Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 67 - 9. apríl 2005 SAMRØÐA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað er, sum sær hann heimin í fepurhita, ein surrealistiskan dreymaheim, har lillalitta gróti líkist eiturbommum, sum syftast higar og higar. Naivur og barnsligur, men altíð orginalur og slóðbrótandi. Heimlig mynd- evni í psykodeliskum hami, sum eru vit á eini aðrari planet. Eitt sindur av van Gogh, kanska eitt brá av Thomas Arge ... Royndirnar at lýsa listamannin Arnold Vegghamar eru nógvar og ymiskar, men sjáldan av- gjørdar. Tað einasta avgjørda er semjan um, at Vegghamar ikki líkist nøkrum øðrum vit nakran- tíð hava sæð í føroyska mynd- listaheiminum. Summi fegnast, onnur eru firtin, tí "Soleiðis sær veruleikin ikki út" Forfjónaðar landslagsmyndir Men einaferð málaði Arnold veruleikan, sum hann sær út. Við Waagstein og Kruse sum fyri- mynd byrjaði Arnold at mála í 1950 unum og málaði leingi siðbundnar landslagsmyndir, sum eru so eyðkendar fyri føroyska myndlist, at talan er vorðið um ein serføroyskan listaflokk í sær sjálvan. Arnold minnist serliga væl eitt gott ummæli, Karsten Hoydal gav honum í bløðunum, og tað gav hon hug at halda fram, sigur Arnold og smílist, tá hann minnist hesa fyrstu tíðina sum listamaður – Jú, eg var errin av ummæl- inum hjá Karsten, men Ingolv av Reyni hevði ofta at mær. "Tú gert ov lítið við tað, Arnold", plagdi hann at siga, minnist Arnold og grunar, at hann kanska longu tá var farin at troyttast av naturalistisku lands- lagsmyndunum – Landslagsmyndirnar seldu, sum eg veit ikki hvat. Tað var jú tað, fólk vildu hava tá. Nú er hetta slagið av myndlist full- komiliga forfjónað av listaum- mælarum. Og tað ger onki, tí talan var sjáldan um list, men heldur um eftirgerðir av veru- leikanum, har tú bara skuldi duga at herma so væl, sum gjørligt. Nógvar av myndunum vóru eisini bílagdar við neyvum krøvum um alt frá stødd, til hvussu nógv av útsýninum skuldi við. Eftirgerðir krevja ikki, at tú tekur teg sjálvan við í myndirnar, so har verður tú ikki verandi, um tú ætlar tær at vera listamálari, sigur Arnold. Og tí var tað eisini, at Arnold Vegghamar byrjaði at leita nýggjar listarligar leiðir.Hvaðan íblásturin kom frá, dugir hann ikki rættiliga at siga - innanífrá helst, tí nú er tað veruleikin, sum hann sjálvur sær hann, ið kemur fram á løriftinum, og ikki veru- leikin, soleiðis sum onnur halda hann eigur at síggja út. Viðkvæmt sinni Nýggi stílurin hjá Arnoldi fall ikki í góða jørð hjá øllum. Summi søgdu onki, meðan onnur søgdu bart út at, "Soleiðis sær tað ikki út!" Fólk skiltu ikki nýggju málningarnir og gera ofta tað framvegis ikki, heldur Arnold, sum helt tað vera trupult og ofta eitt sindur flovisligt at greiða fólki frá, hví hann hevði slept naturalistisku myndunum og var byrjaður uppá hetta nýggja. – Man vil helst ikki fornerma listarliga tokkan hjá fólki, men tað kanst tú verða noyddur til, um tú skalt verða erligur móti tær sjálvum. Og ert tú ikki tað, er tað ongin meining í at royna at skapa list, sigur Arnold og leggur Arnold Vegghamar: Tá heilin letur seg Í øllum meldrinum av bilum og fólki í býnum letur heilin hjá listamanninum, Arnoldi Vegghamar, seg aftur, og tá ber ikki til at skapa list. Men eina frostklára nátt á Grømma á Viðareiði letur heilin seg upp, og tá liggur allur heimurin opin at skapa list burturúr Heimurin í fepri Hamrar og urðar, skriður og skursl, sum vit síggja í málningunum hjá Arnoldi, finnast eyðvitað í fjøllunum á Viðoynni, har málarin finnur síni myndevni. Men myndir hansara eru ikki vanligar náttúrulýsingar, hann ber annað fyri brósti. Málningarnir eru tráligar sjónir, persónligar tulkingar av landslagnum, ið leiða áskoðaran inn í annan heim. Tey stuttu friðleysu, litsterku og ágangandi pensilsstrokini spegla eitt sálarinnar pínulandslag. Ein kennir seg vera í surrealistiskum dreymaheimi, har eingin luft er at anda og alt treingist saman um ein. Steinarnir eru í áhaldandi ófriði, teir syftast til ymsar síður, og sum rørslurnar eru litirnir ógvusligir, fepurheitir. Sonn náttúruræðsla er bundin í omanlopunum, ið hótta við at spreingja myndarammuna. Bárður Jákupsson, Myndlist í Føroyum, Sprotin, 2000