leygardagur 9. apríl 2005síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 67 - 9. apríl 2005
TINGHELLUKRONIKKUR
tórbjørn jacobsen
Havi fyrr sammett føroyingar og
heimastýrisskipanina við hvítu
mýsnar, sum í stuttleikagørðum
vera brúktar til at undirhalda
teimum vitjandi. Í lokaðum,
glaraðum og gjøgnumskygdum
karusellum leypa tær trin av
trini, geberda sær sum frægast og
tykjast at trívast soleingi eigarar-
nir, og tey sum defilera framvið,
lata teimum okkurt til matnað og
klappa og skemta sær hvørja ferð
lopið verður av niðasta yvir á
næstniðasta trin. Soleiðis renna
tær úr vøggu í grøv. Enda hvørja
ferð í tyngdarpunktinum aftur.
Niðast, og einasta treytin fyri at
hetta kann halda fram er, at
fóðurleveransan er støðug. Sum
vituligt er, kátt lær høvur av full-
um maga, og leiðin til mansins
hjarta gongur ígjøgnum búkin.
Verður leskað hóskandi, er ongin
vandi fyri, at tær gera uppreistur
og bróta glarmúrarnar íkring seg,
og harvið gerast ein hóttan fyri
áskoðarar og onnur.
Fyri tveimum árum síðani
legði undirritaði uppskot fram á
Fólkating, ið hevði til endamáls,
at tingið álegði donsku stjórnini
at fráboða altjóðasamfelagnum,
t.v.s. ST, tann veruleika, at føroy-
ingar áttu sjálvsavgerðarrætt
sambært altjóðarætti. Uppskotið
var sveipað av borðinum. Eindar-
listin og Socialistiski Fólkaflokk-
urin tóku undir við uppskotinum
ímeðan serliga stjórnarflokkarnir
bokslaðu tað út av tingi. Har var
ongin bøn.
Ímeðan pávin hevur ligið til
tað seinasta hava mong havt tað
fatan, at eisini heimastýrislógin
var komin á deyðsmótið, nú
sólkongurin av Tvøroyri støðugt
hevur flutt seg úr einum stað í
annað á norðaru hemisferuni.
Undirskrivað markaskjøl í Fámj-
in og í Keypmannahavn. Sjálv-
stýrismálið er loyst, sigur Eides-
gaard í samrøðu við Sosialin
fríggjadagin. Og øll fagna mann-
inum, sum loysti tjóðskaparmálið
endaliga. Fjølmiðlafólk og polit-
iskir leiðarar standa í fremstu røð
og í ovfarakæti vælsigna teir
yvirlýsingina hjá Anders og
Jóannesi.
Jenis av Rana tó undantikin.
Og hesaferð má eg viðurkenna,
at eg eri so sára samdur við
manninum av Rananum. Løgið,
at hann skuldi vera hin einasti
sum átti so frætt av politiskari
kynismu og klárskygni, at hann
kundi gjøgnumskoða glantri-
leikin hjá oddvitanum í borgar-
ligu sambandssamgonguni. Tí
vituliga er hetta ikki annað enn
ein skúmbanan Jóannes er komin
heimaftur av flatlondum við.
Hann sá nú heldur ikki heilt
álvuligur út, táið hann nærkaðist
borðinum og skuldi skriva undir
inni á bonaðu gólvunum á
Sláturhólmanum. Og myndin úr
Fámjin svíður framvegis í eyg-
unum. Johan Dahl og Hendrik
Old skjaldsveinar táið føroyska
sjálvstýrismálið verður
loyst?Annaðhvørt er hend ein
politisk metamorfosa ella er alt
bara í sínum gamla lagi.
Og tað er tað sambært sam-
bandsoddinum Kaj Leo Jo-
hannessen. Ikki ein stavur, ikki
eitt komma og ikki eitt punktum
er broytt í viðurskiftunum mill-
um londini bæði, ríkisfelags-
skapurin hevur ongantíð havt tað
betri. Sigur Kaj. Og ivaleyst
hevur hann rætt.
Stjórnarskipanarliga statusið
hjá Føroyum er enn hitt sama.
Heimastýrislógin. Her er onki
broytt. At gera nakrar manna-
gongdir smidligari, um tú ætlar
at gera nakrar broytingar í eini
verandi skipan, er ongin politisk
hending. Bara ein praktiskur
foranstaltningur, sum ikki hevur
uppiborið hetta bláoygda
festivitasið, sum hevur kjálkað
seg íkring felags yvirlýsingina.
Einasta sum kundi verið eitt
frambrot, er orðingin um sjálvs-
avgerðarrættin. Tann ballónin er
nú eisini punkterað, eftir at teir
tríggir, Halgir, Ole og Guðmund-
ur hava staðfest, at hetta eittans
er eitt skjal ímillum hjálanda-
veldið og hjálandið, sum ongan
lykil hevur til heimssamfelagið
og tí ikki fær brúkt hesa "viður-
kenningina" til nakað sum helst.
Tað ber til at royna málið.
Høgni Hoydal kundi lagt gamla
málið um sjálvsavgerðarrættin
framaftur á Fólkating. Soleiðis
kundi viljin hjá donsku stats-
maktini verið nároyndur. Stúri
fyri, at lagnan verður hin sama
sum seinast, og tá eru orðini hjá
Bóndanum enn einaferð prógvað,
um hvussu dystin lærdir í
stjórnarleiki danir eru, og hvussu
væl tað aftur hesaferð eydnaðist
teimum at lumpa politiskt góð-
trúnar føroyingar.
Teinurin inn í republikkina er
hin sami í dag sum fyri viku
síðani. Einasta broytingin er, at
Anders Fogh Rasmussen kom
við smyrjukannuni, nú tað hvein
í so illani í navinum á karu-
sellini. Nú melur betri og laga-
ligari og mýsnar stuttleika sær
sum fyrr, og tað seyrar so hóski-
liga úr donsku fóðurpatrónini,
soleiðis at ringreiðin, karusellin,
ongantíð steðgar, og hesi smáu
dýrini ikki gera seg inn á glaraðu
karmarnar. Tað er ivaleyst rætt at
avtalan er eitt amboð. Men er
ongin vilji til at brúka amboðið,
tá er yvirlýsingin hvørki til bót
ella bata. Nú fáa vit so at síggja
hvat stendur í lógaruppskotinum,
sum kemur í kjalarvørrinum av
øllum hóvastákinum farnu
vikuna. Tað fer at spyrjast.
TINGHELLUKRONIKK
Gordon Ejdesgaard
búskaparfrøðingur
Í fimmaranum mikudagin
hoyrdu vit m.a annað eitt kjak
um fiskivinnu okkara. Talan var
m.a. um fyrimunir og vansar við
at útflyta rundan fisk til Kina.
Eitt áhugavert kjak. Ikki minst tí
luttakararnir hava, um nakar,
innlit bæði í føroyska fiskivinnu
og útflutning av rávøru til Kina.
Skal ikki fara í smálutir, men
havi bert eina viðmerking til tað
principiella í kjakinum.
Journalisturin koma væl frá
uppgávuni at byrja við.
Eitt sindur inn í sendingina var
nakað av ruðuleika at hóma. Tað
kom tíðiliga fram, at menn vóru
"ósamdir" um í hvønn mun m.a.
ein virðisøking skal takast við í
metingina av útflutning av rund-
um fiski. Og hvar í heila tiki
virðisøking skal við í rokni-
stykki.
Vit hoyrdu eitt klassisk dømi
um at serfrøðingar kunnu vera
ósamdir, men at báðir hava rætt.
Útflytarin til Kina hevur púra
rætt í at um skiftisavlopi er
positivt, er lønsemi í at útflyta
fyri virki hansara. Her tosar
virkisbúskaparfrøðingurin.
Hansara uppgáva er sjálvandi at
syrgja fyri at virki gevur yvir-
skot.
Stjórin á Fiskavirking hinvegin
sær tað sum sína uppgávu - eitt
sindur løgið kanska - at tað
samfelagsbúskaparliga skal
hyggjast at roknistykkinum. Men
hann helt fast um, at vit skulu
hyggja at fiskivinnuni sæð
gjøgnum samfelagsbúskaparligan
optik. Og hann hugsaði sjálvandi
um arbeiðsplássini á landi í
hesum føri. Argumentatiónin var
eisini vatntøtt.
Men hvør hevur nú rætt
vinnulívsmaðurin ella stjórin á
Fiskavirking? Svarið er, at báðir
hava rætt. Munurin er bert at
vinnulívsmaðurin hyggur bert at
sínum virki, meðan hetta sjónar-
mið ikki kann brúkast sum ein
heildarmynd av samfelagnum.
Høvdu vit havt 40 virkir eins og
tað hjá vinnulívsmanninum, var
føroyska samfelagið farið á
húsagang beinanvegin. Vit hava
her tað búskaparliga fyribrygdi:"
den atomistiske fejlslutning" ella
tað ein í hesum førinum kann
nevna eina búskaparliga
mismeting. Bert tí tað eina virki
kann liva av at útflyta rávøru
kunnu ikki øll gera tað sama. So
endar galið.
Hetta fyribrigdi kemur ofta
fyri tá búskaparfrøðingar tosa
um virkisbúskap og tjóðar-
búskap. Talan er jú um tvey heilt
ymisk øki, og ein kann ikki
hugsa sum virkisbúskapfrøð-
ingur, og so ganga (
mulitplicera) upp til tjóðar-
búskap. Altso gongur mítt virki
væl, gongur eisini væl hjá
tjóðini, um øll gera tað sama.
Her verður ikki tikið hædd fyri
tjóðarbúskapinum, sum er ein
annar spurningur. Og eitt heilt
annað roknistykki.
Ein góð sending sum fær ein at
hugsa um at menn kunnu vera
samdir hóast tykjast ósamdir.
Hvør hevur rætt á sínum øki.
Journalistin kunnu vit nokk ikki
deila fyri ikki at hava sett seg inn
í ta "atomistisku mismetingina".
Búskaparlig mismeting – ein klassikari. Fimmarin
AMBOÐIÐ – BÁGI, BÓT
ELLA HVØRKI ?
Høgni Hoydal kundi lagt gamla málið um sjálvsavgerðarrættin framaftur á Fólkating, so yvirlýsingin kundi staðið
sína roynd