leygardagur 9. apríl 2005síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 9. apríl 2005
45
Fiskivinnugransking
søkir samskipara
Fiskimálaráðið tók í 2001 avgerð um at skipa granskingarjáttanina, Fiskivinnu-
royndir, í greiðari karm. Samstundis varð avgerð tikin um at kanna á hvørjum
økjum og hvussu fiskivinnugransking kundi verða ment í Føroyum. Verandi sam-
skipari fer í annað starv, og verður starvið tí lýst leyst at søkja.
Arbeiðið sum samskipari er sera avbjóðandi og fjøltáttað:
• Arbeiðið fevnir um at samskipa arbeiðið í Fiskivinnuroyndum.Tað snýr seg um
at skipa málsviðgerðina av umsóknum, taka stig til tiltøk, sum birta undir
granskingar og menningarvirksemið og miðling av úrslitum.
• Arbeiðið fevnir eisini um at samskipa granskingarvirksemið, sum verður játtað
av játtanini til granskingarætlanir. Í løtuni er hetta skipað í kjarnar: ein fyri
reiðskaps/fiskitøkni, ein fyri lívtøkni og ein fyri framleiðslutøkni.
• Somuleiðis skal samskiparin taka stig til samstarv í Føroyum og uttanlands,
sum kann styrkja gransking og menning innan fiskivinnusektorin í síni heild.
Arbeiðið verður stýrt av einum stýrisbólki við umboðum frá Fiskimálaráðnum,
Fiskirannsóknarstovuni, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Menningarstovuni,
Ráfiskakeyparafelagnum og Ráfiskaseljarafelagnum.
Vit vænta av tær :
• At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst.
• At tú hevur neyðugan og viðkomandi akademiskan førleika.
• At tú hevur fyrisitingarligar royndir.
Starvið er tíðaravmarkað. Tann, sum verður settur, skal tola broytingar í starvs-
innihaldi og -formi, serliga við atliti at tí skipanarliga formi fiskivinnugranskingin
kemur at taka frameftir. Starvsstaðið er í Fiskimálaráðnum, og tann setti kemur
eisini at loysa ávísar uppgávur fyri Ráðið.
Løn og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millm avvarðandi yrkisfelag og
Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er 1. mai 2005.
Eru spurningar ber til at venda sær til Hjalta í Jákupsstovu tel 353900 ella
hjaltij@frs.fo
Umsóknir við avritum av viðkomandi próvskjølum og ævisøgu (CV) skulu sendast
til:
Stýrisbólkin fyri Samskiparan í Fiskivinnugransking
Att: Hjalti í Jákupsstovu
Fiskirannsóknarstovan
Postboks 3051
FO-110 Tórshavn
Frítíðarløn 2. mai 2005
Frítíðarlønin verður útgoldin 2. mai 2005.
Eigur tú frítíðarløn, fært tú eina fráboðan.
Býrt tú í Føroyum
Ert tú flutt/-ur, síðani tú boðaði fólkayvirlitinum frá, fer fráboðanin retur til
Frítíðargrunnin.
Fyri at sleppa undan hesum skalt tú boða fólkayvirlitinum frá nýggja
bústaðnum.
Býrt tú uttanlands
Býrt tú uttanlands, og ert tú flutt/-ur, síðani tú boðaði fólkayvirlitinum frá, fer
peningurin eisini retur til frítíðargrunnin.
Fyri at sleppa undan hesum skalt tú boða Toll- og Skattstovuni frá nýggja
bústaðnum.
Kontunummar
Frítíðarlønin fyri 2005 fer á somu kontu sum í fjør. Vilt tú broyta
kontunummarið, verður tú biðin um at boða okkum frá nýggja
kontunummarinum.
Hetta kanst tú gera við at útfylla fráboðanina niðanfyri og senda okkum hana
áðrenn 20. apríl 2005. Ella tú kanst útfylla fráboðanina á heimasíðuni
www.tollskatt.fo.
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til okkum á telefon 37 10 51.
Vit svara mán. - hós. kl. 9.00 - 15.30, og frí. kl. 9.00 – 15.00
P-tal:
Navn:
Bústaður:
Postnr. og bygd/býur:
Peningastovnur:
(bert føroyskur)
Kontunummar:
_____________ ,
/
2005
______________________
Undirskrift
Fráboðanin skal sendast:
Toll- og Skattstovu Føroya
Suðuroyar Øki
Postsmoga 69
FO-800 Tvøroyri