leygardagur 9. apríl 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 9. apríl 2005
41
standa og skylda løn fyri gjørt
arbeiði á einum landsstovni? Hví
tordu tinglimir ikki at tippa hetta
mál beinanvegin, áðrenn fjøl-
miðlarnir koyrdu tað so langt
upp í snúningar, sum teir nú
einaferð gjørdu? Mín niðurstrøða
er, at man ræddist "systemið" so
nógv, at man ikki frá politiskari
síðu tordi at siga tað sjálvfylgi-
liga. Tað syrgliga er, at núverandi
játtanarskipan og tann infleksibla
praksisin mangan verðru síðusett
við Stýrisskipanarlógina. Verður
setningurin "brot á stýris-
skipanarlógina" nevndur í fjøl-
miðlunum, so stinga politikarar
eftir øllum at døma halan millum
beinini. Hetta er ein beinleiðis
vandi fyri fólkaræðið, tí at eitt
undantak til játtanarreglarnar
grundað á eitt hægri prinsipp um
ikki at kunna skylda løn, kann
aldrin verða brot á stýris-
skipanarlógina. Um vit ikki hava
Løgtingsmenn, ið staðfesta sín
autoritet yvirfyri yvirivrigum
embætisfólki, so endar galið, og
eg havi varhugan av, at vit longu
eru úti í einari suggu, ið ring
verður at koma út úr.
Glottar fyri framman
Tað eru tó glottar fyri framman.
Løgtingsins Fíggjarnevnd hevur
gjørt eitt uppskot um at niðurseta
ein arbeiðsbólk at fyrireika eitt
uppskot til játtanarlóg. Hetta er
skilagott, um hesin bólkur fylgir
tingsins vilja og megnar at venda
gongdini, har embætisverkið í
ovurídni gongur og strikar
grunnar í andsøgn við tingsins -
og harvið fólksins - vilja.
Eg vil í hesum sambandi koma
við einum hjartasuffi. Tað er
ótrúligt, sum virt føroyingar altíð
eru fantasileysir, tá man setir
fólk í slíkar arbeiðsbólkar. Sum
ikki einaferð kemur man drags-
andi við einum donskum
embætismanni til nakað, ið vit
saktans kunnu finna nógv góð
høvd í Føroyum til at orna.
Danski embætismaðurin dugir
óivað sín ting, men eg kann ikki
lata verða við at draga parallelar
til okkara royndir av einum
øðrum donskum embætismanni,
ið kom her fyri nøkrum árum
síðani, Tann maðurin æt Finn
Norman Christensen, og úrslitið
av hansara verki síggja vit í dag
har vit hava eina alt ov dýra og
stirvna almenna umsiting.
ALS - er motivið kontroll?
Ein annar glotti er, at man
politiskt hevur steðgað púra
irrationellu jagstranina á øllum
grunnum og ALS skipanini við
at man hevur staðfest, at ALS
ikki skal undir fíggjarlógina,
sum annar almennur peningur.
Hetta er gott, og er í tráð við
tingsin - og harvið fólksins -
vilja. Tó er tað eitt sindur
ófrættakent, at serfrøðin innan-
veggja í Tinganesi tykist verða
ósamd við serfrøðina uttan-
veggja. Kann hetta skyldast eitt
ynski um kontroll?
Tað er umráðandi at ein nýggj
játtanarlóg er greiðari enn gomlu
reglarnar og tað er umráðandi at
man steðgar gongdini, har
embætisverkið í summum førum
gongur tvørturum tingsins vilja.
Ein játtanarskipan er bindiliðið
millum Tingsins vilja og útinn-
andi valdið - hvørki meir ella
minni.
Føroyskt grundaða einkla
játtanarskipan
Í álitinum hjá Grundlógarnevnd-
ini, ið er sera væl skrivað, hóast
okkurt í tí er diskutabult, verður
beinleiðis staðfest í uppskotinum
til játtan av pengum, at skipanir
sum ALS (hóast ikki nevnt ser-
stakt) ikki nýtast at skula á
fíggjarlógina. Hetta var ongantíð
meiningin við stýrisskipanar-
lógini, men tað sær út til at
betongjura og yvirivrig em-
bætisfólk gera tað neyðugt at
skera alt út í papp, fyri at
tingsins vilji skal verða fylgdur.
Tað skal verða mín vón, at man
fer í holt við at diskutera
broytingar í okkara stýrisskipan
við eitt nú grundlógarálitinum
sum grundarlag og fær eina
effektiva føroyskt grundaða
einkla játtanarskipan, ið ikki skal
kunna elva til ivamál, sum vit
hava havt í ríkiligt mát við tí
gomlu.
TINGHELLUKLUMMAN
Thomas Arabo
Um ein føroyingur búsettur her,
ella eitt føroyskt virki, selur
eina serliga tænastu uttanlanda
fyri pening, so er talan um sølu
av vitan. Um hendan vitan er
fingin til vega á skúlabonki ella
í lívsins skúla er líka mikið.
Næststørsta
útflutningsvøra
Í løtuni verður nógv tosað um
at finna vinnur, íð kunnu
erstatta fiskivinnuna, sum jú er
okkara høvuðsvinna. Tosað
verður um vitanarvinnur, sum
um tað er nakað nýtt fyribrigdi,
at vit skulu útflyta slíkar.
Vitanarvinna er longu í dag
okkara næststørsti útflutningur.
Ongastaðni skrásett
Eg havi roynt at funnið fram til,
hvussu stórar upphæddir íð
verða tjentar til landið á hendan
hátt, men tað tykist ikki at vera
nøkur neyv skráseting av hes-
um. Ivist onga løtu í at talan er
um trícifraðar milliónaupp-
hæddir.
Vinnuskúlarnir og lívsins
skúli høvuðsgrundarlagið
Størsta talið av fólki, íð selur
sína vitan uttanlands, hevur sítt
skúlagrundarlag á vinnuskúl-
unum. Her munu sjómansskúl-
arnir, maskinmeistaraskúlin og
teir teknisku skúlarnir liggja
fremst. Hundraðtals navigatørar,
maskinmenn og handverkarar
selja í dag sína vitan úti í heimi.
Harafturat koma so fiskimenn,
sum í lívsins skúla hava nomið
sær serkunleika av einum og
hvørjum slag.
Nýggjar vinnur
komnar afturat
Seinastu árini eru so tær nýggju
vinnurnar komnar afturat. Her
hugsi eg um flogfólkið hjá okk-
um, og teir, sum við hepnari
hond veita tænastur til olju-
vinnuna. Nakrar av okkara edv
fyritøkum eru eisini byrjaðar at
fáa fótin innum á europæiska
marknaðinum.
Hægru útbúgvingarnar
ta veikastu umboðanina
Higartil má tíverri sigast, at tær
hægru útbúgvingarnar ikki eru
serliga nógv umboðaðar í
vitanar útflutningi. Tað kann
hava sína orsøk í tí veldugu
ekspansión, ið vit hava havt í
okkara umsiting. Nú tað treing-
ist á umsitingarrókunum, sær út
til at fólk byrja at ressast og
vilja hava nakað at henda. Hetta
er bara gott, tí her er helst eitt
stórt potentiali, so tað er bara at
bróta upp um ermar og fara í
sving. Og so eitt hjartasuff til
talsfólkini hjá hesum bólki "Tað
var ikki steinøld í landinum,
áðrenn tit komu til"
Vitan sum útflutningsvøra
, ikki steintalvurnar hjá Mósesi
Eitt sera grefligt um spill av
tíð og kreftum var dømið,
har Signar á Brúnni, sum
landsstýrismaður rindaði
lønir hjá Sjónvarpinum
útyvir vanligu játtanina