leygardagur 9. apríl 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 9. apríl 2005
39
ella eru 10 prosent av okkum
skeiv? Ella liggja 30 prosent av
okkum í veruleikanum okkurt
stað mitt ímillum? Tað vísti til
dømis ein amerikonsk kanning
gjørd í 1930’unum, har 30 til 35
prosent av teimum spurdu, søgdu
seg hava verið saman við einum
av sama kyni, men hetta var
áðrenn tosað var um sam- bi- og
transkynd fólk, greiðir Manijeh
Elsa Modi frá. Hon er virkin í
Friðarboganum og næstforkvinna
í ANSO, norðurlendska felags-
skapinum fyri lesandi bi-, trans-,
og samkynd. Spyrt tú, um hon er
samkynd, er svarið, at hon ikki
hugsar um seg sjálva sum sam-
kynda. Hon forelskaði seg í
einari kvinnu einaferð, sum hon
var saman við, og tískil er hon
samkynd – í øllum førum so
leingi hon ikki hevur forelska
seg í einum manni aftur – um so
verður, eitur tað bikynd og ikki
hinskynd (heteroseksuel), tí gjørt
er gjørt so at siga. Kassarnir, vit
bólka okkum í, eru kanska minni
áhugaverdir. Um Manijeh ynskir
at liva saman við eini kvinnu,
hevur hon ikki somu rættindi í
Føroyum, sum onnur pør, ið
kunnu gifta seg, og hetta er eitt
týdningarmikið mál, ið arbeiðast
má við, heldur hon. Av tí sama
kallar hon seg gjarna sam- ella
bikynda, tí tað er ringt at virka
saman fyri eini søk, um barnið
ikki hevur nakað navn.
Minnilutin ræður
Manijeh Elsa Modi er 32 ár og
hevur eina bachelorgrad í bú-
skapi og eina í teldufrøði. Nú
tekur hon yvirbygningin í teldu-
frøði á Lærda Háskúlanum í
Keypmannahavn. Hon er nógv í
Føroyum, og hevur ikki persón-
liga upplivað tað hart ella ringt at
vera samkynd í Føroyum.
– Vinir, familja og kenningar
hava í summum førum havt tørv
á at hugsa seg um, men síðan
hava tey tikið serstakliga væl
ímóti mær og víst mær, at tey eru
góð við meg, sum eg eri, sigur
hon.
Áskoðanin er broytt, og tað er
ikki so nógv mótstøða móti
samkyndum í Føroyum longur,
hóast tað kann tykjast so til tíðir.
- Í dag er ikki persónlig
jagstran við at fólk verða ringd
upp um náttina og tílíkt. Heldur
er stóri trupulleikin hjá sam-
kyndum í Føroyum lóggávan og
politisk mótstøða frá nøkrum
fáum, men tey rópa hart og fylla
tí nógv, sigur hon og legur aftra
- Eg haldi, at tað er skeivt, at
ein minniluti skal banka ein
annan minniluta uppá pláss,
meðan restin av samfelagnum
letur standa til og kanska øtast
við eisini. Eg trúgvi, at 80 til 90
prosent av føroyingum ynskja, at
samkynd í Føroyum eiga at hava
ordilig livikor.
Mugu loyva skrásettum
parlagi
- Tað eru møguliga fimm til 10
prosent av føroyingum, sum
tilvitað eru ímóti, og eg haldi, at
tey sum eru harðast ímóti eru tað
av ótta. Av ótta fyri at tað er
syndafult, av ótta fyri Guðs
revsing. Vit eru ein minniluti –
vera aldrin ein meriluti, men tey
eru bangin fyri okkum. Vit vilja
bara vísa teimum, at vit eru heilt
vanlig fólk. Tað ynskja vit at
gera við hesi ráðstevnuni – við
upplýsing og við at vísa okkum
og vera sjónlig, so tey síggja, at
vit eru heilt almindilig menn-
iskju, ikki meira syndafull enn
øll onnur, sigur Manijeh. Hon
leggur dent á, at tað er tørvur á,
at skrásett parlag verður loyvt
her og nú, til tess at tryggja
arvarætt og onnur búðskaparlig
viðurskifti, eins og tað er ynski-
ligt, at samkynd á virðiligan hátt
kunnu staðfesta sín kærleika til
partnarin yvirfyri samfelagnum.
Hetta nýtist tó ikki at merkja
kirkjuliga vígslu, um føroyingar
ikki ynskja tað. Haraftrat er
alneyðugt við eini anti-
diskriminatiónslóg, tí enn kemur
fyri, at mismunur verður gjørdur,
sigur Manijeh.
Fjølbroytni og menning
Eitt trongt samfelag stendir í stað
og eitt fjøllbroytt samfelag
mennist. Føroyska samfelagið
hevur brúk fyri fjølbroytni og
brúk fyri teimum ungu og lærdu
kreftunum, sum vit eiga – eisini
teimum, sum eru samkynd,
leggur Manijeh dent á.
– Vit síggja allastaðni, at eitt
samfelag, sum gevur rúm fyri
fjølbroytni mennist, men eitt
trongt samfelag stirðnar.
Føroyska samfelagið hevur brúk
fyri fjølbroytni – fjølbroytni
stimbrar bæði búskap og mentan,
og samfelagið hevur brúk fyri
okkum samkyndu eisini. Vit
ynskja eins og øll onnur føroysk
ung lesandi at hava møguleika
fyri at koma heim og arbeiða við
at byggja hetta landi upp, sigur
Manijeh, og leggur aftrat:
Vit vóna, at føroyingar gera og
skapa hjartarúm fyri okkum - at
tað er pláss fyri okkum í okkara
heimlandi. Men hava vit sum
minniluti ikki somu rættindi sum
onnur, er tað ringt at flyta heim.
agnum tørvar fjølbroytni