Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-09, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. apríl 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 67 - 9. apríl 2005 TINGHELLUANALYSAN Thomas Arabo Apoteksgrunnurin, ið hvarv Í september í 1988 var eg við til at samtykkja lóg um apoteksverk og heilivág, har Apoteksgrunnu- rin varð stovnsettur. Avlopið frá apoteksraktrinum fór í hendan grunn. Peningurin, ið soleiðis var settur til síðis, skuldi bert brúk- ast til apoteksvirksemi. Persón- urin, ið fekk ávísingarrætt til hesar pengar var Landsapotek- arin, so hetta var ikki ein grunn- ur í vanligari merking. Hetta var tað, sum var tingsins vilji. Hetta vildu vit, sum samtyktu hesa lóg í 1988. Miðskeiðis í 90’unum var pen- ingurin í Apoteksgrunninum eftir áheitan settur í Landsbankan. Tað var ivaleyst ein ávísur logikkur í hesum, eftirsum Landsbankin m.a. hevur til enda- máls at umsita landsins likvidi- tet. Tað var ikki uppá tal, at pen- ingurin skuldi brúkast til annað enn tað, sum peningurin í Apoteksgrunninum sambært politiska viljanum skuldi brúkast til. Fyri stuttum hendi so tað, at peningurin knappliga var fluttur av kontoini hjá Apotkesgrunn- inum inn í gjaldførið hjá Lands- kassanum, uttan at Apoteks- leiðslan visti nakað. Hvør tók avgerð um hetta? Hvør ávísti flytingina? Tá so Apoteksverkið skal brúka pening til íløgur, ið eru neyðugar fyri at apoteksvirk- semið kann halda fram, so vil Tingið ikki játta, hóast pening- urin í Apoteksgrunninum var oyramerktur til júst slík endamál. Nú skal alt kroystast inn í tann alt ov ófleksibla praksisin, ið tíverri er lagdur seinastu árini. Meira álvarsamt merkir hetta, at tann peningur, ið man í 1988 var so framsíggin at seta til síðis og oyramerkja til apoteksvirksemi nú knappliga er farin í stór pott. Hetta má verða í stríð við lógina um apotek og heilvág, ið eg sjálvur havi verið við til at samtykt. Í hvussu so er, so kann eg vissa bæði Gjaldstovu, Lands- grannskoðara og Fíggjarmálaráð um, at hetta sum er hent viðvíkj- andi Apoteksgrunninum er í and- søgn við tað, ið vit sum tinglimir samtyktu tá Lóg um Apoteksverk og Heilivág var samtykt. Bakka til 2015? Hvør stendur til svars fyri hesa gerð? Er hetta enn eitt dømi, har embætisfólk renna frammanfyri Løgtingið í yvirídni at betong- tulka okkara stýriskipanarlóg? Hvar eru tinglimir? Er eingin, ið torir at sláa nevan í borðið og seta embætisverkið uppá pláss, tá tað fer útum sínar heimildir? Tað mest syrgiliga er, at hetta kann koma at kosta vællærd og vitanartung arbeiðspláss. Ikki tí, at Tingið bevíst ynskir hetta, men tí at skipanin forkemur virkseminum. Hetta hendir, meðan vit tosa um Føroyar í ár 2015, biotøkni og aðrar fantast- iskar framtíðarætlanir. Ironiskt, má man siga. Signar gjørdi púra rætt Kanska er ein stórur partur av trupulleikanum eitt ov veikt ting, ið ikki torir at koma við greiðum útmeldingum um sjálvfylgilig ting. Eitt sera grefligt dømi um spill av tíð og kreftum var dømið, har Signar á Brúnni sum Landstýrismaður betalti lønir í Sjónvarpi Føroya, útyvir vanligu játtanina. Tað stendur heilt greitt, at landið kann ikki skylda løn. Signar á Brúnni royndi at kalla tingsins Fíggjarnevnd saman, men tað eydnaðist ikki. Hann kundi so velja at lata landið skylda lønir ella gjalda tær út. Hann gjørdi sum rætt var og betalti løn út. Tað sum síðan hendi var tann reina farsa. Ein løgfrøðingur fór at tosa um at stýrisskipanarlógin var brotin, tí at Landstýrismaðurin hevði betalt løn út, uttan eykajáttan. Og so koyrdi myllan í fjølmiðl- um. Eitt er, at fjølmiðlar við- hvørt hava ilt við at síggja sjálv- fylgilig ting, men tað vánaligasta var, at Tingið ikki beinanvegin bakkaði upp um Signar á Brúnni, tí at hann disponeraði út frá tí, at landið ikki kann skylda lønir. Hetta gjørdi tingið ikki, og eina dýra frágreiðing seinni og eftir ein offraðan landstýrismann á tí populisitiska altarnum, so fingu vit sjálvfylgiligheitina at vita, nevniliga at Signar á Brúnni hevði tikið ta røttu avgerðina. "Systemið" yvir Tinginum? Hvat gjørdi, at tað endaði so galið sum tað gjørdi? Hvar var embætisfólkið? Hvar var serfrøð- in undir Fíggjarmálaráðnum, ið kundi fortalt øllum Føroya Fólki beinanvegin, at landið kann ikki Játtanarskipanin er eitt amboð, Seinnu árini hava vit verið vitni til eina sterka sentralisering av stýringini av landsins útreiðslum, hóast vit samstundis hava sæð eina hækking í støðinum av alment settum leiðarum úti a stovnum og grunnum. Eisini eru amboðini nógvar ferðir betur í dag enn fyri bert fáum árum síðani, og ti er óskilligt, at vit í dag hava eina játtanarpraksis, har "systemið" tykist verða viktigari enn tingsins vilji. Eingin steðgar á og diskuterar tað absurda í at ein játtanarskipan, ið skuldi verið eitt relativt simpult amboð til sambinding av Tingsins vilja og tað útinnandi valdið, verður síðustillað við Stýrisskipanina sjálva. Útyvir lættar rættingar, sosum at lata verða við at kvetta alt av 1 januar og koyra aftur í stóra pott, so krevst ein hugburðsbroyting í okkara umsiting, har man setur seg niður at fundera yvir, hvat Tingsins vilji var og er, eitt nú tá Stýrisskipanarlógin, ið núverandi játtanarskipan vísir til, var gjørd