leygardagur 9. apríl 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 67 - 9. apríl 2005
TÓNLEIKUR
Summar Festivalurin fær í august
mánaði ein forkunnugan gest úr
Bretlandi. Shakin' Stevens, sum
var eitt tað størsta navnið í
europeiskum popptónleiki í
80'unum, kemur til Klaksvíkar at
hava konsert við øllum sínum
kendu sangum.
Shakin' Stevens varð føddur í
Cardiff í Wales í 1948, og hann
fekk navnið Michael Barratt.
Longu á heilt ungum aldri fór
hann at royna seg sum sangari og
tónleikari, og hann tók beinan-
vegin listarliga navnið Shakin'
Stevens. Fyrsti bólkurin, sum
hann varð við í, kallaðist Shakin'
Stevens And The Sunsets.
Tað var eingin succes beinan-
vegin, men í 1969 høvdu ungu
menninir í bólkinum fingið mót
upp á tað, og teir blivu yrkistón-
leikarar. Teir spældu á hægri
læristovnum og á smærri spæli-
støðum í Bretlandi, og teir vóru
eisini bidnir um at koma til
onnur europeisk lond at spæla.
Shakin' Stevens And The
Sunsets vóru ikki heitl fyri
nothing, tí teir fingu kjansin at
spæla saman við nøvnum sum
Deep Purple, Chuck Berry,
David Bowie og The Stones.
Shakin' solo
Í sjeytiárunum vóru teir í studio
og spældu eina plátu inn fyri
EMI og CBS. A Legend kallaðist
plátan, sum varð framleidd av
Dave Edmunds í Rockfield
Studios. Eisini á pallinum høvdu
teir vind í seglunum, tí teir vórðu
valdir til besta konsertbólk í
Bretlandi av New Musical
Express í 1972.
Í 1977 gavst bólkurin at spæla,
og tá hevði plátufelagið Track
Records longu fingið eygað á
Shakin' Stevens og hevði gjørt
ein sáttmála við hann. Sama ár
kom singleplátan Never út, og
síðani kom ein onnur, Somebody
Touched Me. Hóast góð um-
mæli, so eydnaðist tað ikki hes-
um plátum at selja nakað serligt í
Onglandi.
Áðrenn tann næsta single-
plátan kom, hevði Shakin'
Stevens ein leikut í West End
sangleikinum, sum gekk í 19
mánaðir fyri fullum húsum og
vann fleiri virðislønir.
Eftir at singleplátan Justine var
komin út í 1978, kom Shakin'
Stevens við sínari fyrstu lp-plátu,
sum verða uppkallað eftir sang-
aranum sjálvum.
Hendan lp-plátan var tikin upp
live-on-tape. Øll sangirnir vóru
spældir inn eftir einum degi í
Island Studio, meðan Bob
Marley arbeiddi í einum studio
beint við síðuna av.
– Tað var sum ein stór veitsla.
Upptøkurhølini vóru full av
fólki, og tað var ovmikið at eta
og drekka allatíðina, sigur
Shakin' Stevens.
Gjøgnumbrot
so tað stóð eftir
Eftir at Track Records fór á
heysin í 1978, lá CBS beinan-
vegin fram við og gjørdi sáttmála
við hann til útgávufelagið Epic.
Tríggjar singleplátur vórðu
givnir út, men gjøgnumbrotið
kom ikki. Tað var ikki fyrr enn í
80'unum, at Shakin' Stevens av
álvara fór at gera um seg.
Hóast rákið var punktónleikur,
New Wave, Electrnoic og
sonevnt New Romanics, so hevði
tónleikurin hjá Shakin' Stevens
nóg mikið í sær til at fáa fólk at
lurta.
Fyrsta plátan, sum Shakin'
Stevens gav út hjá Epic, kallaðist
Take One og kom út í 1980, og
singleplátan Hot Dog gjørdist
Shakin' Stevens telist
millum teir mest
seljandi
tónleikararnar í
bretskum tónleiki
nakrantíð. Sangir
sum You Drive Me
Crazy, Green Door,
Oh Julie og This Ole
House herjaðu á
europeiskum
hitlistum í 80'unum,
og einki kundi
steðga sangaranum
úr Wales. Í august
mánaði kann
Shakin' Stevens
upplivast live í
Klaksvík
Shakin' Stevens – sang
Fyri fyrstu nakrantíð sleppa føroyingar at hoyra tann framúr hittsangaran á føroyskum palli, tá ið Shakin' Stevens verður eitt av høvuðsnøvnunum á
Summar Festivalinum í Klaksvík í august mánaði. Shakin' Stevens hevur eina ørgrynnu av hittum at oysa av, og hann telist millum teir best seljandi
tónleikararnar í Bretlandi nakrantíð