Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-09, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 9. apríl 2005 35 veita løntakararunum trygd at varðveita sítt arbeiði á sama arbeiðsplássi alt lívið. Fyrrver- andi danski forsætisráðharrin vil burtur frá hesum skipanum, tí tær eru ótíðarhóskandi. Nýggju arbeiðsmarknaðarskipanirnar eiga hinvegin at veita løntakar- anum trygd undir broyting og ikki móti broyting. – Trupulleikin við altjóðagerð- ini er, at tú hevur ikki sama arbeiði alt títt lív, og tí mugu hesar skipanir broytast. Vit skulu burtur frá at veita lønmóttakar- unum trygd í at varðveita sítt arbeiði, til at veita lønmóttakar- anum trygd, tá hann skiftir arbeiði. Vit skulu hava nýggjar skipanir, ið veita lønmóttakarum størri arbeiðsloysistuðul, tá hann skiftir arbeiði, vísir hann á. Hann leggur afturat, at aðal- málið eigur at vera at gera munin millum gamla og nýggja arbeiðið hjá lønmóttakaranum so lítlan sum gjørligt. Hetta skal tryggjast við áhaldandi førleikamenning av okkara løntakarum og størri íløgum í bæði gransking og út- búgving, vísir fyrrverandi for- maðurin hjá Danska Javnaðar- flokkinum á. – Vit staðfesta hvønn dag eitt hart trýst frá teimum borgarligu, ið áhaldandi vilja skerja almennu veitingarnar, meðan vit hinvegin ynskja at broyta tær. Javnaðar- flokkarnar í Fraklandi, Italia og Týsklandi arbeiða í løtuni við at innføra nýggja arbeiðsmarkn- aðarpolitikkin í teirra stevnu- skráir, og tí havi eg góðar vónir um, at vit fáa hesar týdningar- miklu broytingar í lag, sigur for- maðurin í bólkinum hjá javnaðartingmonnunum. Endurvinna valdið Eitt veruligt valdsskifti er farið fram á altjóða pallinum seinastu 20 árini. Nationalstaturin, sum setti dagsskránna og hevði eftirlit við vinnulívinum, hevur av álvara mist fótafestið, og risa- stóru fleirtjóðafyritøkurnar gera í størri og størri mun sjálvar av, hvussu tær skipa seg uttan um politisku myndugleikarnar. Fyritøkurnar virka ikki longur nationalt – men globalt, og hetta hevur havt sær, at politisku myndugleikarnir renna aftan á stórfyritøkunum og kenna seg noyddar at taka undir við avgerð- unum og ætlanunum, sum stór- fyritøkurnar stinga út í kortið. Frá at nationalstaturin hevði eftirlit við fyritøkunum, er hann í dag noyddur at geva seg undir stórfyritøkunum. Valdsskiftið svíður hjá vinstra vonginum. Og hjá Poul Nyrup Rasmussen. Hann hevur kortini ongar ætlanir um at sita hendur í favn og lata stórfyritøkur og handilsmenn hava yvirlutan á politikaranum. Valdið á fyri- tøkunum skal snøgt sagt endur- vinnast. – Tað hevur ongantíð verið so stórur tørvur á politikki á altjóða stigi sum nú. Tað er burturvið at tvíhalda um, at nationalstatirnir missa alsamt størri sjálvræði til yvirnationalar felagsskapir sum eitt nú ES, tí í veruleikanum missa vit hvønn dag sjálvræði til óreguleraðu marknaðarkreftirnar. Seinastu mongu árini hava stór- fyritøkurnar fingið frítt spæl. Einasti møguleiki hjá okkum at endurvinna sjálvræði er at nýta okkara royndir frá nationala statinum og yvirføra tær á al- tjóða stig, vísir Nyrup Rasmus- sen avgjørdur á. Í strembanini eftir at endur- vinna valdið metir Poul Nyrup Rasmussen, at tað er av alstórum týdningi, at altjóða stovnar sum ES, ST og WTO ganga saman og seta krøv til altjóða fyritøkurnar. – Støðan í dag er, at marknað- urin er blivin harrin og ikki tænarin hjá fólkinum. Í PES (Bólkurin hja Evropeisku Javnaðarlimum í ES-tinginum, blðm) arbeiða vit í løtuni við at gera ein reguleringskarm, sum greitt tilskilar, at marknaður aftur gerst tænarin hjá fólkinum og ikki harrin, fortelur formaðurin hjá bólkinum Evropeisku Javn- aðarlimunum. Fyrrverandi danski forsætis- ráðharrin ímyndar sær eitt sterkt mið-vinstra altjóða samstarv millum ST, WTO, ES, IMF, WTO, Heimsbankan, sum skal tryggja, at politikararnir aftur fáa valdið á stórfyritøkunum. – Vit mugu fyri alt ikki tosa um politiskar verkætlanir ella um politiskar stovnar, tí so renna fólk rópandi burtur. Vit mugu greiða fólki frá, at vit einaferð hava gjørt reguleringar á nationalum stigi, har vit fingu tryggjað, at marknaðurin var okkara tænari og ikki harri. Eins og vit tá gjørdu reguleringar á nationalum stigi, skulu vit gera tað sama á altjóða stigi, tí marknaðarkreftirnar hava flutt seg frá at vera nationalar til globalar, vísir Poul Nyrup Rasmussen á. Er tað ikki eitt sindur góð- trúgvið at vóna, at tað fer at eydnast at samansjóða sjónar- miðini og ikki minst áhuga- málinum hjá so stórum stovnum sum ST, WTO, ES, Heimsbank- anum og IMF? – Nei tað haldi eg ikki. Megna vit evropearar at standa saman, kunnu vit rættiliga skjótt ávirka skipanirnar tann rætta vegin. Tá eitt nú Heimsbankin ger av, hvørji lond skulu fáa búskapar- ligan stuðul, eigur USA í dag góð 25% av atkvøðunum. Størsti aktørurin í Evropa í dag, Týsk- land, eigur 7% av atkvøðunum, men leggja vit øll evropeisku londini saman, eiga vit brádliga 35 % av atkvøðunum. Við øðrum orðum kunnu vit uttan stórvegis hóvasták broyta avgerðargongd- ina í bæði Heimsbankanum og Valutagrunninum IMF, um vit evropearar standa saman, svarar fyrrverandi danski forsætisráð- harrin. Á rættkjøl Innflytaraspurningurin er uttan iva eitt av heitastu politisku evnunum, sum hevur tikið seg upp seinastu árini. Serliga hevur orðadrátturin um innflytarar verið harður í londum sum Hollandi, Fraklandi, Eysturríki og Danmark. Flokkarnir hjá Pim Fortyin, Jean Marie Le Pen, Jørg Haider og Piu Kjærsgaard hava veruliga fingið byr seinastu árini, og hetta hevur havt við sær, at meira siðbundnu flokkarnir hava tikið innflytaraspurningin í størri álvara. Í Brússel verður innflytara- spurningurin eisini tikin í ram- asta álvara. ES-limalondini ásanna, at tað er neyðugt við einum felagspolitikki fyri Evropa, sum fær innflytingina á rættkjøl, tí flestu stjórnirnar í Evropa ásanna, at innflytingin ikki hevur gingið eftir ætlan. Fleiri evropeisk lond hava í dag stórar trupulleikar av at inn- flytarar ikki ynskja at integrera seg í londunum, tey flyta til, men hinvegin halda fast um siðir og mentan frá teirra heimlandi. – Vi mugu seta nøkur felags minstukrøv fyri, hvussu vit integrera innflytararnar í okkara samfeløg. Hesi krøv skulu fevna um útbúgving, mál, felags rætt- indi og ein virknan arbeiðs- marknaðarpolitikk. Vit skulu krevja av innflytarunum, sum koma til Evropa, at teir læra seg málið, tí málið er lykilin til at koma á arbeiðsmarknaðin, heldur Poul Nyrup Rasmussen. Hann heldur eisini tað er av alstórum týdningi, at Evropa økir sínar íløgur í teimum londunum, sum innflytararnir koma frá. Hetta skal hava við sær, at trýstið á Evropa gerst minni frá inn- flytarum úr miðeystri og norður- evropa. – Fleiri og størri íløgur vilja bæði minka um trýstið og hjálpa hesum londum fyri "brain drain". Hóast vit hava eina mynd av, at tað eru tey, sum eru ringast fyri, ið flyta út, skalt tú vera full- greiðir yvir, at tað eru tey, ið hava bestu útbúgvingina, sum fyrst velja at flyta. Hesi lond vilja tí eisini hava áhuga í, at tað verða skapt arbeiði og vøkstur í teirra londum, so tey ikki missa teirra bestu arbeiðsmegi til Evropa, greiðir hann frá. Tað er ein sannroynd, at ein av fremstu orsøkunum til at Danski Javnaðarflokkurin misti stjórnar- valdið á heysti í 2001, var ein trilvandi innflytarapolitikkur. Hóast innflytaramál gjørdust eitt mál, sum vanligi danin hevði eina greiða støðu til, hevði Javnaðarflokkurin trupult við at hava eina greiða støðu. Spurdur, um hansara støða í innflytaramálum í dag er ein viðurkenning av, at Javnaðar- flokkurin sum stjórnarflokkur slakaði ov nógv á innflytara- økinum, svarar Poul Nyrup Rasmussen: – Størsti trupulleikin var, at vit viðurkendu alt ov seint, at trupulleikar vóru við innflyting- ini í Danmark. Eg eri í dag sann- førdur um at innflytaraspurn- ingurin verður best skipaður á Evropeiskum stigi, tí tað er neyðugt at vit fáa felags reglur á økinum, sigur hann Fyrrverandi forsætisráðharrin nevnir, at tá kríggið í Kosovo og Balkan var í hæddini, vóru nógvir innflytarar upp gjøgnum Norðurevropa. Tá teir komu til pólska markið til Eystursjógvin, sigldu fýra ferð so nógv skip til Svøríkis sum til Danmarkar. – Sviiar fingu við øðrum orðum fýra ferðir so nógvar innflytarar sum vit í Danmark. Hetta er fremsta orsøkin til, at vit í Evropa skulu hava felags reglur, tí eingin kann góðtaka, at nationalar reglur raka grannan, sigur Poul Nyrup Rasmussen. --- 17 minuttirnir eru blivnir til ein góðan hálvan tíma. Vit hava verið víða um – ja møguliga ov víða. Á reyðu mappuni, sum hevur ligið framman fyri honum alla samrøðuna, síggi eg, at hann hevur fundir allan seinnapartin. Eftir góðar átta mánaðir sum ES-tinglimur er Nyrup Rasmus- sen við at gerast vandur í Brússel, og tað má vera nakað síðan hann viltist á bonaðu gólvunum. Eg leiti mær úr skriv- stovuni, og vónirnar at finna út úr stórfingna bygninginum eru bara heilt góðar. evur tikið valdið Navn: Poul Nyrup Rasmussen Føddur: 15.juni 1943 í Esbjerg Útbúgving: Cand. polit. á lærda háskúlanum úr Keypmannahavn Starvsroyndir: Búskaparfrøðingur í LO 1971-1980. Búskaparstjóri í LO 1980-86. Stjóri á Lønmodtagernes Dyrtidsfond 1986-1988. Politiskar royndir: Fólkatingslimur 1988-2004. Næst formaður í Javnaðarflokkinum 1987-1992. Formaður í Javnaðarflokkinum 1992- 2002. Forsætisráðharri í Danmark 1993-2001. Formaður fyri Globalt Progressivt Forum 2003-. Formaður fyri javnaðartinglimirnar í Evropatinginum(PES) 2004- Kelda: www.nyrup.dk FAKTA in er, at í Brússel eru nógv fleiri sjónarmið, óðast, og tað fer við nógvari tíð og arbeiði. munur er, at í Brússel verður ikki farið niður mum ymisku málinum, men hinvegin verða ira yvirskipað, sigur Poul Nyrup Rasmussen at vera fólkatingslimur til tinglim í Mynd: www.nyrup.dk