leygardagur 9. apríl 2005síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 67 - 9. apríl 2005
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi partafelag:
Skrásetingar-nr. P/F 3927
Navn: P/F Postverk Føroya
Adressa: Óðinshædd 2 100
Tórshavn
Kommuna: Tórshavnar
Stovningardato: 29-12-
2004
Viðtøkudato: 29-12-2004
Hjánøvn: P/F Føroya
Postur (P/F Postverk
Føroya), P/F Post Faroe (P/F
Postverk Føroya), P/F
Postur (P/F Postverk
Føroya), P/F Posturin (P/F
Postverk Føroya)
Stovnarar:
Vinnumálaráðið , Tinganes,
100 Tórshavn
Nevnd:
Jan Danielsen, á Gadd, 655
Nes, Eysturoy,
(nevndarformaður)
Ben Arabo, 416 Signabøur,
(nevndarlimur)
Brynhild Setberg,
Orknoyarvegur 12, 100
Tórshavn, (nevndarlimur)
Stjórn:
Bergur í Garði, Haraldstrøð
8A, 100 Tórshavn, (stjóri)
Grannskoðari:
P/F Rasmussen & Weihe, á
Glaðsheyggi, 110 Tórshavn
Partapeningur: kr.
21.500.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 21.500.000,00
til kurs 100.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av stjóra
saman við nevndarformanni
ella næstformanni ella av
nevndarformanninum saman
við tveimum øðrum
nevndarlimum.
Endamál: Endamál
felagsins er at reka
postvirksermi og aðra
vinnu, sum hevur samband
við hetta virksemi.
Grundarlagið undir stovana
felagsins er løgtingslóg nr.
90 frá 20. desember 2004
um at stovna partafelag at
reka postvirksemi.
Roknskaparár: 01.01 -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
29.12.2004 - 31.12.2005
Skráseting Føroya
tann 07. apríl 2005
Kristin Balle
_______________________
Starvið
Í Landsmiðstøðini eru nakrir ráðgeva-
tímar leysir at søkja til setanar frá 1.
august 2005.
Ráðgevingin fevnir í fyrsta lagi um
skúlabyrjan, serundirvísing, stødd-
frøði, alis- og evnafrøði og náttúra/-
tøkni.
Samanlagt eru 18 lønartímar um vik-
una at søkja.Ein lønartími er umleið 1,6
fyrisitingartímar. Vanliga hevur læru-
greinaráðgevi 6-12 lønartímar um vik-
una.
Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava hollan ástøði-
igan kunnleika og starvsligar royndir í
viðkomandi lærugrein og starvsøki,
starvið fatar um. Væntað verður, at
lærugreinaráðgevin hevur førleika í og
er hugaður at nýta kt í ráðgevastarvin-
um.
Setanar- og lønartreytir
Lærugreinaráðgevar verða settir eftir
avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Lærarafelag og løntir í lønar-
flokki 30.3. Tann, ið settur verður, skal
undirvísa írestandi tímarnar í skúlan-
um, har viðkomandi starvast dagliga.
Starvslýsing
Ein starvslýsing er galdandi fyri
ráðgevastarvið. Eitt nú verður sagt:
• Ráðgevin skal í øllum lutum virka fyri
einari námsligari menning í skúl-
anum
• Ráðgevin skal støðugt halda seg
kunnugan við ta menning, sum er á
námsliga,
fakliga
og
tøkniliga
økinum
• Ráðgeva viðvíkjandi undirvísingar-
miðlum og arbeiðshættum í ein-
støku lærugreinunum
Lagt verður upp til eitt skipað samstarv
millum ráðgevarnar, møguliga í tvør-
greinaligum bólkum og í toymum.
Umsókn
Umsóknir við prógvum o.ø.skulu verða
Landsmiðstøðini, Hoyvíksvegi 72, Post-
rúm 3084, 110 Tórshavn í hendi í sein-
asta lagi týsdagin 10. mei 2005.
Gjøllari upplýsingar fáast frá Petur Sim-
onsen, stjóra á Landsmiðstøðini, tlf.
318825.
Landsmiðstøðin
Lærugreinaráðgevi
Landsmiðstøðin er tænastustovnur í undirvísingarverkinum. Landsmiðstøðin sýnir fram og lænir út undirvísingar-
miðlar,hevur verkstaðarmøguleikar,hevur saman við Mentamálaráðnum eina lærugreinaráðgevaskipan og skipar fyri
skeiðum við fakligum og námsligum innihaldi
Fyrilestur um málsliga menning
av brekaðum børnum eftir
Karlstadmetoduni
Hóskvøldið tann 14. apríl skipar foreldrabólkurin
hjá børnum við Down Syndromi fyri spennandi
fyrilestri um málsliga menning hjá brekaðum
børnum – við serligum atliti til fólkaskúlan.
Fyrilestrahaldarar vera Barbro Svensson, serlærari
úr Svøríki, og Johanna Andreassen, mamma at
barni við Down Syndromi úr Føroyum.
Fyrilestrarnir eru serliga ætlaðir lærarum, lærara-
lesandi, foreldrum og øðrum, sum arbeiða við
børnum, ið á einhvønn hátt eru málsliga tarnaði,
men øll áhugað eru hjartaliga vælkomin.
Fyrilestrarnir verða í auluni á Læraraskúlanum
hóskvøldið tann 14. apríl kl. 19.00.
Vegna fyrireikarnar
Foreldrabólkurin hjá børnum
við Down Syndromi
Lesið
i