leygardagur 9. apríl 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 67 - 9. apríl 2005
ARBEIÐSVANLUKKA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sørin Lisberg er ættaður úr Vági.
Hann er giftur Hallbjørg Eliasen,
sum er úr Leirvík. Tey eiga
børnini, Høgna, sum er 22 ára
gamalur, Katrin, sum er 16 og
Judith, sum er 13 ára gomul. Tey
bygdu sær hús í Leirvík, har tey
framvegis búgva. Hetta vóru eini
vanlig sethús, tá ið tey vórðu
bygd, men í dag eru húsini inn-
rættað til ein mann, sum situr í
koyristóli.
Ein álvarsom arbeiðsvanlukka
førdi til, at Sørin kemur at sita í
koyristóli restina av ævi síni.
Vanlukkan endavendi øllum
lívinum hjá honum og familjuni,
men Sørin er ikki fallin í fátt,
hóast hann gjørdist 100% av-
lamin. Hann hevur havt lívsmót
og sterkan vilja.
Fall av tekjuni
- Vit arbeiddu úti á Høvdavirk-
inum í Leirvík við at bjálva og
annað inni í bygninginum. Eg
hevði frí frá mínum arbeiði við
at smíða og hevði játtað at hjálpa
teimum, sum arbeiddu á Høvda-
virkinum. Ætlanin var at arbeiða
har í tveir dagar, og vanlukkan
hendi tann fyrra seinnapartin.
Sørin sigur, at teir skuldu bert
upp á tekjuna, ið var rættiliga
sløtt, at leggja eina presending
útyvir ein part av henni, soleiðis
at regn ikki kom niður á tað, sum
bleiv málað inni í bygninginum.
- Hetta var eitt arbeiði, sum
ikki bleiv mett til tað stóra. Tað
skuldi bara taka eina 10-15
minuttir at fáa hetta gjørt. Nakrar
lektir skuldu heftast yvir pre-
sendingina, so hon ikki lá leys.
Okkum vantaði nakrar fáar
seymir, tá ið síðsta lektin bleiv
heft. Eg skundaði mær niður í
bussin eftir seymi. Komin upp
aftur á tekjuna, datt eg av knekk-
inum á tekjuni, ið ikki var liðug.
Presendingin lá leys útyvir og
snýtti meg. Eg steig út í tóman
heim!
Fallið út av tekjuni á Høvda-
virkinum var stórt, einar 7-8
metrar, og tað var hart og
skurvut undir, har Sørin kom
niður á.
- Undir mær lógu betong-
klumpar og annað hart tilfar.
Stoyturin hevur helst verið
ógvusligur; ryggurin brotnaði, og
tað eina rivjabeinið fór inn
ígjøgnum annað lunga. Helst eri
eg dottin á vinstru síðu, sum
eisini fekk stóran skaða og fór út
av lagi, sum Sørin tekur til.
Í respiratori
Sørin Lisberg minnist einki frá
vanlukkuni, og hann minnist
heldur ikki, tá ið hann datt út av
tekjuni.
– Nei, tað minnist eg einki til,
og tískil veit eg heldur ikki,
hvørjir tankar kunnu mala í
høvdinum á einum í teirri løtu,
tú kemur soleiðis fyri.
Hann heldur, at hann hevur
mist vitið í somu løtu, sum hann
er fallin.
Tað skuldu nú ganga einir 20
dagar, áðrenn Sørin visti nakað
sum helst til sín aftur.
Fyrst lá hann í 12 dagar í
respiratori á Landssjúkrahúsin-
um, til hann varð fluttur niður á
Ríkissjúkrahúsið í respiratori.
- Meðan eg lá, fekk eg eisini
lungnabruna, tí eitt brotið rivja-
bein hevði stungið hol á annað
Sørin Lisberg breyt ryggin í arbeiðsvanlukku:
Tað nyttar einki at argast a
Teir arbeiddu á tekjuni á Høvdavirkinum í
Leirvík og vóru næstan lidnir at leggja eina
presending yvir ein part av takinum. Nakrir
seymir vantaðu í, og Sørin Lisberg
skundaði sær niður í bussin eftir seymi.
Komin uppaftur, datt hann av knekkinum á
tekjuni, ið ikki var liðug. - Presendingin lá
leys útyvir og snýtti meg. Eg steig út í
tóman heim! Fallið út av tekjuni var stórt,
einar 7-8 metrar, og tað var hart og skurvut
undir. Stoyturin hevur helst verið
ógvusligur; ryggurin brotnaði, og tað eina
rivjabeinið fór inn ígjøgnum annað lunga,
sigur Sørin Lisberg, sum alt lívið kemur at
sita í koyristóli
- Tú kanst ikki sita og argað teg um eina vanlukku
alt lívið. Tað fært tú einki burtur úr. Men eg haldi,
tað er umráðandi at minna onnur, sum fara upp á
tekjur, á vandan, sum lúrir – eisini, tá ið uppgávan
sær lættast út, sigur Sørin Lisberg
Mynd: Arbeiðseftirlitið