leygardagur 9. apríl 2005síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 67 - 9. apríl 2005
KFUM
Postboks 86
FO 110 Tórshavn
kfum@kallnet.fo
TIL LEIGU
Í KFUM-bygninginum við Hoydalsvegin
eru høli til leigu, ið eru 70 fermetrar
til støddar, harav hjárúm 20 fermetrar.
Við góðum parkeringsmøguleikum
eru hølini væl hóskandi til skrivstovu
ella annað virksemi. Hølini, sum eru
í veghædd, liggja væl fyri, við SMS
sum nærmasta granna.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda
sær til KFUM á tel 21 18 24.
Áhugað kunnu seta seg í samband
við KFUM á tel 21 18 24 ella gjøgnum
teldupost á kfum@kallnet.fo við
nærri ætlanum.
Umlættingarheimið Dáin í Klaksvík søkir eftir vara-
leiðara og pedagogi og at byrja 1. juni 2005, ella
eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vik-
una, ávikavist dagvaktir og skiftandi vaktir, dag,
kvøld, nátt og vikuskiftisvaktir.
Setunar- og lønarviðurskifti sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag.
Dáin er ein samdøgustovnur, har børn, ung, vaksin
og eldri menningartarnað koma til umlætting í
styttri ella longri tíðarskeið.Talan er um bæði skip-
aða umlætting, har teir ávísu bólkarnir eru til um-
lætting hvør sær og um vanliga umlætting,har fleiri
aldursbólkar eru umboðaðir samstundis. Pláss er
fyri 5 fólkum í senn.
Umframt døgnumlætting hevur Dáin eisini eina
dagumlætting, har 3 børn/ung koma dagliga, ger-
andisdagar kl. 10.00 - 17.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
leiðaran á tlf. 457185, gerandisdagar millum kl.
10.00 - 11.00.
Umsóknarfreistin er 25. apríl 2005 og skulu um-
sóknir við prógvi, viðmælum v.m., stílast til:
Umlættingarheimið Dáin
Mýrivegur 11
700 Klaksvík
Att.: Leiðarin
Umlættingarheimið Dáin,
Klaksvík
Varaleiðari
og pedagogur
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Runavíkar kommuna lýsir eftir
feriuavloysarum
til Heimið á Mýrunum
Søkt verður eftir røktarstarvsfólkum, sum feriuav-
loysarum á Heiminum á Mýrunum.
Feriutíðin byrjar fyrst í mai mánað, og varar til
mánaðarskifti august/september.
8 minnisveik fólk búgva á heiminum.Endamálið við
heiminum er, at geva búfólkunum, ið hava serligan
tørv á umsorgan, eina trygga og stimbrandi tilveru.
Vit ynskja avloysarar ið hava hug og hegni til at vera
um minnisveik fólk. Dentur verður lagdur á góðan
moral, etisk virði, positiva menniskjaáskoðan og
góð samstarvsevni.
Áhugað kunnu venda sær til Unn Justinussen,
leiðara, á tlf. 477080 ella 217088.
Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til
Runavíkar kommunu
Att. Sosiala deild
Heiðavegur 26
600 Saltangará
Umsóknarfreist: týsdagin 19.04.2005
Reingerðarfólk til
Slóðina
Hevur tú hug til at gera reint á Slóðini, sum er bú-
stovnur fyri ung í Havn? Vit søkja eftir álítandi og
fyrikomandi fólki at gera reint hjá okkum 10 tímar
um vikuna.
Hevur hetta áhuga, so send okkum eina umsókn
við viðvælum og øðrum viðkomandi skjølum.
Lønin verður goldin eftir sáttmála við avvarðandi
fakfelag.
Starvið verður at seta pr. 1. mai, og umsóknin skal
vera okkum í hendi í seinast lagi hósdagin 21. apríl.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Terja Rasmussen, leiðara, á telefon 315030.
Slóðin
Sornhúsgøta 18
FO-Tórshavn
Handil til sølu
Spennandi handil, sum selur klæðir, skógvar v.m. til
sølu.
Handilin liggur væl fyri í miðbýnum í Havn.
Áhugað kunna ringja tlf. 516007