað verð-
ur um. Slík sending er náttúru-
sendingin hvønn sunnudag í
vetrarhálvuni, sum Jónheðin
Tróndheim, útvarpsmaður, skipar
fyri. Tú lurtar og gloymir tíðina,
tey trý korter sendingin varir.
Talan er um veruligt útvarp,
har fólk og fæ eru í sínum
dagliga umhvørvi. Tú hoyrir áina
tutla, lombini jarma og dunnur-
nar gvagga. Útvarpsmaðurin
gongur við sínum heimildarfólki
í bøi og haga, og tú hoyrir á
andadráttinum um gingið verður
í brøttum ella sløttum lendi ella
tá farið verður inn í okkurt fjós.
Jónheðin Tróndheim er út-
lærdur bilsmiður, harnæst hevur
hann verið sjálvlesandi í tónleiki
og ljóðtøkni á skeiðsskúla í
USA. Í løtuni nemur hann sær
grundútbúgving innan landbúnað
og hevur verið í starvsvenjing á
Royndarstøðini.
Hetta seinasta bert við tí fyri
eygað, at um hann seinni kundi
hugsað sær at tikið við festi, so
hevur hann førleikan sum krevst.
Hann hevur havt starv í út-
varpinum frá 1986, tó at hann
hevur verið burtur í tíðarskeið-
um, eitt nú sum tøkningur á
tíðindadeildini í Danmarks Radio
og seinni í Sjónvarp Føroya.
Seinastu árini hevur hann verið
freelance maður og átikið sær
nógvar ymiskar uppgávur.
Trívist ikki í vanaarbeiði
Jónheðin Tróndheim: - Fyri trim-
um árum síðani valdi eg at fara
úr starvinum í SvF, av tí at eg
trívist ikki so væl í vanaarbeiði.
Eg valdi hesa arbeiðsskipan,
hóast ein vandi er, at eg kanska
ikki havi nakað arbeiði í morgin.
Tí eru mínar ymsu útbúgv-
ingar gjørdar rættiliga tilvitað,
fyri at hava fleiri bein at standa
á. Tað ger millum annað, at tú
kanst hvíla í tí arbeiðsuppgávu
sum tú hevur í løtuni, og ikki
skal hugsa um annað, sigur
Jónheðin Tróndheim.
Í sínum dagliga arbeiði fæst
hann við at gera heimasíður og
tekur av og á vaktir í útvarp-
inum, ella eisini veitir hann eina
hjálpandi hond á onkrum
bóndagarði, sum hevur tørv á tí.
Jónheðin Tróndheim er giftur
og eigur tvey børn. Hann er
argjamaður og hevur bygt á
trøðni hjá ommu og abba sínum.
Tríggjar stórar træir eru nærindis
sethúsini, har gæs, dunnur og
seyður gongur.
Tá henda samrøðan varð gjørd,
ringdi telefonin hjá Jónheðini.
Ein starvsfelagi í útvarpinum
bað hann koma at seta klemmur í
– Um eg tosi við fólk í haganum ella geri eitt
kaffiprát í einum køki, so er altíð okkurt
áhugavert at frætta, sigur Jónheðin
Tróndheim, útvarpsmaður
Fólk og fæ:
Alt hevur sína søgu
Jónheðin Tróndheim: – Fyri trimum árum síðani valdi eg at fara úr starvinum í SvF, av tí at eg trívist ikki so væl í
vanaarbeiði. Eg valdi hesa arbeiðsskipan, hóast ein vandi er, at eg kanska ikki havi nakað arbeiði í morgin
Útvarpssendingarnar hjá Jónheðin
Tróndheim eru viðkomandi, av tí at
hann hittir fólk og fæ í teirra dagliga
umhvørvi. Tú hoyrir áina tutla, lombini
jarma og dunnurnar gvagga