leygardagur 9. apríl 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 67 - 9. apríl 2005
NÝGGJ AVBJÓÐING
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
Brússel: – Ja, men du går bare
over til blok G, tager elevatoren
op på 11. etage og i lokale
nummer 130 finder du os.
Tað er eftir øllum at døma ikki
bara at siga tað at finna á bonaðu
gólvunum í Evropatinginum.
Staðsansurin hevur ongantíð ver-
ið sterkasta vápnið, og eftir hava
gingið í stórfingna glasbygn-
inginum eina løtu er tolið uppi.
Eg ringi fyri at fáa hjálp at finna
mannin, sum er orsøkin til mína
bonaðu útferð í hjartanum av
Evropasamveldinum.
Á steingólvinum trýtur ikki við
álvarsomum andlitsbráum frá
uppsnákaðum slipsamonnum við
snotiligu dokumentmappum
undir arminum. Her sæst einki til
grønar búllajakkar, slitnar kov-
boybuksur ella piercingar. Nei,
her eru øll í fínasta pussi – bæði
kvinnur og menn. Nossligt og
yndisligt.
– Så færingen er kommet? Jeg
har desværre et møde om 17
minutter, så du får desværre ikke
mere end 17 minutter, sigur hann
– tann upptikni maðurin, ið held-
ur til á lon G, 11. hædd og í høli
130.
Hann er fyrrverandi danski
forsætisráðharran, Poul Nyrup
Rasmussen, sum í fjørsummar
skifti Keypmannahavn og
Christiansborg út við Evropa-
tingið og Brússel.
Størri samskipan
13. juni 2004 fór 61 ára gamli
Poul Nyrup Rasmussen undir ein
nýggjan part í politisku søgu
síni. Við meira enn 400.000 per-
sónligum atkvøðum gjørdist
hann stóri atkvøðuslúkurin, tá
danir í fjør summar settu kross
við, hvørji 14 umboð skuldu um-
boða Danmark í Evropatingin-
um.
Fyrrverandi danski forsætis-
ráðharrin er eftir øllum at døma
framvegis høgt í metum sum
politikari, tí tá bólkurin fyri
Evropeiskar Javnaðarlimir í
Evropatinginum skuldi skipa seg,
varð heitt á Poul Nyrup Rasmus-
sen at standa odda fyri bólkin-
um, og hann var skjótur at taka
formansuppgávuna á seg.
Frálíka valúrslitið og formans-
sessurin gjørdist ein verulig upp-
reisn fyri Poul Nyrup Rasmus-
sen, sum valdi at fara frá sum
formaður fyri Danska Javnaðar-
flokkin í úrtíð.
Hvat hevur tikið teg mest á
bóli við broytingini frá at vera
fólkatingslimur til tinglim í
Evropatinginum?
– Satt at siga er tað, hvussu
skjótt alt hevur gingið. Tað er
ómetaliga spennandi at sleppa at
royna seg í einum nýggjum
politiskum umhvørvi. Eg eri
blivin floksformaður enn eina-
ferð, men hesaferð í einum
evropeiskum og globalum rúmi,
og tað er ótrúliga spennandi og
ikki minst læruríkt. Eg læri eina
rúgvu, tí hóast fleiri av trupul-
leikunum eru teir somu sum í
Danmark, so verða teir við-
gjørdir í nýggjum hami her niðri,
svarar hann.
Í bólkinum hjá Javnaðarting-
limunum eru í alt 32 ymiskir
flokkar úr í teimum 25 lima-
londunum umboðaðir. Spurdur,
hvør høvuðsmunurin er at sam-
skipa ein bólk við í alt 32 ym-
iskum flokkum og ein fólka-
tingsbólk, svarar Poul Nyrup
Rasmussen:
– Tann stóri munurin er, at í
Brússel eru nógv fleiri sjónar-
mið, sum skulu samansjóðast, og
tað fer við nógvari tíð og arbeiði.
Ein annar høvuðsmunur er, at í
Brússel verður ikki farið niður í
smálutirnar í teimum ymisku
málinum, men hinvegin verða
málini viðgjørd meira yvir-
skipað.
Í Evropatinginum sita 732
tinglimir. Tinglimirnir sita ikki
saman eftir tjóðskapi, men hin-
vegin eftir politiskari sannføring.
Hetta hevur við sær, at eitt nú
Javnaðarmenn ella teir Liberalu
eru flokkaðir saman, uttan mun
hvønn tjóðskap, teir hava.
Kristiligu Demokratarnir hava
flestar tinglimir í Evropatingin-
um, meðan bólkurin hjá bólkurin
hjá javnaðartinglimunum er næst
størstur. Teir 732 tinglimirnar eru
býttir í átta tingbólkar.
Á slóðina
Fólk eru rættiliga vanliga ójøvn
á máli, hvussu Poul Nyrup Ras-
mussen stóð seg sum forsætis-
ráðharra í Danmark frá 1993 til
2001. Á persónliga økinum fekk
hann mangan ivasama skoðs-
málið at vera ein stirvin,
klombrutur teknokratur, sum
ongantíð veruliga megnaði at
vinna samkensluna hjá vanliga
dananum.
Hansara leiklutur undir serliga
bankamálinum og undir full-
veldissamráðingunum hevur
eisini havt við sær, at Poul
Nyrup Rasmussen neyvan fer í
søguna sum best lýddi forsætis-
ráðharrin í Føroyum. Kortini
stóð fyrrverandi formaðurin hjá
Javnaðarflokkinum fyri fleiri
politiskum frambrotum, tá hann
stóð á odda fyri danska sam-
felagnum.
Serliga standa umfatandi
ábøturnar á danska arbeiðs-
marknaðinum eftir. Tá Poul
Nyrup Rasmussen og Javnaðar-
flokkurin tóku við stjórnarvald-
inum í 1993 valdaði stórt ar-
beiðsloysi í Danmark. Greipan
Nyrup Rasmussen og fíggjar-
málaráðharrin Mogens Lykketoft
fóru gjøgnum heilt og settu fleiri
nýggjar ætlanir úti kortið fyri
danska arbeiðsmarknaðin.
Úrslitini av átøkunum vóru góð,
og millum annað eydnaðist at fáa
í alt 200.000 fleiri fólk í arbeiði.
Fyrrverandi forsætisráðharrin
vendir nú aftur á slóðina.
Sambært Poul Nyrup Rasmus-
sen er fremsta uppgávan hjá ES í
løtuni at loysa tær stóru avbjóð-
ingar, ið standa fyri framman á
arbeiðsmarknaðarøkinum.
– Vit hava í dag eitt arbeiðs-
loysi á 9% í Evropa, og tað er
ómetaliga høgt. Millum annað
hava vit í løtuni 5 mió. arbeiðs-
leysar familjur í Týsklandi, og tí
er okkara fremsta uppgáva at
skapa "more and better jobs",
fortelur Poul Nyrup Rasmussen.
Hann vísir á, at tað er av al-
stórum týdningi, at ES-lima-
londini komandi árini endur-
skoða arbeiðsmarknaðarpoli-
tikkin, so evropeiski arbeiðs-
marknaðurin fær lagað seg til
herdu krøvini, sum økta altjóða-
gerðin hevur havt við sær.
Sammett við undanfarin ættar-
lið kunnu løntakarar í dag ikki
vænta at arbeiða á sama arbeiðs-
plássi, til teir fara frá við eftir-
løn. Gongdin er hinvegin, at vit á
arbeiðsmarknaðinum skifta
arbeiðspláss fleiri ferðir í lívs-
skeiðnum. Fremstu orsøkirnar til
hesa broyting eru, at fyritøkur í
dag áhaldandi flyta seg, bæði
landafrøðiliga og ikki minst, tá
ræður um framleiðslu, og hetta
setur nýggj krøv til arbeiðsmeg-
ina.
Meðan loyalitetur áður var
gandaorðið, eitur gandaorðið á
arbeiðsmarknaðinum í dagsins
samfelag fleksibilitetur.
– Okkara besta svar til nýggju
krøvini, ið altjóðagerðin setir
okkum, er at betra okkara evni til
at skifta arbeiði. Vit skulu snøgt
sagt stevna miðvíst eftir at gera
tann evropeiska arbeiðsmarkn-
aðin til tann mest mobila í heim-
inum, greiðir Poul Nyrup Ras-
mussen frá.
Flestu ES-limalondini hava í
dag arbeiðsmarknaðarskipanir, ið
Marknaðurin he
– Tað hevur ongantíð verið so stórur tørvur á politikki á altjóða stigi
sum nú. Vit missa hvønn dag sjálvræði til óreguleraðu
marknaðarkreftirnar, og seinastu mongu árini hava stórfyritøkurnar
fingið frítt spæl. Einasti møguleiki hjá okkum at endurvinna sjálvræði,
er at nýta okkara royndir frá nationala statinum og yvirføra tær á
altjóða stig, sigur Poul Nyrup Rasmussen, sum nú er formaður fyri
javnaðartingfólkini í Evropatinginum
-Tann stóri munuri
sum skulu samansjó
Ein annar høvuðsm
í smálutirnar í teim
málini viðgjørd mei
um broytingina frá
Evropatinginum