Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 9. apríl 2005 29 hornini á einum veðurlambi hjá sær. Jú, gamaní, so var tann av- talan fingin í lag. „Fram við Ánni" Upprunaliga fekk Jónheðin Tróndheim fyri nøkrum árum síðan hugskotið at gera prát- sendingar við fólk, av tí at hann helt, at tørvur var á júst slíkum sendingum. Hon fekk heitið "Fram við Ánni". – Áin var at kalla bert eitt møtistað, fyri at taka fokus frá teimum, sum eg tosaði við. Ofta eru fólk ótrygg, tá vit taka upp, og tí skuldi áartutlið fáa tey at kenna seg tryggari. Annars var evnið frítt. – Uppgávan var at tosa við fólk um eitthvørt evni, sum hevði teirra áhuga. Tað vísti seg, at ljóðmyndin fekk fólk at hugsa um náttúruna, og soleiðis fekk sendingin so við og við hetta sniðið, einamest tí at fólk vildu tað soleiðis, sigur Jónheðin Tróndheim. Hann heldur at øll fólk hava eina spennandi søgu at siga, sama hvør persónurin er. – Tað løgna er, at nógv halda, at júst teirra søga er lítið verd. Mær dámar serliga væl at tosa við fólk, og mínar royndir eru, at øll hava okkurt áhugavert at siga frá. Um eg tosi við fólk í hagan- um ella geri eitt kaffiprát í ein- um køki, so er altíð okkurt at frætta, sigur Jónheðin Trónd- heim. Dunnur og staðarnøvn Útvarpsmaðurin hevur í vetrar- hálvuni tosa við fólk um dunnur og gæs á Villingardalsvegnum í Havn, verið í Kvívík og hugt eftir seyði, í Norðadali og mjólka, vitjað í fjósi í Oyndar- firði, og givið dunnum í Skálafirði - bert fyri at nevna dømi. Spurdur hvussu tað ber til at hava slaka tímasending um so "smøl" evni, sigur Jóherðin Tróndheim, at tað hevur hann ongantíð hugsað um. - Um eg haldi at eitt evni er áhugavert, so halda onnur tað ivaleyst eisini, sigur hann. Tað er altíð onkur sum hevur eina upprunasøgu at siga, eitt nú um dýrahald, staðarnøvn og tílíkt, sum heimildarfólkini, ið eg tosi við, hava stóra vitan um. - Hóast talan er um sendingar, sum kanska ikki hava breitt innihald, so veit eg av royndum, at óvanliga stórur áhugi er fyri sendingum av slíkum slag. Eitt nú sending um gásarhald hevur vakt ans, av tí at so nógv hava gæs kring landið. – Í dag er eisini so vanligt at fólk hava húsdýr - sjálvt í miðbýnum í Havn kanst tú ikki ganga, uttan so at tú hoyrir gákan av dunnum og hønum, sigur Jónheðin Tróndheim. Samanlagt spenna sendingar- nar víða, frá fólkafrásøgnum og til dunnusøgur. Tað mest náttúrligt hjá Jón- heðini Tróndheim, í hesum sendingum, hevur verið at tosa við fólk, sum hava skil fyri náttúruviðurskiftum. At vera bóndi er m.a. at læra fólk um staðarnøvn, sigur Jón- heðin Tróndheim og kemur við einum dømi: - Bóndin kann ikki biða nakran fara eftir eini ær, um hann ikki veit, hvussu staðið eitur, har hon gongur. Tí havi eg serliga tosað við bóndur, ognar- fólk og røktingarmenn, sum hava skil fyri hesum viðurskiftum. – Er tað ikki krevjandi arbeiði? – Nei, tað haldi eg als ikki. Tað er sera áhugavert arbeiði og tað kennist ongantíð strævið. Heldur ikki, tá vit herfyri í stormi og kavaroki stóðu í hag- anum í Kvívík og prátaðu um seyð, sigur Jónheðin Tróndheim. Eingin romantiskur dreymur – Hevur tú ætlanir um at gerast bóndi? – Tað er ikki ómøguligt, men ikki bara um møguleikin er at fáa festi. Sum bóndi ert tú ógvuliga bundin og tað er als eingin romantiskur dreymur hjá mær, hóast eg havi fortreytirnar. Eg geri tað bert, um eg fái kon- una og børnini við, sigur Jón- heðin Tróndheim. Nú vetrarskráin hjá Útvarpin- um er um at verða liðug, er bert ein sending eftir hjá Jónheðini Tróndheim. Tað er um eina útferð í Sjeyndum, har hann fylgir við røktingarmonnunum. – Annars fari eg helst at verða avloysari í útvarpinum í summar. Eftir tað kemur hoyggingin fyri, og tá fari eg helt at veita eina hjálpandi hond onkrastaðni, sigur Jónheðin Tróndheim. Jónheðin Tróndheim er argjamaður og hevur bygt á trøðni hjá ommu og abba sínum. Tríggjar stórar træir eru nærindis sethúsini, har gæs, dunnur og seyður gongur