leygardagur 9. apríl 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 9. apríl 2005
33
alt lívið um tað sum hendi
lunga. Í einar tríggjar dagar var
tað bara respiratorurin, sum helt
mær á lívi.
Eftir at hava ligið í respiratori
alla hesa tíð - og uttan vit, byrj-
aði Sørin so smátt at koma til sín
sjálvs aftur.
- Tað fyrsta, sum mær kom til
hugs, var, at eg skuldi heinta ein
pakka av seymi. Hvat eg skuldi á
einum donskum sjúkrahúsi, var
eitt sindur torført at fáa inn í
høvdið. Men so við og við, sum
dagarnir gingu, rann tað upp fyri
mær, at eg hevði verið fyri eini
álvarsligari arbeiðsvanlukku,
sigur hann.
Og Sørin heldur fram:
- Hesin skaði, sum gjørdi, at
eg komi at sita í koyristóli
restina av lívinum, rakar ikki
bert meg, men eisini tey, eg livi
saman við, konu og børn og alla
okkara tilveru. Uttan tey, hevði
eg neyvan verið komin ígjøgnum
hetta.
Meðan Sørin var á Hornbæk í
Danmark, har fólk við ryggja-
skaðum koma, sá hann nógvar
lagnur, sum hann tekur til.
– Tey, sum eru einsamøll, eru
sera einsamøll undir síkum
umstøðum – ja, nógvar lagnur
eru rættiliga harðar, sigur hann.
Er ikki lætt
Tað er ikki lætt at vera rørslu-
tarnaður í Føroyum, heldur Sørin
og sigur, at umstøðurnar í land-
inum gera tann rørslutarnaða
rættiliga hjálparleysan.
– Eg vóni, at tað frá politiskari
síðu fer at verða gjørt meira við
atkomiligheitina.
Hann nevnir eitt dømi av
mongum:
- Skuldi herfyri á fund við ein
sosialráðgevara hjá Almanna-
stovuni í Runavík, men hesin
fundur mátti antin haldast úti í
bilinum – ella heima hjá mær
sjálvum, tí bygningurin í Runa-
vík er ikki til rørslutarnað at
koma inn í, ei heldur til gomul
og illa gongd.
Sørin vísir á, at hetta er tíverri
ikki undantaki, men regulin, at
illa slepst inn í almennar
bygningar.
– Eitt annað dømi er Lands-
sjúkrahúsið - í hvussu er tann
gamli bygningurin. Har er einki
handikapp-wc í forhøllini, men
bert wc’ir til tey, sum ikki eru
rørslutarnað ella avlamin.
Tey fyrstu tvey árini eftir, at
Sørin var fyri vanlukkuni, hevði
hann ongan møguleika at koma
út aftur uttan við hjálp frá
øðrum.
– Men eftir, at húsini eru
vorðin umbygd, og eg havi fingið
ein bil við hjálp frá Almanna-
stovuni, havi eg nú møguleikan
at koma útaftur, hóast snuddirnir
av skaðanum halda mær eitt
sindur aftur.
Út við helmingin av seinasta
ári lá Sørin á sjúkrahúsi í Dan-
mark.
– Í heyst og í vetur havi eg rekt
onkran stampin um fyri onkran
av teimum smáu bátunum – og
so gongur tann løtan, og tú følir
teg meira á lívi aftur, sigur hann.
Sørin, sum hevur verið
útróðrarmaður í eini 12 ár, hevur
arbeitt á fiskavirki og hevur
fingist við at smíða, hevur havt
lívsmót og ein sterkan vilja,
síðan hann var fyri vanlukkuni
fyri skjótt fýra árum síðan.
Trygdin í arbeiði
– Tað er ikki bert mín skaði, men
nógvir aðrir, sum eru hendir á
tekjum, ið eru rættiliga slættar,
eins og tekjan á Høvdavirkinum
er. Summir skaðar hava havt
deyðan við sær.
Hann heldur, at ov lítið verður
hugsað um, at fallið er hitt sama,
antin tekjan er sløtt ella brøtt, tá
ið illa vil til.
– Tí er altíð rætt at hugsa seg
væl um – uttan mun til, hvussu
tekjan sær út, og tá er tað líka
mikið, um arbeiði er mett at taka
10 minuttir ella 10 dagar. Tá ið
skaðin er hendur, vendist ikki
aftur.
Sørin vísir á, at sjálvandi
kundi hann sitið og argað seg um
tað, sum hendi – og hví hann
ikki ansaði betur eftir henda
seinnapartin á tekjuni á Høvda-
virkinum.
– Men tú kanst ikki sita og
argað teg um eina vanlukku alt
lívið. Tað fært tú einki burtur úr.
Men eg haldi, tað er umráðandi
at minna onnur, sum fara upp á
tekjur, á vandan, sum lúrir –
eisini, tá ið uppgávan sær lættast
út.
Sørin hevur altíð verið áhug-
aður í fakfelagsligum arbeiði,
bæði innan útróðrarfeløg og
arbeiðarafeløg. Fyri vanlukkuna
var hann nevndarlimur í Leir-
víkar Arbeiðarafelag, og tað er
hann enn.
Hann heldur, at tað enn vantar
í hjá okkum, hvat trygdini á
arbeiðsplássunum kring landið
viðvíkur.
Saman við Leirvíkar Arbeið-
arafelag hevur Sørin verið við til
at skipað fyri einum fundi, sum
helst er tann einasti av sínum
slagi í Føroyum.
Vit bjóðaðu øllum arbeiðs-
gevarunum í bygdini og eisini
kommununi sum arbeiðsgevara
at verða við á fundinum, har
Arbeiðseftirlitið kom norður at
greiða frá arbeiðsviðurskiftum
og skyldum. Hesin fundur snúði
seg ikki minst um trygdina.
So at siga øll feløgini møttu,
og fleiri feløg høvdu sínar
arbeiðsformenn og álitisfólk við.
- Eg haldi, at fundurin var
góður. Kanska kundi hetta verið
nakað hjá øðrum arbeiðarafeløg-
um at tikið upp, sigur Sørin, sum
heldur, at ein hugburðsbroyting
skal til, bæði hjá arbeiðsgevarum
og arbeiðarum, tá ið hugsað
verður um trygdina á arbeiðs-
plássunum – uttan mun til, hvar
tey eru.
Hann vísir at enda á, at tað er
arbeiðarin, sum fær snuddirnar,
tá ið skaðin hendur.
– So, hví skulu vit ikki tryggja
okkum best møguligt? Tað er
eingin, sum ger tað fyri okkum,
sigur Sørin, sum heldur, at tá ið
vanlukkan hendi á Høvdavirk-
inum, lá høvdið hjá honum
heima við hús, sum hann tekur
til.
Sum vit nevndu í byrjanini,
rakti vanlukkan Sørin Lisberg,
12. juli í 2001, men ikki fyrr enn
8. november sama ár kom hann
fyrstu ferð heimaftur úr Dan-
mark.
Tað var her, at Sørin Lisberg datt út
av tekjuni á Høvdavirkinum í
Leirvík og breyt ryggin. – Tekjan er
rættiliga sløtt, og hetta var eitt
arbeiði, sum ikki bleiv mett til tað
stóra. Tað skuldi bara taka eina 10-
15 minuttir. Nakrar lektir skuldu
heftast yvir presendingina, so hon
ikki lá leys, sigur hann
Mynd: Arbeiðseftirlitið