Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 9. apríl 2005 31 VEGGHAMAR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Listakvinnan Maria Mørkøre hevur eygleitt listina hjá Arnoldi Vegghamar í nógv ár. Eftir hennara tykki er tað ongin ivi um, at Vegghamar er ein tann mest orginali listamaðurin, vit nakrantíð hava havt í Føroyum. – Skalt tú fylgja reglunum, gert tú stutt sagt ikki tað, sum Vegghamar ger. Tú tekur til dømis ikki óblandað reytt og setur tað saman við ymsum grøn- ligum tónum, tí tað órógvar javn- vágina. Tað sigur reglan, so tað halda vit onnur okkum til. Vegg- hamar torir at bróta reglurnar og fær tað at rigga kortini. Sum listafólk stendur tú mestsum bara og gánar og spyr teg sjálvan "Hvussu fær hann tað at bera til". Tað er, sum spyr hvør einasti málningur: Tori eg hetta? Ber tað nú til? ella Er hetta ov nógv av tí góða? Listarliga eru málningar- nir tískil bæði dragandi og ræð- andi, tí teir ríða allatíðina á markinum millum tað ómøguliga og tað møguliga í einum støðug- um spenningi, sum er sera inspirerandi, sigur Maria Ein onnur planet Málningarnir hjá Vegghamar eru ikki vakrir eftir vanligum máti- stokki. Heldur er tað er okkurt óveruligt við teimum, sum verður tú tikin við út á eina aðra planet, ella kanska til eitt Viðar- eiði í psykodeliskum hami, grunar Maria – Vegghamar krógvar seg ikki aftan fyri siðvenju ella stíldyrk- an, og tað gevur ofta málning- unum eitt naivt og barnsligt útrykk, sum standa teir púra naknir. Tað er okkurt ótrúliga erligt og opið yvir teimum, sum eisini ger teir so persónligar. Eg fái í øllum førum eina kenslu av einum menniskja, hvørs lív tað er at mála, einum menniskja, sum onkusvegna er sínar máln- ingar. Men kanska er tað treytin, tá eitt so øðrvísi listafólk skal liva og virka í einum so trongum samfelag og listarligum um- hvørvið, sum tað føroyska. Og kanska liggur onkur slíkur boð- skapur í húsunum á myndunum, sum hóast tey standa saman, tykjast so einsamøll, sum venda tey sær burtur frá hvørjum øðrum, hugleiðir Maria. Vegghamar og van Gogh Maria er ikki samd við teimum mongu samanberingunum av Vegghamar og van Gogh. – At báðir brúka sterkar litir og stutt strok merkir ikki, at teir líkjast, tí temperamentið, sum førir pensilin, er týðiliga sera ymiskt. Van Gogh málaði lættar og skjótar málingar, meðan teir hjá Vegghamar eru næstan ovur gjøgnumarbeiddir. Hann brúkar nógva máling, lag oman á lag fyri eisini at skapa strukturar, og tað ger ofta málningarnar tungar, næstan massivar – So eftir mínum tykki rakar handan samanberingin við síðuna av og er heldur eitt tekin um, at vit illa duga at rúma nøkrum so øðrvísi og slóðbrótandi, sum listini hjá Vegghamar. Tað er heldur eitt eyðkenni fyri hann, at hann ikki letur seg ávirkað ella órógva hvørki av fortíðini, øðrum listafólkum ella rákum í nútíðini. Vegghamar umboðar bara seg sjálvan og er eftir mínum tykki tann mest orginali myndlistamaðurin við eiga í Føroyum, sigur Maria Mørkøre. Tað vit onnur ikki tora – Objektivt sæð, ger man stutt sagt ikki tað, Vegghamar ger. Og sum listafólk stendur tú bara og gánar og spyr teg sjálva, "Hvussu fær hann tað at bera til", sigur Maria Mørkøre, listakvinna afturat, at list altíð er ómetaliga persónlig. Sjálvur leið hann av tunglyndi í nógv ár, og tá hjálpti tað altíð at fara í holt við teir sterku, glógvandi litirnir, sum kendust lættir fyri sinnið. – Tíbetur eri eg sloppin av við tunglyndið, men mítt sinnið er sera viðkvæmt. Sterku og óblandaðu litirnir brúki eg sum oftast tilætlað, men onkuntíð kennist tað sum náttúran rundan um meg veruliga sær soleiðis út - frísk og klár og á tremur við alskyns litum. Besta løtan hjá mær at mála er eitt frostklárt púra stilt vetrarkvøld her á Viðareiði, har tað einastu tú, hoyrir, er seyðin, sum skavar í kavanum. Tá letur heilin seg upp, og allur heimurin liggur púra opin at skapa burturúr, sigur Arnold. Honum dámar onki serligt býarlívið í Havn ella Klaksvík. Har er ov nógv asfalt og betong, og í øllum meldrin- um av bilum og fólki letur heilin hjá Arnoldi seg aftur. Og tá ber ikki til at skapa list longur. Myndin er boðskapurin Arnold skilur væl tey, sum ikki skilja hansara list. Helst kemst tað av, at tað eru so nógv, sum ikki eru von við at síggja list. Tí gera tey sær heldur ikki tankar um, hvat list er fyri nakað, og hví ein listamálari hevur trongd til at mála, heldur hann. – Eg haldi heilt einfalt, at nógv hava ilt við at skilja, at tú málar eitt innara landslag, har tú roynir at fáa lørifti at endurspegla tínar kenslur og tankar. Góð list brýtur frá og gongur nýggjar leiðir. Tað er tað, sum ger hana til list, at hon letur nýggjar dyr upp. Slíkt má koma innanífrá, tí tekur tú tað frá øðrum, verður tað bara enn ein eftirgerð millum alt ov nógvar aðrar, sigur Arnold, sum eisini heldur tað vera alt ov nógvar listaframsýningar at fara til fyri tíðina. - Tað tykist sum, at tað er meir umráðandi at skunda sær at fáa málningin lidnan, fyri at sleppa at sýna hann fram, heldur enn at gera sær eitt sindur meir ómak við honum, heldur Arnold. Sjálvur brúkar han eini 14 dagar at mála ein málning, og nógvir verða bara vendir inn móti vegginum, tí Arnold ongantíð varð nøgdur við teir. Kanska hann tekur teir framaftur og roynir umaftur við fleiri løgum, nýggjum litum, øðrvísi kom- positiónum – Tað hevur stóran týdning, at litir og kompositión skapa eina myndliga heild, men allarhelst vil eg hava málningin at glógva. Eg hugsi ikki so nógv um at leggja ein boðskap inn í mynd- ina. Myndin sjálv er boðskapurin - ein visuellur boðskapur, sum letur eygu og dyr upp. Málningarnir eru míni børn Hóast Arnold málar fyri seg sjálvan, ikki fyri onnur, heldur hann tað vera stuttligt, tá onnur fáa eina uppliving av at hyggja at málningunum. Men hann hevur ongatíð lagt nakað serligt í at hava framsýningar. Tað er so møðsamt at fáast við at flyta málningarnar aftur og fram í bili, heldur hann, og honum dámar heldur onki at koyra gjøgnum smølu og myrku tunnlarnar norðanfyri. Og tó, tá ein framsýning er við at koma upp at hanga, verður hann spentur og fær summarfuglar í búkin, men tað er framvegis við blandaðum kenslum at han selur sínar málningar – Mínir málningar eru míni børn, og at selja teir er næstan tað sama, sum skuldi eg selt mínar frensar, Golli og Petty. Eg hevði saknað teir øgiligt og hugsa nógv um, hvar teir nú vóru, sigur Arnold og tekur Golli upp í fangi og kínur honum aftan fyri oyrað. g upp ... Listamaðurin Arnold Vegghamar leggur ikki so nógv í at tosa um boðskap í sínum myndum. - Myndin sjálv er boðskapurin, sigur hann Í løtuni er 24 nýggir málningar hjá Arnoldi Vegghamar at síggja í Leikalund í Klaksvík. Framsýningin er opin allan apríl mánað. – Eg fái eina kenslu av einum menniskja, sum næstan er sínar málningar, sigur Maria Mørkøre, listakvinna um málningarnar hjá Vegghamar