leygardagur 9. apríl 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 9. apríl 2005
37
fyrst stórseljandi plátan hjá
Shakin' Stevens. Seks mánaðir
seinni kom Shakin' Stevens inn á
Topp 20 listan við sanginum
Marie Marie, og hesin sangurin
sett ferð á yrkisleiðina í øðrum
europeiskum londum.
Men tað stóra gjøgnumbrotið
hjá Shakin' Stevens kom, tá ið
hann gjørdi eina nýggja inn-
spæling av sanginum This Ole
House, sum reyk upp á tóna-
tindin í Onglandi og gjørdist eitt
risastórt hitt kring heimin.
Sangurin varð innspældur av
bólkinum NRBQ úr USA,
áðrenn Shakin' Stevens tulkaði
hann.
– Eg lurtaði eftir nøkrum
gomlum plátum, tá ið eg hoyrdi
sangin fyrstu ferð, og eg hugsaði
beinanvegin, at hatta var nakað,
greiðir Shakin' Stevens frá.
Fólk tóku sangin til sín, og
fjepparaskarðin hjá Shakin'
Stevens vaks støðugt. Í 1981 var
rættilig ferð á tónleikayrkinum
hjá walisiska sangaranum, tí
hann hevði tveir sangir ovast á
bretska hitlistanum, ein nummar
2 og ein á topp 10. Millum hesar
vóru You Drive Me Crazy og
balladan It's Raining.
Átti best umtóktu single-
pláturnar í 80'unum
Shakin' Stevens var alt annað
enn nøkur døgnfluga, og hann
fekk fleiri hitt næstu árini. Í 1981
endaði fyrsti sangurin, sum hann
sjálvur hevði skrivað, ovast á
bretska hitlistanum. Tað var
sangurin Oh, Julie. Plátan Shaky
var í 28 vikur á sølulistanum í
Bretlandi, og Shakin' Stevens
gjørdist næstu árini maðurin við
teimum størstu hittunum í
bretskum tónleiki.
Í 1985 hendu broytingar á
plátufelagnum Epic, men jóla-
sangurin Merry Christmas
Everyone kom út hetta árið, og
sangurin, sum gjørdist nummar 1
á bretska hitlistanum, er tann dag
í dag millum teir heilt nógv
spældu jólasangirnar.
Hóast næstu árini ikki vóru so
gylt, sum tey fyrst áttatiárini
vóru, so var Shakin' Stevens
nakað heilt serligt í 80'unum.
Sambært Guiness Metbókini
var hann tann best umtókti
bretski tónleikarin, tá ið tað
ráddi um single-plátur í
80'unum.
– Saman við The Beatles
(60'ini) og Elton John (70'ini)
eigur Shakin' Stevens tann
heiður, at hava staðið seg best á
single-hitlistunum í Bretlandi í
einum ártíggjundi, stendur at
lesa í Metbókkni hjá Guiness.
Tíðirnar broytast
Í 1990'unum vóru umstøðurnar
hjá Shakin' Stevens nógv
broyttar. Fólkini, sum høvdu
givið tónleikin hjá honum út,
vóru ikki longur í starvi hjá
Epic, og seinasta útgávan hjá
Shakin' Stevens á hesum plátu-
felagnum var í 1992.
Gjøgnum 80'ini og 90'ini hevði
Shakin' Stevens 38 hitt-singlur
úti. Hann hevði fýra sangir ovast
á bretska hitlistanum, 12 millum
topp 5 og samanlagt 32 sangir á
Topp 40 listanum. Samanlagt er
hann nummar 16 á listanum yvir
teir mest seljandi bólkarnar í
bretskum tónleiki.
Shakin' Stevens var eisini eitt
stórt hitt í nógvum øðrum
europeiskum londum, og tón-
leikurin hjá honum hevði eisini
rættiligan vind í seglunum í
Føroyum, her nógvir av sang-
unum hjá honum vórðu tráð-
spældir.
Miðskeiðis í 90'unum gavst
Shakin' Stevens við at spæla
tónleik inn, og hann tók sær
eisini frí frá tónleikavinnuni í
eina tíð. Men hann var skjótt
aftur á pallinum. Í 1999 var hann
á eini sera væleydnaðari konsert-
ferð í Onglandi og spældi eisini
onkra aðrastaðni í Europa. Í
oktober mánaði hetta ár var hann
høvuðsnavn á eini risakonsert í
heimbýnum Cardiff, har 100.000
fólk vóru til stórslignu konsert-
ina, sum eisini varð send á BBC.
Eisini eitt hitt á palli
Síðani hevur Shakin' Stevens
verið nógv úti og spælt, og um-
framt viðvindin í Bretlandi hevur
hann eisini verið sera væl um-
tóktur í Danmark seinnu árini.
Ein nýggj savnsfløga frá honum
endaði sum nummar 1 í Dan-
mark, og framførslurnar hjá
Shakin' Stevens á festivalum í
Danmark í fjør vóru tiltiknar.
Aftur í ár er hann biðin a koma
at spæla til fleiri tiltøk í Dan-
mark.
Fyri fyrstu nakrantíð sleppa
føroyingar at hoyra tann framúr
hittsangaran á føroyskum palli,
tá ið Shakin' Stevens verður eitt
av høvuðsnøvnunum á Summar
Festivalinum í Klaksvík í august
mánaði.
Shakin' Stevens fer leygar-
kvøldið 6. august at spæla saman
við bólki sínum á Vágsbøi, og tá
fara allir teir kendu sangirnir at
runga – Oh Julie, Green Door,
You Drive Me Crazy, This Ole
House og aðrir.
garin sum gjørdi øll ør
– Saman við The Beatles (60'ini) og Elton Johan (70'ini)
eigur Shakin' Stevens tann heiður, at hava staðið seg best á
single-hitlistunum í Bretlandi í einum ártíggjundi, stendur
at lesa í Metbókkni hjá Guiness.